Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eg valdi at kempa - Tá eg merkti, hvussu høgra síða á øllum kroppinum var lamin, hugsaði eg, at nú fór eg ongantíð at sita í flogskiparaklivanum aftur. Tann tankin var alt annað enn góður. Tað sigur 38 ára gamli René Askham, pilotur, sum fyri seks árum síðani misti flúgviprógvið orsakað av einum blóðtøppi. Fyrst í hesum mánaðinum fekk hann pappírini aftur – og sítt dreymastarv Rannvá Gaard Fossaberg - Eg veit ikki, júst hvat tað er, sum hugtekur meg við starvinum, men tað er kanska sjálvur lívsstílurin. Tú kemur til nógv støð, ar­ beið­ir saman við ymiskum fólk­um, og so er eingin dagur eins. Alt tað dámar mær bara væl, og tað er ivaleyst eisini tí, eg altíð havi viljað verið pilot­ur. Soleiðis sigur 38 ára gamli René Askham úr Havn, ið er út­búgv­in pilotur og starvast hjá Atlantic Airways. Hann býr í Keypmannahavn sam­ an við konuni og teirra trim­ um børnum. Fyri sjey árum síðani fekk hann ein blóðtøpp, sum var nær við at seta eitt endaligt punk­t­um fyri hansara karri­ eru sum flogskipari. - Gongdin, frá tí eg bleiv sjúku­r og fram til í dag, hev­ ur lært meg, at tað loysir seg at vera treiskur og kempa fyri tí, mann vil, sigur René Ask­ham, sum aftaná sjey ár við miðvísari endurvenjing endi­liga kundi seta seg aftur í flog­skipara­klivan í einum av flog­føri­num hjá Atlantsflogi 3. november í ár. Eitt dreymastarv Áhugan fyri flogførum og flog­vallum hevur René Ask­ ham havt alt tað, hann kann minnast. - Heima hjá okkum hevur alt við flúgving altíð fylt rætti­liga nógv, og eg minnist væl, at vit við nátturðaborðið tos­aðu um okkurt við flúgv­ ing, fortelur René Askham og vísir á, at áhugin ivaleyst ligg­ur til familjuna. Abbin, Trygvi Askham, var fyrst pilotur í danska flogvápninum, og síðani arbeiddi hann í nógv ár sum leiðari í Torni­num á flog­vølli­ num í Vág­um. Somu­leiðis ar­ beiddi mam­mu­beigg­in, Djóni Ask­ham, eisini innan danska flogvápnið og var pilotur. Sum barn og ungur var René Askham altíð hugtikin av flogførum ,og tí var hann als ikki í iva um, hvørja út­ búgv­ing hann skuldi hava. - Eg søkti fyrst inn í danska flogvápni. Har slapp eg inn sum hermaður, men ikki sum pilotur, tí har vóru so nógvir, sum søktu. Í roynd og veru var eg tætt við at sleppa dreyminum um at gerast flogskipari tá, tí um eg skuldi fara si­vila vegin, skuldi eg av við eina rúgvu av pengum, greið­ir René Ask­ham frá og sipar til tær um­leið 700.000 krónurnar, sum ein flog­skipara­út­búgv­ ing kostar á leið. Ynskið um at hava ein arbeiðs­dag ímillum skýggini var tó ikki nakað, sum René Ask­ham kundi skúgva til viks uttan víðari. Í 1999 byrj­ aði hann at læra til pilot. - Næstan beinanvegin merkti eg á mær, at eg var kom­in á røttu hill. Tað var akkur­át eg. Sjálvt um tað var stræv­ið fíggjarliga, so dámdi mær ótrúliga væl, sigur René Ask­ham. Tá tú ert í ferð við at útbúgva teg pilot, hevur tú rætt til útbúgvingarstuðul, men René Askham valdi at arbeiða við síðuna av les­ naði­num. - Tá tú skalt betala eina út­búgv­ing, sum kostar eini 700.000 krónur, so ger útbúgv­ing­ar­stuðulin ikki so stór­an mun. So eg arbeiddi á einum bilverkstaði alla ta tíðina, eg var undir út­búgv­ ing, greiðir René Askham frá. Í 2002 bleiv hann liðugur við útbúgvingina og stóð sum 27 ára gamal við pappír­ unum í hondini, ið prógvaðu, at hann nú kundi kalla seg pilot. Ynskti føroyskar starvsfelagar Fyrstu tíðina sum útlærdur pilotur arbeiddi René Ask­ ham í eitt tvey ára skeið í Grøn­landi, har hann fleyg við posti á vestursíðuni á Grøn­landi. Hesi bæði árini búði hann í Danmark, og so­ statt var hann í Grønlandi í um­l­eið fýra vikur, tá hann ar­beiddi, og hevði síðani fýra vik­ur frí í Danmark. - Felagið, eg arbeiddi fyri, gavst í august 2004. Øll árini hevði eg havt samband við Hans Hansen, flogovasta hjá Atlantic Airways, og tá eg misti starvið í Grønlandi, tosaði eg við Hans um møguleikan at flúg­va fyri Atlantic Airways. Eg var heppin, tí longu í okto­ber sama ár fekk eg starv sum stýri­mað­ur hjá Atlantic Air­ ways, fortelur René Askham. Fyri tann tá 29 ára gamla mann­in var tað ein stór upp­ living at fáa starv hjá før­oys­ ka flogfelagnum. - Fyri at siga sum er, so var tað altíð mítt mál. Síða­ ni eg fór at læra til pilot sivilt, hevur tað altíð ver­ ið dreymurin at koma inn í Atlantic Airways og at ar­ beiða saman við før­oy­ing­um, sig­ur René Askham, sum alt fyri eitt stórtreivst í føroyska flog­felagnum. Fyrstu tíðina skuldi hann læra flogtýpuna at kenna og og skuldi flúgva eitt ávíst tal av tímum saman við einum instruktøri. Eftir at hava flog­ið sum stýrimaður í tvey ár hevði hann arbeitt seg upp í tignarstigini og bleiv skip­ari. - Tað var í mai mánaði 2006, og eg minnist væl, hvus­su glaður eg var, um endi­liga at vera blivin ­skip­ ari. Hetta var tað, eg altíð hevði viljað. Lívið tók bráða vend Starvið sum skipari hevði René Askham bert í stutta tíð. Bert tríggjar mánaðir eftir at hann hevði fingið síðstu strípuna á skjúrtuna bleiv René Askham brádliga rakt­ur av sjúku.