Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Verndareinglar vísa veg Hetta til jóla ber til at lána einglaveingir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað og til onnur tiltøk. Veingirnir verða brúktir av fólkum, sum virka sum verndareinglar sum býta út ókeypis endurskin. Tað vil siga, at tey sum skipa fyri, sjálvi fáa fólk at ganga við veingjunum og býta út endurskin. Nýggir hondseymaðir veingir Í ár eru nýggir veingir sniðgivnir av Lailu av Reyni, og seymaðir av næmingum hennara á Tekniska skúla (deildini Sniðgeving). Talan er um bæriligar og vakrar veingir. Bílegg frá RFF Fyriskiparar, ið vilja lána veingir og fáa endurskin at býta út, kunnu ringja til Ráðið fyri Ferðslutrygd á telefon 217400 ella skriva til birna@rff.fo. Í Suðuroy er tað deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, ið umsitur veingir og endurskin. Suðuroyingar kunnu skriva til tvoroyri@trygging.fo ella ringja telefon 345667. Fyriskiparar hava sjálvir ábyrgd av at heinta veingir, taskur og endurskin og at bera tað aftur. Endurskinini eru frá Tryggingarfelagnum Føroyar. ferdslutrygd.fo Ráðið fyRi feRðslutRygd