Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Jón Brian Hvidtfeldt - Nei, heilsuverkið fungerar ikki nóg væl enn. Og jú, nógv kann gerast betri. Kar­sten Hansen svarar av­gjørd­ur, nú hvassar atfinn­ ing­ar eru verandi bygnaði við trimum sjúkrahúsum. Í Sosialinum mánadagin eftir­lýsti Tummas í Garði, fyrr­verandi lækna­stjóri og vara­stjóri á Lands­sjúkra­ húsi­num, at sjúkrahúsini fáa eina felags leiðslu, ið kann stýra heilsuverkinum betri enn ídag. - Tað, sum gongur fyri seg nú við ongari samskipan av virk­seminum og høpisleysum dupult­funktiónum kann ikki halda áfram, sigur Tummas í Garði. Karsten Hansen er skjótur at svara: - Tað er bara ein leiðsla ídag! Aðalstjórin í Heilsu­ mála­ráðnum er stjóri fyri heilsu­verkið. Eg eri ikki sann­ førd­ur um, at ein nýggjur stjóri millum aðalstjóran og verandi sjúkrahússtjórar hevði loyst nakað sum helst, sig­ur Karsten Hansen og held­ur fram: - Tað snýr seg bara um eitt, og tað er at taka ábyrgd! Og tað er júst tað, ið Karsten Hansen sigur seg vera í gongd við í løtuni. At taka ábyrgd av føroyska sjúkra­hús­verki­num, sum brutto kostar 570 milliónir krón­ur um árið at reka. - Vit hava sett fokus á nógv ting. Vit hava fyri fyrstu ferð gjørt samstarvsavtalur mill­ um sjúkrahúsini, og fyri fyrs­ tu ferð í søguni hava vit í dag ein felags bíðilista fyri øll trý sjúkrahúsini, argu­menter­ar Karsten Hansen. Sambært lands­stýris­ manni­num var felags bíði­ list­in veruleiki í vár, og hann virk­ar. - Ja, tað er mín greiða fatan, at tað fungerar, svarar Karsten Hansen. Sambært lands­stýris­ manni­num verður somuleiðis ar­beitt intenst fyri at fáa gjøg­num­gangandi funktiónir fyri øll trý sjúkrahúsini. - Vit eru í ferð við at gera stór­ar broytingar. Vit hava bara eitt heilsuverk, og tað skal fungera sum eitt heilsu­ verk, sigur Karsten Hansen, sum fleiri ferðir endurtekur, at hvussu illa hann tímir inn í diskusjónina um trý sjúkra­ hús. - Man hevur brúkt politiska orku í áravís til at diskutera tann spurningin. Tað er ein politisk avgerð, at vit hava sjúkrahús í Havn, Klaks­vík og Tvøroyri. Og tað er mín uppgáva at fáa sjúkra­ húsini at virka sum eina eind, sigur Karsten Hansen. Dupultfunktiónir Landsstýrismaðurin í heilsu­ mál­um kennir seg pro­vo­ker­ aðan av tosinum um dupult­ funk­tiónir, ið eftir hansara tykki dregur ov nógv móti høvuðs­stað­num. - Hvat er ein dupult­funk­ tión? Skal tú ikki kunna gipsa ein brotnan arm í Suðri, tí sama tilboð er í Havn, spyr Kar­sten Hansen pro­vo­ kerandi. Eisini í spurninginum um føði­deild er lands­stýris­mað­ urin avgjørdur, hóast Lands­ lækn­in mælir til at øll børn verða fødd á Lands­sjúkra­ húsi­num: - Í dag kanst tú eiga heima, á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella á Landssjúkrahúsinum. Og soleiðis verður tað eisini fram­eftir. Eg kenni tilmælið frá Landslæknanum, og upp­ gávan hjá okkum verð­ur at formalisera ta kunn­ing, sum verður givin øll­um barna­ konum. Allar barna­konu­r skulu fáa neyvt at vita, hvat er galdandi, um tú eigur ávíka­vist heima, í Suðri ella í Havn. Tað er ikki ein sjúka at eiga eitt barn, og tað kost­ar samfelagnum nógv at flyta allar barnakonur til Havnar at eiga. Men eru komplika­ tiónir, so verða barnakonur­ nar fluttar á Lands­sjúkra­hús­ ið, sigur Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin ásann­ar, at hansara argu­ men­ta­t­ión tekur støði í prakt­iskum viðurskiftum, ikki læknafrøði: - Ja, hetta er eitt praktiskt argu­ment. Og tá tú tosar um dupult­f­unktiónir, ið kunnu spar­ast burtur við at stongja føði­deildina í Suðri, so kostar tað eisini samfelagnum at flyta allar barnakonur til Havnar. Og krevja vit allar barnakonur í Suðri til Havnar at eiga, so er tað eisi­ ni ein almenn uppgáva at taka sær av restini av familj­ u­ni, eitt nú um talan er um barnafamiljur við fleiri børn- um, sigur Karsten Han­sen. Dømið við føði­deild­ini tendr­ar í hjá lands­stýris­ manni­num. - Vit arbeiða hart fyri at skipa sjúkrahúsverkið so­ lei­ð­is at somu uppgávur ikki verða gjørdar á fleiri sjúkra­hús­um. Men tað má eisini vera eitt mark. Tað má vera eitt endamál við tí, man ger. Vit kunnu ikki sita inni í okkara flógvu kontórum og skitsa heilsuverkið upp. Vit mugu í veruligan dia­ log við tey, sum arbeiða í heilsuverkinum. Tað er tað, ið eg brúki mína orku til, sigur Karsten Hansen og endur­tekur tað, ið hann ikki vil tosa um. - Spurningurin um eitt ella trý sjúkrahús er ikki til diskusjón. Vit hava bara eitt heilsu­verk, sigur lands­stýris­ maðurin og heldur fram: - Mín greiða fatan er, at fleiri og fleiri læknar vilja upp úr skotgrøvunum, sigur Karsten Hansen, og vísir á út­talilsi hjá yvirlæknanum í Klaks­vík, Jákup Petersen. Í samrøðu við Sosialin mána­dagin sigur Jákup Peter­ sen, at bráðmóttøkurnar á før­oysku sjúkrahúsunum eiga at miðsavnast í Havn. Men í Klaksvík og á Tvøroyri eig­ur so at verða fokuserað upp á tilrættalagda kirurgi, ella elektiva kirurgi, sum tað eitur á læknamáli. - Spesialiserað viðgerð eig­ ur at vera grundarlagið und­ir teimum smærru sjúkra­hús­ unum, meðan akutta við­ gerðin eigur at a­v­m­arkast til lívbjargandi el­la stabili­ ser­andi viðgerð á stað­num. Fyri at gera hesa um­skip­an, er eisini neyðugt at taka alt heilsu­økið við, tí nógv av tí, sum okk­ara forvakt ger nú, er kommunu­lækna­ar­beiði, sig­ur Jákup Peter­sen. Landsstýrismaðurin nikk­ ar. - Tað er hendavegin, vit eiga at fara, sigur Karsten Han­sen og leggur søguliga trumfin á borðið: - Hví skal viðgerð, sum hevur verið í Klaksvík í ára­ tíggju, og sum virkar væl, niður­leggjast, tí man nú kann bjóða somu viðgerð í Havn, spyr landsstýrismaðurin. Modellið hjá Tummasi í Garði, fyrrverandi lækna­ stjóra, har serlæknarnir í mest møguligan mun verða savnaðir í eitt sterkt, fakl­igt um­hvørvi á Lands­sjúkra­ húsi­num, verður tó ikki kveistr­að til viks av lands­ stýris­manninum. - Jú, sjálvandi skulu vit hava so nógva serfrøði savn­ aða sum tilber. Men sambært sjúkrahúslógini skulu yvir­ læknar vera á øllum trim­um sjúkrahúsunum. Og hes­ir yvirlæknar eru eisini ser­ lækna­r innan sítt øki. Og tú fært meg ikki at siga, at ein yvirlækni skal møta til ar­beiðis og ikki gera tað, ið hann dugir best. Tað er her, at vit skulu gera tingini betri, sig­ur Karsten Hansen og held­ur fram við løgfrøðiligu argu­mentunum: - Sjúkrahúslógin sigur eisini, at sjúkrahúsini hava skyldu til at samstarva. Tey skulu sambært lóg veita hvørjum øðrum tæn­ast­ur, sum kunnu betra um við­ gerðar­tilboðini og rakst­ur­in innan sjúkra­hús­verkið. Tað er hesa lógaráseting, sum vit skulu duga betri at frem­ja í verki, og tað verður ar­beitt intenst við hesum, argu­ menter­ar Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin vil ikki kennast við argumentið um, at smáu sjúkrahúsini taka pengar burtur av teim­ um pengum, sum høvdu ver­ ið betri brúktir til at styrkja Landssjúkrahúsið: - Nógv tann størsta játtan­ in fer longu í dag til Lands­ sjúkra­húsið. Og satt at siga, so ivist eg í, hvat er at spara við at flyta alt til Havnar, sigur Karsten Hansen. Og sjúklingatrygdin er held­ur ikki eitt argument, sum flyt­ir landsstýrismannin: - Fólk verða send á Landssjúkrahúsið rættu­liga skjótt, um nakrar komplika­ tión­ir eru. Tað er mín fatan, at tann parturin riggar væl betri í dag enn fyrr, svarar lands­stýrismaðurin og vísir aft­ur til orðini hjá Jákupi Peter­sen um í størri mun at brúka smáu sjúkrahúsini til til­rætta­lagdar viðgerðir, með­an Landssjúkrahúsið verð­ur styrkt til tað akutta og kompli­seraða. Hóast Karsten Hansen und­ir aðalorðaskiftinum um heilsu­ný­skipan fekk fleiri skot fyri ikki at umrøða sjúkra­húsini í nýskipanini, so er lands­stýrismaðurin sann­ førd­ur um, at tað var rætt. - Tað má og skal ikki snúgva seg um talið av sjúkra­húsum. Tað er alt ov nógv politisk orka brúkt uppá í alt ov nógv ár. Men eg kenni á mær, at vit eru á rættari kós. Og jú, nógvir brikk­ar skulu flytast í sjúkra­ hús­verki­num, leggur Karsten Han­sen afturat. Sjúkrahúsini læra at ganga í takt - Vit eru á rættari kós við at skipa eitt samanhangandi heilsuverk. Jú, nógvir brikkar skulu flytast, men í síðsta enda snýr tað seg um at taka ábyrgd av økinum. Og tað er mín greiða fatan, at fleiri og fleiri læknar vilja upp úr skotgrøvunum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum - Sjúkrahúslógin áleggur sjúkrahúsunum at samstarva. Tey skulu sambært lóg veita hvørjum øðrum tænastur, sum kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið. Tað er hesa lógaráseting, sum vit skulu duga betri at fremja í verki, og tað verður arbeitt intenst við hesum, sigur Karsten Hansen