Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132 ­ Føroyar eru eitt lítið land. Tað vita vit. Øll eru skyld við onkran, og onkur annar er systkinabarn við onkran triðja. Og tað ger ikki støðuna lættari, at upp aftur fleiri kanska hava dittað sær at sagt sína meining. Gaman í, vit hava fólkaræði í Føroyum, siga vit. Vit eru hava talufrælsi. Men hvat skal man brúka tað til, var tað onkur sum spurdi. Hesa seinastu tíðina eru rættiliga nógv fólk mett at vera óegnað ella kanska ógegnig, tí tey hava vágað sær at fáast við fólkaræðið í Føroyum. Tey hava enntá stillað upp fyri onkran flokk. Og tað, ið verri er: Tey hava kanska sitið á Føroya løgtingi okkurt skifti. Tey byrja við at verða uppstillað – síðan gerast tey upphongd! Onkur hevur fingið av grovfílini, tí viðkomandi er blaðstjóri og óheftur viðmerkjari. Men tað ber ikki til, tí pápi hansara hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin, og sjálvur hevur hann verið uppstillaður. Herfyri bleiv ein kanningarstjóri valdur. Men tað fall ikki í góða jørð. Hóast hann er virdur sum sakførari, varð hann mettur at hava tað lýti, at hann hevði sitið eitt stutt skifti á tingi fyri Fólkaflokkin. Fyri næstan tjúga árum síðani. Ber tað so til at gera eina løgfrøðiliga kanning? Og hesa vikuna fekk ein tíðindaleiðari skotið í skógvarnar, at hon hevði verið skrivari hjá Tjóðveldi. So kanst tú eftir øllum at døma ikki virka sum tíðindafólk í Føroyum. Sjálv vísti hon staðiliga aftur, at hon skuldi havt verið organiserað partapolitiskt. Vit kunnu spyrja, um hetta er sunt fyri okkara fólkaræði? Er tað sunt at diskvalifisera fólk, av tí at tey hava tikið ábyrgd og bjóðað seg fram at taka lut í fólkaræðinum? Eiga vit ikki at hava nógv størri álit á fólki, tá vit vita, hvar vit hava tey? Føroyar eru eitt lítið land. Tað vita vit. Øll eru skyld við onkran, og onkur annar er systkinabarn við onkran triðja. Og onkur hevur kanska dittað sær at sagt sína meining. Men tá landið er lítið og enntá tykist at minka, er brúk fyri øllum góðum kreftum. Fyri einari viku síðani vóru 50 ár liðin, síðan brestirnir smullu í Texas og gjørdu av við Kennedy. Tað var hann, sum segði, at tú ikki skuldi spyrja, hvat landið kann gera fyri teg, men spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri landið! Vit kundu lænt hesi orðini og spurt: Spyr ikki, hvat landið kann gera fyri okkum, spyr heldur um, hvat tú kanst gera fyri tey, ið gera okkurt munagott fyri landið! Theodor Eli Dam Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Guð náði tann, sum fæst við fólkaræði í Føroyum... kjak kjak Er Strandferðslan ein professionellur stovnur? Hans Pauli Henryson Eg var við Smyrli túrin av Tvør­oyri kl 15:30 í dag 26/11. Tað var nógvur vindur av út­synningi og vestri. Komin í Nóls­oyarfjørð var lagt stilt, tí líkindi vóru ikki at fara á Havnina. Tá vit høvdu lig­ið í Nólsoyarfirði í einar 2 tím­ar fóru vit suður aftur á Tvør­ oyri. Tey ferðandi ið skuldi við flúgvaranum og tey í skuldu á sjúkrahús sluppu í land við sleipibátinum hjá skipa­ smiðjuni. Sleipibáturin sigldi 2 túrar so bert 12 passaserar slupu í land, sjálvt um tað vóru fleiri ið vildu nýta henda møguleika, onkur skuldi til arbeiðis og onnur høvdu átrokandi ørindi í Havn. Eg kann gott góðtaka at Smyril ikki fór á Havnina í teimum líkindum sum vóru í kvøld, men eg kann ikki góð­ taka at onki alternativ var til Havnina, ei heldur kann eg góðtaka at bert ein partur av passaserunum sluppu í land. (Eg meti at í alt vóru einir 40 passaserar við Smyrli í kvøld). Havast skal eisini í huga at hetta er ikki fyrstu ferð hetta er komi fyri síðan Smyril fekk maskinbrek , og verður neyvan síðstu ferð, veturin er illa nok byrjaður. UM, leiðslan á Strand­ ferðsl­uni saman við skip­ar­ unum á Smyrli hava tosað sam­an, lagt eina ætlan, eina sokallaða plan B, sum skuldi verði nýtt í slíkum førum. Soleiðis at tað ikki kom sum eitt yvirraskilsi hvørjaferð havnin í Havn ikki kann nýt­ ast. So er hetta ikki gjørt gott nokk. Um tað ikki eru líkindi at fara á Havnina, so hava vit Kollafjørð, Runavík, ella Klaksvík. Tað kann eisini hugsast at onkur minni tillaging á nevndu atløgupláss skal til, so sum undirløg/plankar í ramp­una á Runavík. Hetta eru øll ting, sum hædd kann takast fyri við góðari plan­ legging. Tað at ferga fólk inn á Havnina er eisini ein alterna­ tiv loysn, men í hesum føri­ num vóru tað kanska einir 20 pasaserar ið høvdu tørv á at nýtt møguleikan, men bert 12 sluppu við, um hesin møguleikin hevði havt verði tikin við í eina plan B, so hevði man t.d. kunna nýtt fleiri bátar. Tað at tann mittasti dag­ ligi túrurin suður og norður verður avlýstur av veðri kan eg eisini góðtaka, men at hesin túrurin í kvøld ikki verður sigldur, les, at fólki ikki sleppur í land norðan­ fjørðs, orsakað av í míni verð vánaligari planlegging havi eg ringt við at góðtaka. SSL umsitur eisini buss­ leiðina so tað skuldi verði so upplagt at arrangera trans­ port í samband við Smyr­ il, um hann ikki legði at í Havn. Í sambandi við broytingar og avlýsingar hjá SSL verður orðið trygd ofta nýtt. SJÁLV­ ANDI skal trygdin altíð verða í lagi. Men man skal ansa eftir at tað ikki kem­ur inflatión í hetta orð, tað er so nemt at enda alla kommunikatión við at trygdin skal verða í lagi, tí so tiga øll! Alt hetta eru ting sum eitt professionelt firma anno 2013 eigur at taka hædd fyri, soleiðis at man hevur alternativar møguleikar at taka til tá á stendur. Á Tvøroyri 26. novembur 2013 Í Føroyum eru fleiri gomul fólk, sum eru einsamøll og næstan onga vitjan fáa. Nú jólini nærkast, kann einsemi kenn­ast eyka tungt. Vitjunartænastan hjá Reyða Krossi hev­ur ein góð­ an bólk av vitjunarvinum, sum vitja fólk. Einsemi hjá eldri fólkum er ofta nakað sum hendir, tá tey ikki long­ur eru partur av einum virknum lívi uttan fyri heimið. Tey liva tí einsamøll eft­ir, hava lítla ella onga familju, ella fam­ ilj­an býr uttanlands. Tað er gott at hava ein vitjunarvin, sum kemur á gátt. Ynskir onkur at verða vitj­ unarvinur og nýta ein til tveir tímar um vikuna at vitja eitt annað menniskja, so set teg í sam­band við Reyða Kross Føroya, redcross@redcross. fo tlf. 319630. Ella beinleiðis til sam­ skip­ararnar Ey­rith 513784 og Marin 284333 eyrith@ redcross.fo og marin@ redcross.fo Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya Bíleggið kalendaran nú og sendið hann út í heimin Tel. 341800 Johanna Vang · johanna@sos.fo Ann Christiansen · ann@sos.fo 2014