týsdagur 26. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Týsdagin í farnu viku gjørd
ust fólk varug við fýra ógvu
liga stórar hvalir, ið vóru
komnir í Sundalagið norðan
ífrá. Talan var um fýra
avgustar, ið viga millum 20 og
30 tons hvør, og alla seinastu
viku hildu teir til norðan fyri
brúnna við Streymin.
Fyri ein lívfrøðing sum
Bjarna Mikkelsen, ið dagliga
starvast
á
Náttúrugripa
savninum, hevur vitjanin av
teimum fýra avgustunum
havt stóra ávirkan á hansara
arbeiðsdag seinastu dagar
nar.
– Sjálvandi hevur tað
verið eitt vet stuttligari og
meira spennandi at farið til
arbeiðis, meðan avgustarnir
hava verið í Sundalagnum,
og júst eins og tey flestu
fólkini hava verið bergtikin
av hesum stóru djórunum,
havi eg eisini verið rætt
iliga hugtikin av, hvussu
avgustarnir hava verið hesar
dagarnar, teir hava hildið til
í Sundalagnum, sigur Bjarni
Mikkelsen.
Hann metir, at fleiri enn
túsund
fólk
hava
leitað
sær í Sundalagið fyri at
síggja hvalirnar. Eisini hava
fjølmiðlarnir
gjørt
nógv
burturúr hendingini. Og tað
dámar lívfrøðinginum væl.
– Tað er áhugavert og
stuttligt, at tað á henda
hátt kemur eitt størri fokus
á mítt fak, sum er lívfrøði.
Men hinvegin, so hevði mær
dámt betur, um tað primera
fokusið var á, hvussu mann
á besta hátt kann hjálpa hes
um hvalunum, sigur Bjarni
Mikkelsen.
Vit vildu hjálpa
Hóast hvalirnir fyrst vórðu
sæddir týsdagin, fór Bjarni
Mikkelsen ikki á staðið at
hyggja eftir teimum fyrr enn
hósdagin.
– Eg las um tað á onkrum
tíðindaportali týsdagin, og
eg roknaði skjótt út, at tað
ivaleyst vóru avgustar. Teir
eru ikki óvanligir her á leiðini
um veturin, og harafturat var
mátin, fólk søgdu teir svumu
tætt við land, rættiliga eyð
kendur fyri avgustar, sigur
Bjarni Mikkelsen.
Hósdagin var hann kvik
ur at fara úr Havn og norður
til Nesvíkar, tá ein kenning
ur ringdi til hansara fyri at
fortelja, at tann eini avgust
urin var næstan komin á
land.
– Eg var so á staðnum í
fleiri umførum teir næstu
dagarnar fyri at fylgja við,
hvussu leikur fór. Fyri meg
hevur tað verið áhugavert at
síggja, hvussu teir hava borið
seg at, meðan teir hava verið
millum brúnna við Streymin
og Nesvík, har teir fyri tað
mesta hava hildið til. Av tí
at teir hava fylgst í einum
bólki á fýra og eru endaðir í
Sundalagnum, so kunnu teir
fáa ein heldur løgnan atburð,
greiðir Bjarni Mikkelsen frá.
Hóskvøldið doyði ein av
avgustunum, og sunnunátt
ina doyði tann næsti.
– Teir vóru komnir upp á
land, og har var einki at gera.
Vit høvdu ikki útgerðina,
sum skal til fyri at flyta eitt
so stórt djór, sum avgustur
er.
Fingu hjálp aðrastaðni
Lívfrøðingurin vísir á, at tá
djór koma soleiðis fyri, vil
mann gera alt fyri at hjálpa.
– Kann mann hjálpa, so
ger mann sjálvandi tað, men
eg haldi tað er umráðandi, at
mann skal ikki gera støðuna
verri. Um vit skulu hjálpa
einum hvali, so skal tað vera
ein reel roynd, og ikki bara
fyri at fólk skulu sleppa und
an at hyggja uppá hvalin,
vísir Bjarni Mikkelsen á.
Tað var upp á tal, at Vørn,
sum er Fiskiveiðieftirlitið,
skuldi hjálpa at flyta hvalir
nar, sum vóru komnir á land.
Men so bleiv ikki.
Vit mangla
eina tilbúgving
– Tað er trupult at hjálpa so stórum djórum sum avgustum, tí vit vita
ikki heilt, hvussu farast skal fram. Júst tí haldi eg, at tað hevði verið
eitt hugskot, at vit høvdu eina tilbúgvingarætlan. Vit skulu minnast
til, at nógv útlendsk eygu halda eyga við okkum, tá slíkar hendingar
eru, og tí er umráðandi, at vit handfara støður sum hesar á rættan
hátt. Tað sigur lívfrøðingurin, Bjarni Mikkelsen, eftir at fýra avgustar
seinastu vikuna hava verið í Sundalagnum. Tveir teirra eru nú deyðir
Bjarni Mikkelsen í fjørðini við Norðskála
Mynd: Eirikur Lindenskov