týsdagur 26. november 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Ert tú kvinna og tú íðkar regluliga
- antin tað er í eini venjingarstøð
ella við hørðum arbeiði - minkar
vandin fyri, at tú fært krabbamein
í eggjastokkarnar rættiliga nógv.
Hetta er ein av niðurstøðunum í
eini stórari danskari heilsukanning,
har 28.000 kvinnur og menn eru
spurd.
Eru kvinnur likamliga aktivar
fýra tímar ella meira um vikuna,
soleiðis at tær gerast pøstar, minkar
vandin fyri, at tær verða raktar av
krabbameini í eggjastokkunum, við
70 prosentum.
Sama í Kanada
Kanadiskir granskarar eru komnir
til somu niðurstøðu.
Har vórðu kannaðar 442 kvinn
ur, sum høvdu krabbamein í eggja
stokkunum og 2.135 kvinnur, sum
ikki vóru sjúkar - í aldrinum 20 til
76 ár.
Eisini her vísti tað seg, at vandin
fyri at fáa krabbamein í eggja
stokkunum minkar munandi hjá
kvinnum, sum javnan íðka motión.
Ymiskar orsøkir
Granskarar hava fleiri frágreiðingar
sum kunnu grundgeva, hví motión
minkar um vandan fyri krabba
meini.
Partvís minkar motión um
nøgdina
av
kvinnuliga
kyns
hormoninum østrogen, og partvís
eru kvinnur, sum eru likamliga
aktivar, í minni vanda fyri at gerast
ov tungar, sum aftur kann veksa
um vandan fyri krabba í eggja
stokkunum.
Kelda: iform.dk
Motión minkar um
vandan fyri krabbameini
Vilmund Jacobsen
Amerikanskir granskarar ávarða
nú um, at nýtsla av elektriskum
ljósi órógvar svøvnin fyri fleiri og
fleiri menniskju.
Ein røð av kanningum vísa, at
vantandi svøvnur kann elva til
kroniskar heilsutrupulleikar, eitt
nú hjartatrupulleikar, viknandi
immunverju og sukursjúku.
Ábendingar eru eisini um, at
vantandi svøvnur kann hava ávirk
an á heilasjúkur sum eitt nú alz
heimers.
- Ljós ávirkar okkara samdøgur
rútmu meiri enn nakar heilivágur.
Tað skrivar ein av heimsins leið
andi granskarum innan samdøgur
rútmu, Dr. Charles Czeisler, Harvard
Medical School í Boston, USA.
Greinin kann lesast í viðurkenda
vísindaliga tíðarritinum, Nature.
Ljós - ein orsøk
Granskarin vísir á, at nógvar ymisk
ar orsøkir eru til, at fólk ikki fáa nóg
mikið av svøvni, men aftan fyri
nógvar av hesum trupulleikum
goymir seg ein avgerandi teknolog
isk orsøk - elektriska ljósið.
Sambært granskaranum órógv
ar elektriska ljósið, bæði frá perum,
sjónvørpum og øðrum elektriskum
tólum lívfrøðina í okkara sam
døgurrútmu.
Ljós ávirkar okkara samdøgurrútmu
Nógvar ymiskar orsøkir eru til, at fólk ikki fáa nóg mikið av svøvni, men aftan fyri nógvar av
hesum trupulleikum goymir seg ein avgerandi teknologisk orsøk - elektriska ljósið
Um tú motionerar í fýra tímar um vikuna, minkar vandin fyri, at tú fært krabbamein við 70 prosentum