Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Jóan Símun Edmundsson er møgu­liga á veg til før­oysk­ an fótbólt. Tað hevur hann boðað frá fyrr á in.fo og í Sosialinum. Nú er krígg­ið um at fáa fatur á lands­liðs­ framherjanum byrjað. Feløg sum HB, B68, Víkingur, KÍ og EB/Streymur vísa áhuga fyri at fáa fatur á lands­liðs­ framherjanum. Jóan Símun Edmundsson hevur sagt, at hann ikki tekur støðu fyrr enn í januar, um hann kemur aftur til landið at spæla. HB – Favorittur HB hevur leingi verið nevnt sum favorittur at tryggja sær Jóan Símun, men felagið rekur í løtuni ein stramman fíggjarpolitikk. Tað prógvaði felagið í samband við sam­ ráð­ingunum við Fróða Benjaminsen. HB tykist tó hava munin á hinum feløg­ unum, tí liðið spælir tað slagið av fótbólti, ið passar til Jóan Símun, umframt at felagið skal spæla Champions League komandi kappingar­ ár. Í so máta er HB tað liðið, sum kann geva Jóan Símuni bestar møguleikar at koma víðari aftur seinni. Størsta forðingin er lønin. Tó so, so megnaði HB at halda fast í Jóhan Troest Davidsen, sum fekk bjóða stórar sátt­málar aðrastaðni frá. Fróði Benjaminsen heldur fram í felagnum og Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen eru á langtíðar sátt­mála­bundnir. HB er favorittur at fáa fatur á Jóan Símuni, men tað er á ítróttarliga økinum. B68 – Barndóms­felagið B68 er sjálvandi áhuga at fáa fatur á toftamanninum. Felagið hevur eisini meldað út, at tað verður fyri tað mesta satsa upp lokalar kreftir. B68 er barndómsfelagið, men tað avbjóðingin sum uppflytari í føroyskum fótbólti er valla nakað, sum tiltalar lands­liðs­ áleyparan. B68 tykist ikki hava eitt kappingarført lið til komandi kappingarár. Teir vunnu gott nokk 1.deild, men tilgongdin hevur verið lítil. B68 hevur fyrr havt fíggjarliga styrki til at fáa nakrar av bestu før­ oysku spælarunum, umframt at satsa upp á útlendskar spælarar. Okkurt ári hevur tað eydnast væl, men tað tyk­ist ikki sum B68 í løtuni hevur tað somu fíggjarligu styk­ina longur. Valið av B68 hevði verið romantiskt, men ítróttarligt er ilt at síggja tað henda. Víkingur – satsar upp á FM Víkingur leitar eftir einum framrættaðum spælara, til at spæla saman við Finni Justinussen í álopinum. Teir vóru eftir Lukasz Cieslewicz, men fingu hann ikki tí. Her passar Jóan Símun Edmundsson væl inn og keldir hjá in.fo siga, at tað heilt víst er áhugi í Leirvík og Gøtu at fáa Jóan Símun til felagið. Tað er fyrr sæð, tá før­ oyska feløg satsa stórt, so eru pengar at finna í local um­ hvørvinum, sum kunnu lokka teir heilt stóru spælararnar til. Spælararnir síggja eisini at nakað stórt er í ger, so teir hava kanska størri áhuga at royna tí leiðina. Tá nú Víkingur er við í kapp­renningin um Lukasz Cieslewicz og leitar uttanfyri landoddarnar, so er ikki óhugsandi, teir hava pengar at bjóða. Víkingur er eisini í Evropa komandi ár, so tað eru eisini altjóða avbjóðingar í Gøtu og Leirvík. KÍ – Risin skal reisa seg KÍ hevur verið úti um seg síð­ani kappingarenda. Enn er bara Ndende komin upp á pláss, men nógv bendir á, at teir vilja hava meiri styrk til komandi ár. Teir hava mill­um annað verið eftir Jóhan Troest Davidsen. Teir leita eisini aktivt uttanfyri land­oddarnar og tað er ikki bíligt. KÍ er fyrr sett í samband við Jóan Símun og tað tykist fyri vist, at KÍ er eitt av lið­ num, sum liggur framvið. Tað er nógvar stórar fíggjar­ligar sterkar kreftir í Klaks­vík, sum ynskja at síggja KÍ klára seg betri. Tí er ikki óhugs­andi, at KÍ hevur pengar at brúka. KÍ er eisini eitt stórt felag í føroyskum høpi, so hóast liðið ikki er í Evropa, so verður talan um nógv umtalu, um Jóan Símun skiftir til KÍ. Skiftið tykist ósannlíkt, men KÍ er í eini støðu har teir hava pengar og ynskja styrk. EB/Streymur – Áhugi, men onki boð EB/Streymur plagar ikki at smæðast, tá talan er um liggja framvið eftir nøkrum av teim­um størru spælarunum. Tað prógvaðu teir við Pól Jóhannus Justinussen. Hóast verju­parturin hevur brúk fyri styrki, so er áhugi fyri at fáa Jóan Símun til felagið, men einki boð er lagt inn – enn. Úr Sundalagnum verður váttað, at Jóan Símun er nevnd­ur sum ein møguleiki, men tað tykist ikki sum EB/ Streymur er sinnað at tveita alt teir eiga, fyri at fáa tofta­ mannin. Hini feløgini Av øðrum feløgum kunnu nevn­ast NSÍ, ÍF og B36. Í Runavík er miðvøllurin vekk, nú bæði Karl Løkin og Pól Jóhannus Justinussen eru vekk. Tí er mest sannlíkt, at NSÍ skal hava ein miðvallara enn framrættaðan spælara sum Jóan Símun. Einki hevur verið til at hoyrt um ÍF í hesum sam­ bandi. Eisini B36 er so gott sum avskrivað í hesum sam­ bandið. Gott nokk er Súni Olsen vekk, men samlaða løn útreiðslurnar skulu nið­ur komandi ár, so tá bæði Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal hava longt sátt­málarnar Útlandið Tað er áhugi fyri Jóan Símuni Danmark, Skotlandi og í Onglandi. Eisini eru fyri­ spurn­ingar aðrastaðni frá, men fyribils verður hugt eftir møgu­leikum í nær­umhvørv­ inum. Í Danmark er talan topp­ inum av næstbestu deildini og møguliga í Superliguni. Í Skotlandi er talan um Premier League, meðan tað í Ong­landi er talan um League One og møguliga League Two. Her verður møguleikin fyri spælitíð avgerandi. Eftir skjótt trý ár á bonkinum, er tíðin komin til at spæla. trondur@sosialurin.fo fótbóltur Kríggið um Jóan Símun byrjað Fleiri feløg hava bjóðað upp á føroyska landsliðsáleyparan, sum tó hevur útlandið sum hægstu raðfesting Høvðuspersónurin sjálvur, Jóan Símun Edmundsson, sigur at hann onga avgerð tekur fyrr enn í januar. – Eg vil gjarna geva tí ein kjans afturat. Eg havi havt nógva mótgongd í míni yrkisleið, men eg kenni meg ikki til reiðar at koma til Føoyar longu nú, sigur Jóan Símun. Jóan Símun hevur spælt við Newcastle og nú Viking Stavanger, men tað hevur ikki eydnast at fáa fasta spælitíð. Hann hevur eisini verið út­leig­ aður til Gateshead og FC Fredericia. Har fekk hann spæltíð. – Tað er avgerandi um eg skal halda fram við at spæla uttanland, at tað er tað rætta felagið. Tað fíggjar­líga spælir ikki inn, sigur Jóan Símun, sum aktivt leitar eftir nýggjum ar­beiðs­gevara uttanfyri Føroyar fyrst og fremst. – Tað skal verða eitt felag, sum vil hava meg. Ikki sum her í Viking Stavanger, har tað til tíðir kenn­inst sum at líka mikið hvat eg geri, so sleppi eg ikki á liðið, leggur Jóan Símun afturat. Velur Jóan Símun at koma aftur til Føroy­ar at spæla, so er týdningar­ mikið fyri toftamannin, at hann fær ábyrgd og pass­ ar inn í spælistílin. – Eg vil gjarna spæla á einum liðið, sum eg kann vera við til at lyfta. Hare g havi ábyrgd og passi inn. Eitt stað har eg føli meg væl, sigur Jóan Símun at enda og váttar, at fleiri feløg longu hava lagt boð inn. Taki avgerð í januar Tí er áhugi fyri Jóan Símuni Tróndur Arge Sáttmálin hjá Jóan Símun Edmundsson við Viking Stavanger gongur út í vetur. Sostatt er Jóan Símun tað, sum verður rópt fyri »Free Transfer«. Tað merkir, at eitt hvørt felag kann gera sátt­mála við hann uttan, at skula gjalda nakað til Viking Stavanger. Jóan Símun er í 22 ára gamal, men hevur í sínum unga aldri upplivað nógv í fótbóltssamanhangi. Hann hevur síðani 2010 spælt yrkisfótbólt við Newcastle og Viking Stavanger, um­ framt at hann hevur verið útleigaður til Gateshead og FC Fredericia. Hann hevur hóast sín unga aldur longu spælt 26 lands­dystir fyri Føroyar umframt 9 U21 landsdystir. Hetta talið hevði verið hægri, um hann ikki spældi við A-landsliðnum samstundis. Av teimum 26 landsdystunum er hann byrjaður inni í 22 av dystunum. Hetta hevur heilt víst verið ein partur av áhuganum frá útlendskum feløgum. trondur@sosialurin.fo Føddur: 26. july 1991 Foreldur: Edmund Jacobsen og Ann Poulsen Systkin: Hákun og Andrias Yrkisleið: (Faroesoccer) Landsdystir/Mál: 26/1 Debut: 2009 Min. á landsliðnum: 1.943 min 2008-09 B68 2010-11 Newcastle 2011 Gateshead (Útleigaður) 2011-13 Viking Stavanger 2012 FC Fredericia (Útleigaður) Mynd: Álvur Haraldsen