Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Hans Pauli Strøm Fyrrverandi løgtings- og lands- stýrismaður fyri Javnaðarflokkin Vit hava virknasta og longsta arbeiðslívið – og ikki brúk fyri hóttanarpolitikkinum hjá høgrasamgonguni O fta býr fals undir fríum skinni má ásannast, tá man samanber føgur orð hjá høgra­samgongunar sosial­polit­ isku oddakvinnum við tann eldra­ politiska veruleikan, ið heldur er kaldur hóttanar- og ræðupolitikkur móti núverandi og komandi eldri ættarliðum. Pensjónsaldurin skal setast upp til 70 ár. Privat eftir­ lønar­trygg­ing skal tvingast við lóg og troka samhaldsfastar almanna­ pen­sjónir til viks. Sambýlir og røktar­heim skulu niðurlagast. Og fíggjar­liga ábyrgdin av eldrarøktini skal blakast út í ótryggleikans komm­unala klútateppa. Ikki sakligar grundir fyri hægri pensjónsaldri Tað er blivin politiskur prædiku­ tekstur flestastaðni í Europa, at pensjónsaldurin má setast upp sum hyggiráð móti útreiðsluvøkstrinum av veksandi eldraættarliðum, sam­ stundis sum færri verða í vinnu­ førum aldri. Tó tað er út frá heilt øðrum veru­ leika enn okkara: ”OECDs ferske fremskrivninger viser at pen­ sjonsalderen i snitt vil øke til 65 år i 2050” (tíðarritið Mandagmorgen. no). Um vit samanbera við onnur lond í okkara heimsparti, eru ikki sak­ligar grundir fyri eini hækking av pensjónsaldrinum í Føroyum: • Onga aðra staðni er so lítil part­ur av fólkinum undir 67 ár pensjonistar • Vit hava longu sum er tann hægsta pensjónsaldurin. • Vit hava tann størsta partin av fólkinum, sum er virkin á ar­ beiðs­marknaðinum. • Onga aðra staðni er so stór­ ur partur av tí eldra fólk­in­um so longi virkin á ar­beiðs­mark­ naðinum. Fægst pensjonistar undir 67 ár Alla aðrastaðni eru tey flestu blivin pensjonistar langt áðrenn okkara mark á 67 ár. Tá snýr tað seg bæði um aldurs- og fyritíðarpensjonistar. Sjálvt tá vit bara samanbera okkum við hini norðanlondini – sí Mynd 1 - hava vit nógv færri pensjonistar í mun til fólkatalið í einstøku aldurs­bólkunum. Sjónligast hjá teim 65-66 ára gomlu, har bara 25% í Føroyum eru pensjonistar, samanborið við 50-95% í hinum londunum. Hægsta pensjóns- og fráfaringaraldur Aðrastaðni stríðast tey við, at tey flestu fara ov tíðliga av ar­ beiðs­markn­aðinum og minka tí um inn­tøkuskapandi partin av fólkinum. Her snýr tað seg lutvíst um tann formliga pensjónsaldurin, tá fólk fáa rætt til pensjón, og lutvíst um tann veruliga fráfaringaraldurin, tá fólk gevast. Í flestu londum er trupulleikin, at fólk gevast á ar­beiðsmarknaðinum, langt áðr­enn tey eru komin upp til pen­sjóns­aldur. Mynd 2 vísir, at hjá bæði monn­ um og kvinnum eru tað bert Føroyar, Ísland og Noreg, sum hava formligan pensjónsaldur við 67 ár. Alla aðra staðni liggur hann millum 60 og 65 ár. Og tá tað snýr seg um veruligan fráfaringaraldur, er hann nógv hægstur í Føroyum og Íslandi, bæði hjá monnum og kvinnum. Samanbera vit við Danmark, er hann útvið 7 ár hægri hjá okkara monn­um, og gott 4 ár hægri hjá okkara kvinnum. (fráfaringaraldur er frá OECD-talvum, har føroyski aldurin ikki er við, men er her settur varis­liga sum tann íslendski - tó at hann hjá okkara monnum helst er enn hægri). Vinnutíttleikin er størstur í Føroyum Tað sum øll lond stremba eftir við alskyns tiltøkum, er at so stórur partur av fólkinum sum møguligt er arbeiðsvirkin og inntøkuskapandi - og haraftrat, at fólk eru í arbeiðs­lív­ inum sum longst. Mynd 3 vísir, at samantikið fyri Framhald á síðu 16