Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hondbóltur PROFILURIN Hilmar Jan Hansen Fyri einum mánaði síðani kom 63 ára gamli danski hond­bóltsvenjarin og -menn­arin, Oliver Flemming Jensen, til Føroya at arbeiða við fyrst og fremst teimum ungu hjá hond­bóltsfelagnum H71 í Hoyvík, men eisini sum talentmennari hjá Hond­ bólts­sambandinum. Hann er eitt sera kent navn í bæði donskum og altjóða fótbólti, og serliga sum venjari hevur hann gjørt vart við seg, eitt nú við at fáa menninar hjá Virum- Sorgenfri HK í EHF Cup- finaluna síðst í 90-unum. Av øðrum donskum feløgum, hann hevur verið í, kunnu nevnast TMS Ringsted, Team Helsinge, Holte, Helsingør, Ajax, Rødovre og Lynge, og haraftrat hevur hann vant kvinnurnar hjá norska felag­ num Byåsen, umframt at hann í Polandi hevur vant mans­liðið hjá Wisla Plock. Aftur at tí, so hevur hann tikið allar venjara­út­búgv­ ingar av týdningi innan hond­bólt, heilt upp í EHF Mastercoach Degree, og hartil hevur hann lisið ítrótt á universi­teti og hevur ar­ beitt hjá danska hondbólts­ sam­bandinum sum venjara­ instruktørur. Og so hevur hann eisini verið nógv brúkt­ ur sum viðmerkjari til hond­ bólt í sjónvarpinum. – Eg havi fingist við hond­ bólt mestsum alt lívið og má vælsaktans kallast hond­ bólts­nørdur. Sjálvur byrjaði eg at spæla hondbólt sum átta ára gamal og fór allan vegin uppeftir, so eg endaði sum danskur meistari í elitu­hondbólti sum vaksin, greið­ir dámligi danskarin frá, meðan vit sita uppi yvir einum góðum kaffikoppi í Kaffi­húsinum í Vágsbotni í Havn. – Longu sum 27 ára gamal fekk eg áhuga fyri at arbeiða sum couch og venjari. Skal eg provokera eitt sindur, so kann eg akkurát tað sama siga, at eg sjálvur hevði upplivað ov nógvar vánaligar venjarar, sum næstan bara hugsaðu um at fáa úrslit og ikki um menn­ingina hjá spælarunum. Eg haldi hinvegin, at arbeiðir tú við at menna spælararnar, so skulu úrslitini nokk koma. Umvegis mína stóra áhuga fyri hondbólti, havi eg so eis­ini útbúgvið meg sum ítróttar­lærara og undirvísara á universitetsstigi. Nógv burtur úr lítlum Tað skerst ikki burtur, at Flemming Oliver Jensen hev­ur lítlan hug at tosa so nógv um seg sjálvan, tí tað heldur hann ikki hava so stór­an týdning. Nógv heldur vil hann tosa um hondbóltin og hvussu tú kanst menna henda ítróttin og geva spælar­unum frá barnsbeini av góðar avbjóðingar, so hond­bóltur verður eitt stutt­ ligt, spennandi og menn­andi spæl. – Sum venjari byrjaði eg rættiliga grønur og havi ar­ beitt meg uppeftir, og síðani havi eg verið ymsastaðni og vant lið á hægsta stigi. Men sjálvt um eg havi øgiliga stór­ an áhuga fyri hondbólti, so ræður eisini um at duga at síggja spælið við øðrum eyg­ um. Hevur tú bara bóltin at arbeiða við, er tað ikki nóg menn­andi, so tí vil eg fegin hava eitt sindur av filosofi og øðrum uppí, sigur hann. – Tá eg kom heimaftur úr Polandi fyri tveimum ár­um síðani, fekk eg hug at hjálpa mínum gamla barn­dóms­felag, IF Stadion, sum liggur í einum umráði, har tey baksast við stórar trupul­leikar, tá tað kemur til integra­tión og líknandi. Har var avbjóðingin millum annað at fáa børn har at halda, at tað hevur týdning at íðka lið­ítrótt, og eg havi so roynt at gjørt mítt fyri at fáa tað at virka. Men nú er Flemming Oliver Jensen í Føroyum, og tí er rættiliga upplagt at fáa hann at fortelja, hví hann held­ur, at Føroyar eru eitt so mikið áhugavert stað í hond­ bólts­høpi, at hann hevur valt at tikið eitt hálvt ár her sum hondbólts- og talent­ mennari. – Eg havi so altíð havt tað orðið á mær, at eg dugi at fáa nógv burtur úr lítlum, og við allari virðing, so mugu vit ásanna, at Føroyar eru jú smáar í hondbóltshøpi. Eg hevði fleiri tilboð um venjara­størv, men hevði ikki hug til at venja ligalið, men vildi heldur vera ein, ið ar­ beiddi við hugskotum og bar nakrar tankar og nøkur hug­skot víðari um, hvussu hjondbóltsspælið kundi fáa betri treytir, sigur hann. – Tá eg so fekk eina áheitan ítróttur Føroyar kunnu saktans vera við – Eg havi so altíð havt tað orðið á mær, at eg dugi at fáa nógv burtur úr lítlum, og við allari virðing, so mugu vit ásanna, at Føroyar eru jú smáar í hondbóltshøpi, sigur Flemming Oliver Jensen, ið veruliga trýr uppá, at Føroyar kunnu gera seg galdandi í hondbólti. Næsta hálva árið skal danski venjarin menna hondbóltin í Hoyvík, samstundis sum hann fyri Hondbóltssambandið tekur sær av úrvalsvenjing – Hevur tú fimm góðar landsliðsspælarar og fært tveir góðar upp frá U18, so hevur tú sjey góðar spælarar, og upp á tann mátan kanst tú í friði og náðum byggja upp og fáa eitt gott landslið. Tað er hetta, sum tað heila snýr seg um, sigur Flemming Oliver Jensen Mynd: Hilmar Jan Hansen