Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi - Tað var ein leygardag. Starvs­fólkini í Atlantic Air­ ways høvdu verið ein gongu­ túr til Norðadals, og um kvøldið høvdu vit veitslu. Eg búði hjá most­ur míni í Sørvági, meðan eg var í Før­ oyum, og sunnu­morgun­in, tá eg vaknaði, visti eg alt fyri eitt, at alt ikki var, sum tað átti at vera. Eg merkti ikki nakra pínu sum so, men visti bara, at her var heilt galið, for­telur René Askham. Høgri armur og høgra síða á andlitinum vóru lammað, og somuleiðis var ein partur av tunguni púra deyður. - Av tí sama fekk eg illa tos­að, men alt var í lagi mentalt, og burtursæð frá at eg var partvís lammaður, var eg júst soleiðis, sum eg altíð eri, minnist René Askham, sum var rættiliga róligur, hóast hann ikki fekk rørt seg sum vanligt. - Eg bleiv bara liggjandi í songini og vildi bíða og vita, um tað ikki fór at gan­ga yvir. Eg hugsaði ikki tað ring­asta beinanvegin og hevði hug til at skúgva hetta eitt sindur til viks. Tað er eisi­ni eitt sindur týpiskt fyri okk­um mannfólk, sigur René Ask­ ham og hevur hug at flenna. Seint fyrrapartin var støð­an einki batna, og lækn­ in, sum kom til Sør­vágs, av­ gjørdi at senda René Ask­ham til Havnar á Lands­sjúkra­ húsið. Har fór alt fyri eitt ígjøg­num nógvar kanningar, og rættiliga skjótt kundu tey staðfesta, at hann hevði fing­ ið ein blóðtøpp í heilan. - Eg bleiv rættiliga sjokk­ er­að­ur, tá tey góvu mær tey boðini. Hugsaði um eg nakran­tíð fór at koma fyri meg aftur, um lammilsi fór ella, um tað var nakað, eg mátti liva við restina av lívi­ num, sigur René Askham og held­ur fram: - Eg hugsaði rættiliga nógv um, hví eg hevði fingið ein blótøpp. Eg sum altíð havi liv­að eitt vanliga heilsugott lív, eri ikki yvirvektigur, royki ikki og havi altíð gjørt eitt sind­ur av ítrótti. Heldur ikki hevði eg kent meg strongdan ella nakað tílíkt, vikurnar áðr­enn eg fekk blóðtøppin. Drúgv uppvenjing René Askham bleiv settur í viðgerð við heilivági og síða­ ni bleiv avgerð tikin, um at hann skuldi til Danmarkar til endurvenjing. Tvær vikur eft­ir tilburðin var hann á Ríki­s­sjúkra­húsinum og fyri framm­an var ein long tíð, har René Askham skuldi venja kropp­in, soleiðis at hann fekk fullan ferðugleika aftur. Eisini var hann í Spania á eini endurvenjingarmiðstøð í tríggjar vikur, har hann van­ di intensivt. - Tað var ikki fyrr enn nakr­ar fáar vikur vóru farn­ ar, at tað veruliga gekk upp fyri mær, hvat var hent. Og tá byrjaði eg at líkasum fortelja mær sjálvum, at nú var altso liðugt við at flúgva, og tann tankin var alt annað enn góður. Men hinvegin sum støðan var, so var eg ikki kropsliga førur fyri at vera flogskipari, og tað dugdi eg væl at síggja. Tað var bara ógvuliga hart og sárt, sigur René Askham. Sum pilotur hevur tú skyl­ du av boða myndug­leiku­num frá, um tú ert sjúk­ur í eitt ávíst tal av døgum ella um tú brád­liga verður inn­lagd­ur. Síða­ni verður flúgvi­prógvið tik­ið, og tú mást søkja á nýggj­um. - Prógvið bleiv latið inn nakr­ar vikur eftir sjálvan til­ burð­in. Eg var komin til sætt­ is við mær sjálvum um at hetta var støðan, og her var ikki annað at gera, men sjálv­ andi var eg keddur, minnist René Askham. Dreymin um at sleppa aft­ ur at flúgva hevði hann slept. Men so byrjaði av álvara at gan­ga framá við venj­ing­ unum. - Eg vandi hvønn dag bæði á Ríkissjúkrahúsinum, hjá fysioterapeuti og eisini sjálv­ ur. Umleið eitt hálvt ár, eftir at eg var blivin sjúkur, hevði eg fingið fullan ferðugleika aftur, og líka so skjótt eg sá, at nú gekk rætta vegin, byrjaði eg at hugsa aftur um at flúgva, sigur René Ask­ ham. Fekk grønt ljós Alla hesa tíðina, René Ask­ ham var í endurvenjing, var hann tætt knýttur at deild­ ini Flyvemedicinsk á Ríkis­ sjúkra­húsinum. Hetta er deildin, ið tekur sær av teim­ um, ið mugu hava eina ser­ liga læknaváttan fyri at gera sítt arbeiði. - Eg luftaði tankan fyri læknun­um har, um at eg kun­di hugsað mær at flogið aft­ur, men til tað søgdu teir einki ítøkiligt. Men í 2008 fekk eg eitt endaligt nei um at flúgva. Eg gekk til skanningar regluliga, og har vóru eingi tekin um afturstig, men læknarnir kundu ikki geva mær eina grun­d­geving fyri teirra niður­støðu. Hetta var bara støðan, og læknarnir dugdu ikki at siga, hví eg hevði fingið blóðtøpp, for­tel­ur René Askham, sum fram­veg­is var knýttur at Atlan­tic Airways. Ikki sum flo­g­skipari, men var við til legg­ja arbeiðsætlanir til ræt­ tis hjá pilotum og flog­tern­ um. Seinni bleiv hann leiðari inn­an venjing hjá Atlantic Air­ways. - Tað var sjálvandi gott, fram­vegis at vera knýttur at fela­g­num, men eg saknaði at flúgva. Serliga tað sosiala, at vera úti við manningini og so framvegis. Tí royndi eg aftur at leggja eitt trýst á læknarnar í Danmark og bað um at verða kannaður aftur. Tað gjørdi eg í fleiri um­før­ um, og tað vísti at loysa seg, sigur René Ask­ham. Í september mánaði í ár fekk René Askham eina upp­ ringing, hann leingi hevði bíð­að eftir. - Læknin ringdi og gav mær grønt ljós at flúgva. Eg skuldi bara koma til eina kann­ing, og sá alt gott út, skuldi eg fáa flúgviprógvið aft­ur. Tað var heilt ótrúligt, tá hann segði tað, tí hetta var nakað, eg hevði bíðað eftir leingi, men eg tordi ikki veru­liga at trúgva tí, fyrr enn eg hevði pappírini hondini, sigur René Askham, sum var einsa­mall­ur heima í íbúðini í Danmark, tá hann fekk boðini. Alt fyri eitt ringdi hann til konu sína at geva hen­ni góðu tíðindini. Treiskni loysti seg Sunnudagin tann 3. nov­ em­ber kundi René Askham endi­liga aftur seta seg í flog­skipara­klivan í einum av flog­føru­num hjá Atlants­ flogi. - Dagarnar áðrenn hugs­ aði eg eitt sindur um, um eg fór at verða nervøsur, tí tað vóru hóast alt sjey ár liðin, síðani eg seinast sat har. Men túr­urin gekk væl, og eg hevði eina góða kenslu, sigur René Ask­ham, sum komandi tíð­ina skal flúgva sum stýri­ mað­ur og ikki skipari, sum hann annars var áðrenn blóð­tøppin. - Tað havi eg sjálvur valt, tí eg vil hava eina góða og ró­liga byrjan aftur. Nú skal eg flúgva eitt ávíst tímatal, har eg eri undir uppsýni, og síðani kann eg møguliga flúg­va sum skipari um eina tíð. Fyri meg er tað bara um­ ráð­andi, at eg í heila tikið slapp av flúgva aftur, sigur René Askham. Hóast hann kennir seg væl og alskyns kanningar og skanningar vísa, at hann er væl fyri, so lúrir óttin fyri, at ein blóðtøppur kann koma aft­ur. Men tað er ikki nakað, hann hugsar nógv um. - At byrja við hugsaði eg nógv um, hvat nú um eg fór at gerast sjúkur aftur, men eg havi verið til so nógv­ar kanningar, at eg eri nógv meira kannaður enn aðr­ ir pilotar. Læknarnir eru samdir um, at eg eri í min­ni vanda at blíva sjúk­ur aftur saman­borið við ein van­lig­an pilot, tí eg havi ver­ið ígjøg­ num so nógv­ar kann­ingar og undir strong­um eftirliti, greið­ir René Askham frá. Hann er glaður fyri, at hann tók endurvenjinga í álvara, soleiðis at hann aftur kundi flúgva og prógva fyri læknu­num, at hann var skikk­að­ur at flúgva aftur. Í dag merkir hann lítið og einki til avleiðingarnar av blóð­tøppi­num. - Eg eri als ikki í iva um, at hevði eg ikki verið so treiskur, so hevði eg ongan­ tíð fingið pappírini aftur. Tað nemmasta hjá lækn­un­ um var at siga nei, men eg valdi at kempa. Bæði endur­ venj­ing og við at seta trýst á læknarnar, sum ongantíð komu við eini grundgeving fyri, hví eg ikki kundi fáa pappír­ini, sigur René Ask­ ham, sum fegnast um at hann ognatíð gav skarvin yv­ir um at sleppa at flúgva. - Í dag eri errin av, at eg havi klárað at koma so langt, at eg aftur kann hava mítt dreym­a­starv. Hetta er tað, eg vil. René Askham sum vónríkur, nýútbúgvin pilotur í 2002. - Tað hevur altíð verið málið at koma inn í Atlantic Airways og arbeiða saman við føroyingum, sigur René Askham Mynd: Privat