týsdagur 26. november 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyskt-íslendskt tónlistarligt samstarv –
nú um Händels »Messias« í Langholtskirkju
Grein, sum Ólavur Hátún hevur skrivað til íslendskar miðlar í sambandi við konsertferðina
Ólavur Hátún
Í sambandi við, at Havnar
kórið úr Tórshavn komandi
sunnudag 1. desember fer at
framføra Händels ”Messias”
í Langholtskirkju saman við
íslendskum sangsolistum og
tónleikarum rennur framvið
í hugaheiminum eitt næstan
45-ára tíðarskeið við ymisk
ligum tónlistarligum sam
skifti millum tjóðirnar.
Tað var á sumri 1969, at
Havnarkórið var á sínari
fyrstu av seinni so mongum
kórferðum í Íslandi. Innivist
fingu vit tá á Málaskúla Ís
lands, har Einar Pállson,
sonur gitna tónakaldið Páll
Ísólfsson, var skúlastjóri.
Systir hansara, tann kenda
songkvinnan Þuriður Páls
dóttir, stjórnaði tá Árnes
ingakórinum, og eftir sein
astu konsertina í Reykjavík
bjóðaðu tey okkum til búgvið
borðhald og hugnaliga sam
veru.
Íbirta vinalagið førdi við
sær endurvitjan í 1971 av
Árnesingakórinum í Føroy
um, har navnframi bassurin
Kristinn Hallsson setti ser
ligan dám á við sínari málm
rødd.
Tvey ár seinni, í 1974, tá
vit í sambandi við vitjan av
sveitsiska kór- og orkestur
leiðaranum
Willi
Gohl
skuldu framføra messu eftir
Schubert, vantaði okkum
bæði solistar og strúkarar.
Væl kom tað tá við at kunna
ringja til Kristinn í Menta
málaráðnum, sum ikki bert
skaffaði okkum tað, sum okk
um var tørvur á, men eisini
útvegaði ferðarkostnaðin.
Strúkaraliðið
mannaði
gitni
fiólspælarin
Bjørn
Ólafsson við framkomnum
næmingum
á
Tónlistar
háskúlanum, og sangsolist
arnir vóru partur av úr
valdum sangarabólki, sum
klaverleikarin Jónas Ingi
mundarson stjórnaði. Við í
hesum bólki var tann unga
Ólöf Kollbrún Harðardóttir,
sum seinni skapti søgu í
íslendska songheiminum.
Jónas kom á vitjan aftur
og gav føroyingum, sum jú
ynda manskór, góða upp
living
við
Karlakórinum
Fóstbræður.
Minniligt var tað eisini, tá
Þjóðleikshúskórið miðskeiðis
í 70-árunum var á konsertferð
við urguleikaranum Ragn
ari Bjørnssyni sum leiðara.
Merkisverdast millum solist
ar var tá tann gitni baryton
sangarin Guðmundur Jóns
son. Teir báðar fingu vit
hvønn sær at uppliva aftur
við seinni høvir í Føroyum.
Ein sersøgulig hending um
hetta sama mundið var tað,
tá Sinfónihljómsveit Íslands
var á sínari fyrstu Føroya-
vitjan. Vit máttu tá fáa út
bygt Læraraskúlahøllina til
størri pallpláss. Men at íløgan
var góð, mundu øll sanna, tá
Beethovens 5. symfoni undir
hondum
Páll
Pampichler
Pállsonar á fyrsta sinni ljóm
aði í Føroyum.
Almikið kundi framhald
andi verið at trivið í um
skiftandi tónleikasamvinnu
millum hesi bæði frændalond
í vesturhavi. Men merkisvert
fyri okkum var árið 1981/82,
tá trý nýútbúgvin íslendsk
tónlistarfólk vóru við til at
leggja støði undir musikk
skúlaskipan í Føroyum. Gjøg
num tey trý Bjørn Árnason,
fagottistur, Kjartan Óskars
son, klarinettistur og Hrefnu
Eggertsdóttir, pianoleikari,
styrktist eisini sambandið
til íslendska kórheimin, tá
Jón Stefánsson eftir teirra
tilmæli varð tónlistarligur
leiðari á Kórstevnu Føroya
í 1982 og fleiri eftir hana.
Honum hava vit mangar
gevandi kórløtur at takka
fyri og ikki minni fyri hjálp
og beinasemi, tá føroysk kór
hava verið á Íslands-leið.
Størsta felagsupplivingin
hjá Havnarkórinum og kóri
Jóns
Langholtskirkjukór
inum saman var uttan iva
framførslan
av
Requiem
Verdis á ”Atlantsljómi” 1998, tá
ikki minst serafiska solorødd
Ólöfs Kollbrúnar hugtók full
setta Norðurlandahúsið.
Óløf eins og tónlistarligi
samstarvari hennara Garð
ar Cortes kundu væl havt
vunnið sær glæsiliga yrkis
leið
í
operuumhvørvum
uttanlands. Men tey valdu
í staðin at leggja sál og
orku í at menna sangliga
heimaumhvørvið, og eftir
stendur lívsverkið hjá hesum
báðum eldsálum Íslendska
Óperan sum fastur stovnur
og Söngskólinn í Reykjavik
sum tryggasta undirstøði
undir sangligari menning í
landinum.
Eina lívgandi glæmu av
hesum teirra felags virk
semi fingu eisini vit í Havn
arkórinum, tá fyrst Ólöf og
seinni eisini Garðar eitt stytri
tíðarskeið um aldarskiftið
vitjaðu regluliga til Havnar
at hava vikuskeið við okkara
sangarum, har eisini onnur
sanghugað fingu høvi at vera
við. Ja, so mikið var komið á
leið við tiltakinum, sum vit
valdu at kalla ”Sangskúlin í
Reykjavík, Føroyadeild”, at
ætlan av álvara varð løgd um
at framføra ”Gandafloytu”
Mozarts í føroyskari týðing.
Men brádliga var uppi við
almenna fíggjarstuðlinum,
og tí fall íslendski-føroyski
sangskúlin niðurfyri aftur.
Heimið á Langholtsvegi
var tó framvegis opið við
hjartarúmi og hjálpsemi mót
vegis vitjandi eystanífrá, og
íslendskt stórtøkni gav seg
rættiliga til kennar, tá hjúnini
Ólöf og Jón í einum tøkum
tíma eitt skifti tóku gávuríku
Eivør Pálsdóttir til sín, og
Ólöf soleiðis loftaði hennara
dýrabæru rødd og gav henni
haldgott grundstøði til at
kunna menna seg upp í al
tjóða hæddir.
Vit kunnu nú venda aftur
til føroysku-íslendsku fram
førsluna av einum tí navn
framasta stórverki tónlistar
søgunnar Händels ”Messias”
í Langholtskirkju komandi
sunnudag kl. 16.00.
Solistar verða bassurin
Ágúst Ólafsson, sum hevur
verið okkara drúgvasti stuð
ul í okkara oratorisku roynd
um. Eisini tenorurin Eyjolfur
Eyjolfsson hevur vunnið sær
gott endurljóð og vinskap
í Føroyum. Hallveig Rún
arsdóttir, sum hugtók við
sínari bjørtu sopranrødd í
Jólaoratorium Bachs sein
asta ár, gleða vit okkum til
at aftur at samvirka við, og
nýtt og spennandi verður
at uppliva enn eina stjørnu
av Reykjavíkar ríka sangliga
himmalhválvi:
altsolistin
Sesselju Kristiánsdóttir.
Ein tøkk skal her loksins
berast Oliver Kentish og
hansara
tónleikarum
úr
Sinfóníuhjómsveit
Áhuga
manna fyri at vilja samstarva
við okkum til hetta høvið.
Liggja í songini fyri at halda hitanum
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna
Javnaðarflokkurin
Meðan
landstýriskvinnan
og forkvinnan í trivnaðar
nevndini tosað um at niður
leggja røktarheimspláss og
sambýlir, er syrgiliga støð
an á eldraøkinum tann,
at nakrir av okkara eldru
borgarum, sum vit sóu tað á
Sýnini í Degi og viku, mugu
liggja í songini fyri at halda
hitanum. Samstundis eru
tey vitni til hetta tosið um
at niðurleggja røktarpláss,
fyri at flyta peningin yvir til
heimarøktina, so at arbeið
ast kann fyribyrgjandi innan
eldrarøktina. Hetta má kall
ast at flyta fokus, frá vána
ligu støðuni innan eldrarøkt
ini, so tað stendur eftir.
Havi sjálv havt mína
dagligu gongd á Sýnini fyri
nøkrum árum síðani og eg
var ikki sørt skelka av tí, ið
vit sóu í Degi og Viku. At vit
kunnu bjóða okkara eldru
slíkar umstøður í 2013 er
óskiljandi.
Ì sama innslagi verður
tosað um tað farna, hví onki
er hent í so nógv ár. Sjálvandi
er tað harmiligt at heimið er
sloppið at forfalla soleiðis,
men nú er nokk tosað, nú má
nakað henda.
Á fíggjarlógini fyri 2013
eydnaðist at fáa samtykt, at
seta 4 milliónir av til at byrja
høvuðsumvæling av heim
inum á Sýnini, sagt var at
finnast skuldu ein fíggingar
leistur við kommununnar
um høvuðs umvælingina, og
síðan hendi onki.
Ikki fyrr enn tann 18 sep
tember 2013 var ein eyka
játtan framløgd, tann sætta í
ár, har biðið var um at flyta
1,5 millión til bráðneyðug
ar umvælingar á Sýnini, og
biðið var um at sleppa at
brúka restina av játtaða pen
inginum til Sýnina 2,5 milli
ónir, til vardar íbúðir í Eystur
oynni, tí hesar vera dýrari
enn mett. Fíggjarnevndin
segði ja til at játta hesar 1,5
milliónirnar men nei til at
brúka restina í Eysturoy.
Nú skriva vit november
2014 og enn verður bert tosað.
Landstýriskvinnan sigur í
Degi og Viku, at nú er man í
ferð við at gera eina nýggja
kostnaðarmeting av høvuðs
umvælingini og er enn í dia
log við kommununnar um
fíggingar leistin. Álvaratos,
við hesari ferðini í málinum,
verið eg ikki skøkk um megin
parturin av 2014 gongur,
uttan at nakað hendir. Vit
vita jú, at kommununnar
skulu yvirtaka eldraøki 1
januar 2015, er ongin loysn
funnin til tað tíð, so hanga
kommununnar uppá niður
slitnu heimini.
Farið tí at heita inniliga á
samgonguna, takið tykkum
saman og fái gongd á arbeiðið
beinanvegin, tí hetta kunnu
tit ikki bjóða okkara eldru.
Tosið um hvussu eldrarøktin
skal skipast í framtíðini kann
bíða eina løtu, tað kunnu tey,
ið mugu halda songina fyri
at fáa hita ikki.
eblaðið
sos.fo