Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Jón Brian Hvidtfeldt Hann setti seg í stólin sum lands stýrismaður í heilsu- mál um 20. februar 2011, og bara átta mánaðir seinni fall hann við einum braki á løg- tings vali num og fór síðani heilt úr politikki. Flestu eygleiðarar vóru á einum máli um, at skuldi or søk ini til politiska rutsju- túr in hjá John Johannesen kókast niður til eitt einstakt mál, so var tað hansara ætlan um at leggja saman tey trý sjúkra húsini. John Johannesen hevði ætlan ir um at skipa eitt nýtt Sjúkra hús Føroya, við eini felags leiðslu, sum einsamøll skuldi hava ábyrgd av at sam skipa virksemið inni á sjúkra hús unum. - Endamálið við hesum var at seta sjúklingatrygdina í fokus. Og harumframt snúi tað seg eisini um at skipa eitt heilsuverk, sum verður áhuga vert at starvast í, sigur John Johannesen ídag. Men ætlanin var sum kunnugt av ongum, og sjúkra hús ini hava framvegis hvør sína leiðslu. Í Sosialinum í gjár var drúgt tema um okkara sjúkra- hús verk, sum tilsamans fær 500 milliónir krónur í játtan á fíggjarlógini í ár. Serliga bersøgin var Tummas í Garði, fyrrverandi lækna stjóri og varastjóri á Lands sjúkra húsinum. - Tað, sum gongur fyri seg nú, við ongari samskipan av virkseminum og høpisleysum dupult funktiónum kann ikki halda fram, sigur Tummas í Garði, sum mælir til at savna alla serviðgerð á Lands- sjúkra húsinum og í stað- in umskipa sjúkrahúsini í Suður oy og Klaksvík til heilsu depl ar. Sambært fyrrverandi lækna stjóra num er tað hent meira enn einaferð, at sjúk- ling ar eru deyðir, tí teir ikki bein an vegin eru komnir und ir røttu serlæknahendur und ir bráðsjúku ella eftir van lukku tilburð. Tað vóru júst uppáhald sum hesi, sum sambært John Johan ne sen sjálvum fekk seg at satsa sína politisku fram- tíð uppá eitt einstakt mál. - Tað má snúgva seg um at fáa tað besta heilsuverkið burtur úr. Sjúklingatrygdin má vera í fokus, endur tekur nú fyrrverandi lands stýris- maðurin. Sjúkueyðkenni Sum fyrrverandi lands stýris- mað ur í heilsumálum hevur John Johannesen við áhuga lis ið um sjúkrahúsverkið anno 2013. - Ja, eg kenni væl mynd ina aftur. Eg kenni alt aftur frá mínari tíð sum lands stýris- maður í heilsu mál um, stað- festir John Johannesen. Hann kennir eisini aftur myndina av einum heilsu- verki, sum verður stýrt av øðr um enn Heilsu mála ráð- num og lands stýris manni- num á økinum. John Johannesen sat bara átta mánaðir sum lands- stýris maður í heilsu mál um. Hans ara tankar um føroyska heilsu verkinum líkjast nógv tí, sum Tummas í Garði førir fram í Sosialinum í gjár. - Ja, hatta er eftir mínum tykki vegurin fram. Vit mugu fáa sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu, og so má tað vera upp til leiðsluna at skapa eitt sjúkrahúsverk, sum setir sjúklingatrygdina í hásæti og samstundis er eitt attraktivt arbeiðspláss, ið kann draga læknar og aðra ser frøði til sín, sigur John Johan ne sen. Í Sosialinum í gjár verður víst á, at í dag eru tvær ser- grein ar á Suður oyar Sjúkra- húsi, ið ikki eru góð kend ar av lands stýris manni num í heilsu mál um. Bæði tann almen-kirurgiski og tann medi sin ski yvirlæknin á Suðu r oy ar Sjúkrahúsi eru ser lækn ar. Tann fyrri, Jóhan Pet ur Davidsen, er urologur, land gagna frøð ingur, og hin sein ni, Hans Petur Nielsen, er kardio logur, hjartalækni. Og báðir vir ka eisini sum ser- lækn ar á Suður oy ar Sjúkra- húsi inn an hesar ser grein ar. Men sum nevnt - utt an góð- kenn ing úr Heilsu mála ráð - num. Dømið byggir undir eina skipan, sum ikki verður stýrd av hægsta stað, nevni liga úr aðalráðnum hjá landsstýris- manni num í heilsu mál um. Sum fyrrverandi lands- stýris maður í heilsumálum hev ur John Johannesen sín part av ábyrgdini av mangl- andi stýringini. - Ja, tað er ein góður spurn- ing ur, hvussu slíkt kann bera til, svarar John Johanne sen og heldur fram: - Hatta ber væl til, tí vit hava tríggjar organisatiónir, held ur enn eina. Við Sosialin í gjár segði Karsten Hansen seg einki kenna til manglandi góð- kenn ing ina, og hann ætlaði nú at kanna málið nærri. Stjó r in á Suðuroyar Sjúkra- húsi, Ronnie Midjord, vil ikki gera viðmerkingar til mangl- andi góðkenningarnar. Men atfinningarnar um til vild- ar ligar sergreinar á smáu sjúkra húsu num svarar hann so leið is: - Vit kunnu ikki velja sjálvi, hvørjar serlæknar vit fáa. Vit kunnu sjálvi ikki hen ta fruktirnar av trænum, men mugu standa á vøllinum og við kurvini lofta teimum, ið detta niður, sigur Ronnie Mid jord við Sosialin. Sjúkrahússtjórin í Suðri held ur at sama symptom er gald a ndi fyri øll trý sjúkra- hús ini í landinum. Tey eru øll smá, mangla læknar og mugu tí taka ta serfrøði, ið tey kunnu fáa. Hóast tað kostaði honum politiska lívið, so heldur John Johannesen fast um, at hans ara leistur við Sjúkra- hús Føroya hevði bøtt um støðu na. - Tað hevði gjørt tað lættari at stýra og harvið skapa eitt sjúkra húsverk, sum kundi draga serlæknar til sín, sigur John Johannesen. Avgerðin John Johannesen hevur ikki stórvegis viðmerkingar til ta heilsunýskipan, sum Kar sten Han sen legði fram her fyri, og sum løgtingið hevði aðal- orða skifti um fyrst í novem- ber. - Men tað tyk- ist mær sum um at polit- iska skipanin fram vegis mel ur um heita greyt in. Tað er harmi ligt, tí onk ur má taka avgerðina um at leggja sjúkra hús ini saman. Eg dugi ikki at siga, hvør kemur at taka hana, men hon skal takast, sigur John Johanne- sen og peikar á teir fíggjar- ligu karmar, sum eru lagd ir fyri sjúkrahúsverkið næs tu árini. Sambært fyrrverandi lands stýris manninum er avbjóðingin at finna í polit- isku skipanini. - Ja, í míni tíð sum lands- stýris maður merkti eg ser- liga mótstøðu úr politisku skipan ini. Tað var sum um ein lokalpolitiskur stoltleiki lá í sjúkrahúsunum, sigur John Johannesen. Hann heldur harumframt, at kjakið um sjúkrahúsverkið er merkt av skeivum infor- ma tión um. - Borgarar fáa at vita, at trygg leik in liggur í at hava eitt sjúkrahús tætt við. Men er tað nú rætt, ella er talan um eina falska trygd, spyr John Johannesen og heldur fram: - Tosar tú um álvar sam- ar støður, so eigur við gerð in at fara fram á Lands sjúkra- húsinum, og í øðr um lagi verða sjúkl ing ar nir jú sendir av landinum. Eitt tekin um eina sjúka skipan Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, um sjúkrahúsverkið er ein spurningur um heilsupolitikk ella lokalpolitikk, sigur John Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum Í síni stuttu tíð sum landsstýrismaður í heilsumálum hevði John Johannesen ætlanir um at skipa eitt nýtt Sjúkrahús Føroya við eini felags leiðslu. Eisini gjørdi landsstýrismaðurin eina roynd at sannføra suðuroyingar, men til fánýtis - Men tað tyk- i t t lit ði s n s