Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 allar aldursbólkar er vinnutíttleikin størstur í Føroyum. Altso, at tað er her, at flest eru virkin á arbeiðs­ marknaðinum. Mynd 4 vísir, at munurin er ser­ liga stórur, tá tað burturav snýr seg um tey eldru. Her eru heili 60% av før­oysku monnunum framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum – nógvar ferðir meir enn aðrastaðni. Hjá føroyskum kvinnum eru tað 25% - nógv meir enn í hinum Norð­ ur- og ES-londunum, Ísland undan­ tikið. Nógv, góð eldraár er eitt gott sosialpolitiskt mál Samanumtikið hava vit tí stór­ar fyrimunir, samanborið við onn­ur lond, við at fólk eru nógv meira og longri virkin á arbeiðs­markn­ aðinum. Og tí eru ikki haldgóðar búskaparligar grundir fyri at tvinga pensjónsaldurin uppaftur longur og órímiliga høgt upp í Føroyum. Tað eru nógv, sum eftir eitt langt og virkið arbeiðslív ikki longur orka meir, tá tey nærkast pensjónsaldri. Tí skulu tey ikki tvingast at knoss­ ast enn longur út um tað, tey hava orku til. Tað skal vera eitt gott sosial­ polit­iskt mál, at fólk eftir eitt langt arbeiðslív skulu kunna fara frá við pensjón og eftirløn og hava gleði og gagn av nógvum góðum eldraárum, meðan tey enn eru væl fyri, bæði andliga og kropsliga. Hetta er mín og Javnaðarfloksins prinsipiella grund til ikki at góðtaka eina óneyðuga hækking av pensjónsaldrinum í Føroyum. Goymt tilfeingi á føroyska arbeiðsmarknaðinum: Umframt høga arbeiðsvirkni hjá føroyskum løntakarum er enn eitt goymt ella ónýtt tilfeingi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum kann gerast virkið. Tað er tann stóri part­urin av kvinnum, sum arbeiða parttíð ella niðursetta tíð. Mynd 5 vísir, at meir enn 50% av øllum føroyskum kvinnum, 20- 64 ára gamlar, arbeiða parttíð. Í grannalondunum eru tað bara 25- 35%. Hetta kemur helst av kyns­ bundnum traditiónum og ójavnum maktbýti á arbeiðs¬marknaðinum. Og tí eigur at bera til við felags tiltøkum hjá pørtunum á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum at minka um parttíðararbeiðið, so nógv fleiri verða virkin fulla arbeiðstíð. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri at betra um inntøku- og eftirlønar¬viðurskiftini serliga hjá kvinnum. Fleksibul pensjónsaldur Í tjakinum um pensjónsaldur kundu vit lært av norsku skipanini við einum sonevndum fleksiblum pensjónsaldri. Har er tað millum 62 og 74 ár. Í Føroyum eiga vit at halda fast um 67-ára pensjónsaldur sum høvuðsreglu. Haraftrat kunnu vit hava eina fleksibla skipan frá 64 til 70 ár. So kunnu fólk, ið ikki orka at bíða til 67 ár, fáa eina avmarkaða pensjón frá 64 ára aldri. Og onnur, ið hava hug og orku at útseta sína pensjón upp móti 70 árum, fáa eina eyka viðbót fyri árini, tey bíða út um tey 67. Ránið av framtíðar skatti Fyri at meta um framtíðar útlit­ini roknaðu embætisfólk í Fíggjar- mála­ráðnum út, at við óbroyttum umstøðum fóru útreiðslurnar til alt eldraøkið (pensjónir, heilsu- og eldrarøkt) at veksa við 1,4 mia. kr. fram til 2050. Í hesum vórðu tær inntøkurnar tiknar við, sum skatturin av pen­ sjónsútgjøldunum fóru at geva. Somu búskaparfrøðingar meta hesa upphædd til uml. 440 mió. kr. fyri 2050. Men hvat hevur høgrasamgongan gjørt? Jú, við forskattingini av pen­ sjónsinn¬gjøldunum tekur hon longu nú tann skattin, sum skuldi vera tøkur til at fíggja framtíðar eldraútreiðslur – fyri heldur at oysa hann út í ábyrgdarleysum skatta­ lætta til tey mest vælbjargaðu fólk­ ini í Føroyum. Tí fer skattaránið hjá høgra­sam­ gonguni at gera støðuna júst tað verri – sum í ítøkiliga døminum, at í 2050 koma hesar 440 mió. kr. at mangla í. Altso eru tað ikki bara tær 1,3 mia. kr., sum útreiðslurnar fara at veksa fram til 2050, men hesar 440 mió. skulu leggjast omaná. Tí er tað óforskammað hyklarí, tá høgrasamgongan nú boðar frá, at fyri at fáa ráð til at fíggja veksandi framtíðar eldraútreiðslur, skulu fólk nú tvingast til at arbeiða longri og bíða 3 ár longri, áðrenn tey kunnu fáa sína pensjón. Høgrasamgongan brýtir sosiala sáttmálan Við okkara norðurlendsku sam­ halds­føstu pensjónsskipanum, Fólka­pensjónini og Samhaldsfasta, hava øll rætt til eina trygga almenna grundpensjón. Við hesi skipan hava vit ein sosialan sáttmála bæði millum ættarliðini og millum sosialu samfelagsbólkarnar. Nú ætlar samgongan at privati­ sera alla pensjónsskipanina, við at lógarfesta eina privata eftir­lønar­ skipan, ið so líðandi skal troka tær almennu samhaldsføstu pen­ sjónirnar burtur – og harvið undir­ grava og slíta sosiala sáttmálan millum ung og gomul, høgan og lágan. Pensjónsskipanin skal takast úr felags almenna húsarhaldinum – og framtíðar pensjónsmilliardir skulu lóggevast niður í privatar grunnar hjá føroysku peningastovnunum, tvs. niður í BankNordik og Eik – fíggjarstovnar, sum meir enn eina ferð hava søplað fólksins ognir burt­ur og farnir á húsagang – og endurstovnaðir við almennum skattapengum. Vónin er at fólk, fakfeløg og flokkar, ið vilja nak­að annað, fáa støðgað teim skaði­ligu eldrapolitisku ætlanunum hjá høgrasamgonguni – til onnur stjórn kann skipast, ið aftur setir felags áhugamál og samhaldsfesti millum ættarlið og samfelagsbólkar í hásæti. Framhald av síðu 15 Løgmaður og Kringvarpið – »the show must go on« Jákup Mikkelsen løgtingsmaður Løgmaður legði eftir tíð­inda­ leiðaranum í Kringvarpinum fyri at renna ørindi fyri Tjóð­ veldi og reka persónliga her­ ferð móti sær. Hetta hevur sum vera mann fingið nógva umrøðu. Løgmaður er er­ kvisin, nú tunnilsmálið tyng­ ir. Kringvarpið man hava síni lýti, og hvussu óheft­ur hesi­n miðil er, eru tað helst ym­ iskar meiningar um. Men er tað sømiligt av løg­manni at leggja eftir KVF nú skotini raka løgmann sjálv­an, tá havt verður í huga, at Kaj Leo sjálvur hevur lut­tikið í rópikórinum hjá kring­varp­ inum, tá skotríðini úr Sortu­ dýki hava rakt onnur? Fyri trimum árum síð­ani kom løgtingsins um­boðs­ maður við eini frá­greið­ing, sum við góðari hjálp frá kringvarpinum fekk alt sam­ felagið at kóka. Tveir aðal­ stjórar og tveir lands­stýris­ mann vórðu ákærd­ir, dømdir og av­rætt­að­ir av útvarpinum og polit­isku skipanini. Kaj Leo rópti tá í tinginum, at fólk vóru deyðatroytt av, at einki í hesum samfelag fekk av­leiðingar. Nú skuldi ruddast upp. Eitt ár seinni staðfesti óheftar, kostnaðarmiklar og drúgvar kanningar, at eingin av hesum fýra órættaðu per­ sónunum hevði gjørt nakað revsivert. Síðani er málið tagt í hel.Órættaðu persónarnir hanga framvegis í gálganum. Her var eingin eftirmeting. Eing­in sjálvrannsakan – hvørki av miðlum ella polit­ isku skipanini, bert lemjandi tøgn, men “the show must go on”. Kanska hava bæði kring­ varpið og løgmaður brúk fyri sjálvrannsakan.