Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 frá H71 um at koma til Føroya, var kona mín við uppá, at eg skuldi fara at vita, hvat hetta var fyri nakað. Eg var so í Føroyum eitt vikuskifti, har eg møtti fólkunum frá H71. Frammanundan visti eg frá føroyingum, sum hava spælt niðri, at felagslívið ikki altíð var so væl skipað, men her upplivdi eg H71 sum eitt sera væl virkandi felag, og tað var eg eitt sindur bilsin av. Og tá so Hondbóltssambandið eis­ ini hevði ein tørv, helt eg tað vera øgiliga spennandi at kunna vera partur av úrvals­ arbeiðinum har. Talentið er her Ferð eftir ferð endurtekur danski venjarin og mennarin, at hann enn bara hevur verið í Føroyum í ein mánað, og at tí skulu hansara eygleiðingar takast við størsta fyrivarni. Men samstundis skerst ikki burtur, at ásannast má, at orðatakið um, at »gløgt er gestsins eyga« saktans kann brúkast. – Tit í Føroyum eiga at hugsa eitt sindur hægri tankar um tykkum sjálvi, tí tit hava eitt gott tilfeingi og kunnu saktans røkka mun­ andi longri, enn tit gera nú, um tit bara trúgva meira upp á tað og lata vera við at seta tykkum sjálvum forðingar. Í tykkara lítla samfelag búgva altso 50.000 fólk, og higartil havi eg í hvørjum einasta árgangi sæð fleiri talent, harav onkur eisini eru heilt stór talent, sigur hann. – Hondbóltur er ein risa­ stór ítróttargrein í norður­ lond­um, so hví ikki gera nakað við tað her? Hygg bara at hasum svimjaranum hjá tykkum, Pál Joensen, sum er blivin ein supergóður svimj­ ari, hóast umstøðurnar ikki hava verið tær allarbestu. So sjálvandi eigur hetta eis­ini at bera til hjá øðrum, og eg skilji ikki, at ikki fleiri lofta tí hugburðinum, at tað sjálv­ andi kann bera til. Millum annað vísir Flemming Oliver Jensen á, at ikki langt frá Føroyum ligg­ur Ísland, sum við sínum 300.000 íbúgvum megnar at skapa heimsklassaúrslit alla tíðina. – Hinvegin, so bleiv eg djúpt provokeraður, tá eg eina­ferð tosaði við ein før­ oysk­an spælara, sum var glaður fyri, at hann við før­ oyska landsliðnum hevði fingið ein javnleik ímóti Luxem­bourg. Altso, her hava tit 50.000 íbúgvar og nakrar túsund hond­bólts­spæl­arar, og í øllum førum hava tit 20 ferðir so nógvar hond­bólts­ spæl­arar sum Luxembourg, sum er nógv størri, sigur hann. – Tí eri eg eisini sannførdur um, at um meira varð gjørt burtur úr talentvenjingini, so teir ungu og evnaríku spæl­ ararnir fingu nøkur tilboð og nakrar avbjóðingar, bæði við at útbúgva venjarar úti í fel­øg­unum og við at geva spæl­arunum møguleika til umvegis landsliðini at menna seg, so høvdu tit eisini sæð úrslit. Eina greiða linju Samstundis heldur Flemming Oliver Jensen tað vera frustrer­andi at hoyra, at hond­bóltslandsdystir bara verða spældir triðjahvørt ár, tí um hugt verður at fót­bólt­ inum, so spæla bæði A- og U21-landsliðini fleiri dystir hvørt ár, so tað heldur hann, at hondbólturin sjálvandi eis­ini skuldi gjørt. – Tit hava eitt gott vinnulív her, sum eg síggi tað, og tí áttu bæði sponsorpengar og vilji og áhugi verið hjá vinnu­ lívinum at spælt við, um tey bara sóu, at her var talan um eina veruliga ætlan og at álvari lá aftanfyri. Sum nú er, ber jú ikki til at spyrja vinnu­lívið eftir pengum og stuðli, tá landsdystir ikki eru aftur fyrr enn um tvey ella trý ár, so tað er neyðugt við visjón­um, hvat man vil, sigur danski venjarin. – Tað ræður um at fortelja vinnulívinum, at her hava vit eina góða verkætlan, og at vit kunnu lova profilering og umrøðu javnan, afturfyri at tit hjálpa. Sjálvandi kost­ ar tað pengar at gera nakað samanhangandi við talent­ menning og tað heila frá U12 og allan vegin uppeftir, men tú kanst jú heldur ikki selja nakað, um tú bara kemur á plakatina triðjahvørt ár. Her er tað, at talent­ menn­ingin eisini kemur inn í myndina, tí tað hevur so nógv at siga, at tú hevur nak­að at seta við, og tí leggur Flemming Oliver Jensen stóran dent á, at tað ræður um at gera sær greitt, hvat børn­ini skulu duga sum 10 ára gomul, 12 ára gomul og so fram­vegis. – Talentarbeiðið snýr seg um stillisliga at menna børn­ ini og tey ungu, so tey so hvørt fáa fleiri førleikar hvør sær. Tað snýr seg ikki so nógv um at menna allan hópin undir einum, men heldur at menna einstaklingin, tí tað kollek­tiva skulu tey nokk læra. Duga tey sjálv at klára seg við bóltinum, kunnu tey læra alt hitt eisini, sigur danski venjarin, sum í hesum høpi longu hevur havt tvær úr­vals­venjingar við børnum úr øllum landinum. – Har hevur talan verið um at venja einstaka spæl­ aran, og eg haldi, at tað hev­ ur so sera stóran týdning, at ein greið linja gongur ígjøgn­um allan vegin. Tá úrvals­venjingarnar eru á skránni, skalt tú ikki vænta at síggja okkum spæla upp á tvey mál, men heldur leggja dent á ymsar tættir í spæl­ inum. Nú eg havi havt tvær úr­valsvenjingar fyri Hond­ bólts­sambandið, vildi eg fyrru ferðina síggja, hvussu tey skutu upp á mál og runnu fram á vøllin, hvussu skjót tey vóru við bóltinum og hvussu tey spældu bóltin, meðan tey runnu, meðan eg seinnu ferðina legði meira dent á agressivt verjuspæl við nógvum kropsdystum, har tey skuldu læra at vera stútt á beinunum og at brúka arm­arnar. hondbóltur PROFILURIN ítróttur Tað snýr seg ikki so nógv um at menna allan hópin undir einum, men heldur at menna einstaklingin, tí tað kollektiva skulu tey nokk læra ...framhald á síður 38 Myndir: Hilmar Jan Hansen Flemming Oliver Jensen til arbeiðis fyri Hond­ bólts­sambandið. Her eru tað U17-genturnar, ið fáa góð ráð frá danska hondbóltsvenjaranum og -mennaranum, ið næsta hálva árið mennir hondbóltin í bæði H71 og við úrvalsvenjingum fyri Hondbóltssambandið