týsdagur 26. november 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
– Trupulleikin var, at Vørn
ikki hevði ta útgerðina, sum
skuldi til fyri at flyta avgust
arnar. Tí bleiv einki gjørt,
sigur Bjarni Mikkelsen.
Djóraverndarfelagsskapir
uttanlands høvdu hoyrt um
avgustarnar í Føroyum og
høvdu sett seg í samband
við Bjarna Mikkelsen. Ein av
teimum heilt stóru felags
skapunum, WSPA, bjóðaði
seg fram at kanna, hvussu
tey hava gjørt aðrastaðni, tá
avgustar eru komnir á land.
– Hesin felagsskapurin
bjóðaði seg fram at forhoyra
seg, hvørjar royndur tey
hava aðrastaðni við at flyta
og hjálpa avgusti. Men veru
leikin er tann, at tey høvdu
onga sólskinssøgu, har tað
hevði eydnast at flutt avgust
av landi. Og tað vísir okkum
eisini, at tað er ikki bara
sum at siga tað, at flyta eitt
so stórt djór, sigur Bjarni
Mikkelsen og heldur fram:
– Tá stórir felagsskapir, ið
kunnu fáa alla hjálp og stór
skip, og tey ikki megna at
flyta so stórt djór, so kunnu
vit í Føroyum taka tað róligt
og bara ásanna, at hetta er
ein trupul støða at koma í, tí
sjálvandi vil mann hjálpa.
Mangla eina tilbúgving
Bjarni Mikkelsen heldur, at
hendingin við avgustunum
seinastu dagarnar eigur at fáa
avvarandi myndugleikar at
umhugsa tiltøk, sum kunnu
verða til gagns eina aðru ferð,
um søgan við avgustunum
skuldi endurtikið seg.
– Vit hava onga tilbúgving,
tá slíkt kemur fyri, og tað
haldi eg, at vit áttu at havt. Vit
hava áður hjálpt minni hvali,
men tá talan er um avgust,
tá er ein ávísur trupulleiki
at hjálpa. Tað, meti eg, er
rættiliga óheppið, serliga tí
at altjóða felagsskapir hava
fylgt við í hesi hendingini,
og vit fáa einki gjørt og vita
ei heldur, hvat vit eiga at gera
í eini slíkari støðu, heldur
Bjarni Mikkelsen fyri.
Hann vísir á, at hóast tað
ikki hendir ofta, so kemur
fyri, at stórhvalur kemur á
land onkrastaðni í Føroyum.
Av somu orsøk er neyðugt
við eini tilbúgvingarætlan.
– Vit hava í tveimum
umførum seinastu 15 árini
havt døglingar á landi í
Hvalba, har tað í báðum
førum hevur verið trupult
at hjálpa hesum djórunum.
Mann veit ikki nágreiniliga,
hvussu farast skal fram, tá
roynt verður at bjarga slík
um stórum djórum. Hesir
hvalirnir kunnu ikki stýrast
og fáast at svimja ein ávísan
veg, sigur Bjarni Mikkelsen
og leggur afturat:
– Vit fáa í ein ávísan mun
hjálpt minni hvali, men tá
talan er um avgust, hava
vit ein trupulleika. Vit hava
tilbúgvingar, tá skip fara á
land, ella tá oljulekar henda,
og hví ikki hava eina ætlan
fyri, hvussu farast skal fram,
um vit koma í somu støðu,
sum henda við hvalunum,
spyr Bjarni Mikkelsen.
Hann heldur, at ein til
búgvingarætlan kundi gjørt,
at allir stovnar, avvarandi
myndugleikar og onnur, ið
hava við slík mál at gera,
kundu møtst tíðliga í til
gongdini, og síðani kundi
mann kjakast, hvussu farast
skuldi fram.
– Við eini tilbúgvingar
ætlan høvdu vit møguliga
kunna hjálpt hvalunum, áðr
enn teir komu á land, og allir
partar vistu, hvat skuldi ger
ast. Eitt nú hevði ein møgu
leiki verið, at rikið teir út við
sonari ella vanligum ekko
loddi, áðrenn teir komu á
land, sigur Bjarni Mikkelsen.
rannva@sosialurin.fo
Við eini tilbúgvingar
ætlan høvdu vit møgu
liga kunna hjálpt
hvalunum, áðrenn teir
komu á land
tilbúgving
– Vit hava tilbúgvingar, tá skip fara á land, ella tá
oljulekar henda, og hví ikki hava eina ætlan fyri, hvussu
farast skal fram, um vit koma í somu støðu, sum henda
við hvalunum, spyr Bjarni Mikkelsen
Mynd: Álvur Haraldsen