Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur PROFILURIN Karabatic sum dømi Hetta við at leggja dent á einstaklingin, er heilt greitt eitt lyklaorð í tí, Flemming Oliver Jensen hevur upp á hjarta, tá tað snýr seg um at menna hondbóltsspælarar frá teimum yngstu og upp­ eftir, og hann vísir millum annað á, hví hann heldur, at danskur hondbóltur ikki so væl dugir at heysta úrslitini av ungdóminum, tá talan er um hondbóltin hjá teimum vaksnu. – Danmark er heimsins besta tjóð, tá tað kemur til ungdómsbólt, men fyri tað er Danmark ikki best í vaksna­ mannabólti, og dúgliga hevur verið kjakast um, at danski hondbólturin er í so kollektivt orienteraður, og at tí síggjast úrslitini ikki aftur í sama mun, sum ein skuldi hildið, sigur hann. – Taka vit eitt nú Frakland, so hava fraklendingar ikki vunnið nógv meistaraheiti hjá teimum yngru, men frak­ lend­ingar vita, hvat teir vilja, tá tað kemur til hondbóltin hjá teimum vaksnu. Og har sæst helst aftur, at teir hava lagt størri dent á ein­stak­ lingin, heldur enn á hópin, og tað er eisini tað, eg haldi vera so umráðandi. Sum dømi nevnir Flemming Oliver Jensen fronsku heimsstjørnuna, Nikola Karabatic, sum var ein fínur ungur spælari, men ikki ein, ið skaraði burturúr. Men so gjørdi hann brádliga eitt skarvslop, tá hann sum 17 ára gamal framman fyri túsundtals áskoðarum í Hamburg spældi sín fyrsta A-landsdystir ímóti Týsk­ landi, har hann skjeyt heili 13 mál. – Hann hevði fingið individuella menning allan vegin uppeftir, og brádliga gav tað úrslit. Øll, sum kenna nakað til hondbólt í dag, kenna eisini til Karabatic, sigur hann og vísir á, at um tú megnar at menna ein­stak­ lingarnar, fært tú eina javna tilgongd av góðum spælarum, sum í longdini eisini fara at geva góð úrslit. – Til dømis í Danmark verður sagt sum so, at megn­ ar tú at fáa ein ella tveir liga­ spælarar um ári úr hvørjum árgangi, so er tað ein fín úrtøka. Hevur tú fimm góðar landsliðsspælarar og fært tveir góðar upp frá U18, so hevur tú sjey góðar spælarar, og upp á tann mátan kanst tú í friði og náðum byggja upp og fáa eitt gott landslið. Tað er hetta, sum tað heila snýr seg um. Fínir spælarar Víðari vísir Flemming Oliver Jensen eisini á, at tveir evna­ ríkir spælarar sak­tans kunnu lyfta eitt lið, sum ikki hevur so nógvar góðar spælarar, og tí ræður um at hava eina áhaldandi menn­ingar­ætlan, har tingini henda yvir eina longri tíð og eru saman­ hangandi. – Tað ber ikki til bara at melda eitt landslið til, tá vit síggja, at vit hava ein góðan árgang, tí tað snýr seg um at byggja upp og fáa tað besta burtur úr teimum ár­gang­ unum, sum eru. Tað ræður um alla tíðina at hava eitt gott tilboð til hond­bólts­ spælararnar, so hvørt sum teir vaksa til, tí spælararnir mugu fáa góðar upplivingar, so teir síggja hondbóltin sum eina spennandi ítróttargrein, og eisini skulu tey ungu sleppa út at síggja, hvussu onn­ur gera, sigur Flemming Oliver Jensen, sum yvirhøvur letur væl at tí, hann hevur sæð henda fyrsta mánaðin í før­oyskum hondbólti. – Føroyskir spælarar eru á lægri stigi enn í Danmark, men eg havi sæð fínar spæl­ arar, nú eg havi verið her í ein mánað. Eg veit, hvat ein góður spælari er, og eg havi eisini sæð onkran sera góðan spælara her. Tað er galdandi fyri bæði kynini, og tá vit tosa um at menna hondbóltin, so eiga vit bæði at hugsa um gentur og dreingir, tí øll eiga tey at fáa avbjóðingar og møgu­leikar. Eitt, danski venjarin eisini hevur heft seg við eftir henda eina mánaðin í Føroyum, er mátin, sum kappingin her er skipað eftir, tí har er pláss fyri fleiri batum. – Eg havi til dømis sæð, at dreingir 12 ár spæla tvær ferðir 15 minuttir, tá dystur er, sjálvt um teir saktans kundu spælt tvær ferðir hálvan tíma. Har sita tíggju spælarar og tríggir koma inn í tríggjar minuttir hvørja ferð, og tað er ikki nøtkandi, tá teir venja fýra ferðir um vikuna, sigur Flemming Oliver Jensen, ið eisini hevur tankar um, hvussu talent­menningin hjá Hond­bóltssambandinum kundi verið eitt amboð, ið kundi styrkt kappingina í ymsu deildunum. – Ja, eg havi skotið upp, at tey, sum eru við í úrvals­venj­ ingi hjá U12 kundu mannað tvey lið, sum spældu í U14, og at úrvalsspælararnir í U14 eisini kundu mannað tvey lið í U16. Upp á tann mátan koma tvey talentlið úr rekkjuni niðanfyri upp, og tað kundi givið øllum pørtum nógv. Fara eftir málinum Yvirhøvur er danski venjarin ein maður, ið hevur lætt við at tosa seg heitan, og tað skilst á øllum brøgdum, at hann veruliga brennir fyri sakini. Og tá hann kallar seg sjálvan »hondbóltsnørd«, er tað nokk heldur ikki at gera ov nógv av, tí hann tykist anda og liva fyri bóltspælinum, sum eisini hevur sín uppruna í heimlandi hansara. – Eg havi verið glaður fyri tíðina í Føroyum higar­ til, tí her eru nógv fólk, sum veruliga vilja før­oysk­um hondbólti tað allar­besta. Eisini havi eg møtt nøkrum fólkum í Hond­bólts­sam­band­ inum, sum veruliga vilja gera ein mun, men tey eru bara ov fá. Brúk er fyri, at vit fáa fleiri, sum hava hondbóltin sum fyrsta prioritet, fyri at alt skal koyra betri, sigur hann. – Eisini havi eg møtt hug­ burð­inum, um hetta ikki er ov nógv av tí góða ella um vit makta hetta, sum eg leggi upp til, men tað er bara so umráðandi at hava nakr­ar tankar og at tora at royna teir í verki. Og skalt tú røkka eitt úrslit og fáa nakað burturúr, so nyttar lítið, at onkur kemur higar úr Dan­ mark eitt vikuskifti ella av og á og hevur eitt skeið. Alt snýr seg um, at tú hevur ein samanhang í arbeiðinum, og at nøkur fólk velja at brúka tíð uppá at gera tað, sum skal gerast. Flemming Oliver Jensen hevur eina turkatrúgv uppá, at hondbólturin er ein ítróttar­grein, sum onga orsøk hevur til at smæðast millum aðrar, og vísir millum annað á, at teir, sum spæla hondbólt í bestu donsku deildini, tjena góðar pengar og liva av at spæla hondbólt. – Eg sigi ikki, at vit skulu hava proffessionellan hond­ bólt í Føroyum, men tað ber til at arbeiða við nøkrum kørm­um, sum eru nógv meira lokkandi, enn teir eru tað nú. Eitt nú skilji eg slett ikki, at einki føroyskt felag er við í europeisku kappingunum fyri feløg, tí har kundu tey fingið nakrar dystir, ið veru­ liga kundu givið nakað. Um tað er ov dýrt, ber til at spæla báðar dystirnar á útivølli, tí tað ræður fyrst og fremst um ikki at vera so bangin fyri at gera eitt lop rætta vegin, men at fara eftir tí, sum málið er, sigur hann. – Um vit hugsa um lands­ liðsarbeiði, so kundu før­oy­ ingar til dømis sett sær sum mál at tikið dystin upp við finnar, sum spæla nógvan hond­bólt, men bara ikki duga so væl sum svenskarar, norðmenn, danskarar og ís­ lend­ingar. Tað ræður um at taka dystin upp, tí við røttu menningarætlanini, ið eigur at fevna um allar aldurs­ bólk­arnar uppeftir, kundu Før­oyar saktans havt góð lands­lið, bæði hjá teimum ungu, umframt hjá kvinnum og monnum. hilmarjan@sosialurin.fo – Tit í Føroyum eiga at hugsa eitt sindur hægri tankar um tykkum sjálvi, tí tit hava eitt gott tilfeingi og kunnu saktans røkka munandi longri, enn tit gera nú, um tit bara trúgva meira upp á tað og lata vera við at seta tykkum sjálvum forðingar, sigur Flemming Oliver Jensen Mynd: Hilmar Jan Hansen