hósdagur 28. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
»Tað kundi kanska verið
áhugavert og forvitnisligt,
at farið aftur í tíðina til
byrjanina av søguni um
samskipaða
vektvenjing
í Føroyum. Eg var sjálvur
við frá fyrsta degi, og havi
verið virkin sum íðkari líka
síðani tá. Við at festa mítt
íkast á blað, er møguleiki
hjá øðrum, at fáa innlit í
virkisleiðina
hjá
einum
teirra, ið var við at leggja
lunnar undir hendan ítrótt«.
Soleiðis
tekur
Bjarni
Reynagarð til í bókini.
Hann var við seinast í
1960-unum, tá greinin, ið
nevnist kropsbygging, tók
seg upp.
Sjálvur byrjaði hann á
sumri 1968, tá hann fekk
eina
heimagjørda
vekt
stong, og hann hevur hildið
fram til dagin í dag.
Í fyrsta parti verður hvør
vøddur sær umrøddur, og
góð ráð verða givin um,
hvussu
hvør
einstakur
vøddur best verður vandur.
Eisini viðgerð fyrsti part
ur, hvussu venjingin skal
skipast fyri at fáa sum mest
burtur úr.
Í øðrum parti verður
dentur lagdur á upphiting,
útstrekking, skaðar og í
heila tikið meira uttan um
sjálva venjingina.
Søgan hjá hesari ítrótta
grein verður gjøgnumging
in í stuttum, eins og komið
verður meira inn á persón
ligar vinklar hjá høvunda
num.
Til ber at siga, at annar
partur av bókini eisini er
tann mest áhugaverdi fyri
tann, ið ikki íðkar hesa
ítróttagrein.
Her
verður
nomið við doping og kosttil
skot, ið ikki eru ókend fyri
brigdi innan kropsbygging.
Bókin er í fýra pørtum,
og í triðja parti verður nógv
gjørt burtur úr Bio-Phase
venjingarskránni, har skrá
fyri 30 dagar verður løgd
fram. Eisini viðger hesin
parturin venjingarrørslur.
Fjórði parturin av bókini
er í størstan mun nýttur til
eitt myndasavn av nøkrum
av fyrstu stjørnunum innan
kropsbygging - eitt nú Arn
old Schwarzenegger og Gor
don Scott.
Hetta er fyrsta bókin á
føroyskum, ið viðger evnið.
leo@sos.fo
Fyrsta bókin á føroyskum, ið viðger evnið kropsbygging
Íðka við vektum í 45 ár
Bjarni Reynagarð, ið hevur íðkað kropsbygging í 45 ár, hevur givið bók
út, ið hann kallar »Kropsbygging - ítrótt og íðkan«
Leo Poulsen
Á hugnaløtuni í Listaskála
num hósmorgunin, vóru ár
sins kærleikskúlur handað
ar til IRF og Brennistøðina
á Hjalla.
Tað var Kristina Tofte
gaard Larsen, stjóri í Dugna,
ið bjóðaði vælkomin, áðrenn
Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum, hugleiddi um
rúmliga arbeiðsmarknaðin.
Karin Kjølbro, forkvinna
fyri nevndini í Dugna, grund
gav fyri, at tað júst skuldu
verða
brennistøðirnar
á
Hjalla og Hagaleiti, ið skuldu
fáa kærleikskúlurnar. Hon
nevndi
endurnýtslurnar
sum dømi um arbeiðspláss,
har nógv fólk við skerdum
møguleikum starvast.
Poul Andrias Joensen,
stjóri í IRF, fegnaðist um
sýnda heiðurin.
- Tað hevur ótrúliga stóran
týdning at fáa slíkt herða
klapp, og eisini rósandi orðini
frá Karini Kjølbro, forkvinnu
ni í nevndini fyri Dugna, fløva,
sigur Poul Andrias Joensen.
Samstarvið millum Dug
na og IRF liggur í tveimum
lutum.
- Tað er fyrst eitt samstarv,
har allar burturbeindar teld
ur verða lætnar til Dugna,
sum síðani tekur tær sundur.
Alt, sum tá er burturkast,
taka vit okkum so av, sigur
Poul Andrias Joensen.
Hin parturin av sam
starvinum eru serliga bingj
ur, sum í løtuni standa á
bingjuplássunum í Klaksvík
og í Sunda kommunu, har til
ber at koyra møblar og aðrar
brúkslutir í, sum starvs
fólkini hjá Dugna so kunnu
endurvinna.
- Nú koma Sands og
Eysturkommuna eisini upp í
tað samstarvið. Okkara upp
gáva í hesum sambandi er, at
vit flyta bingjurnar til Dugna
og aftur á bingjuplássini, sig
ur Poul Andras Joensen.
Hann heldur, at hetta er
eitt gott tiltak, tí tað kemur
eisini IRF til góða.
- Tað dýrasta at gera við
burturkast er at brenna ella
tyrva tað. Á hendan hátt
verður ein rúgva spart í so
máta, og tað gott, bæði fyri
okkum og fyri Dugna, sigur
Poul Andrias Joensen, stjóri
í IRF.
leo@sos.fo
Stjórarnir á báðum brennistøðunum fingu handaðar kærleikskúlur á samkomu hósmorgunin
Mynd: Álvur Haraldsen
Altíð hugaligt við herðaklappi
Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á Interkommunala Renovatións Felagsskapinum,
sum saman við Brennistøðini á Hjalla fekk ársins kærleikskúlu