Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur PROFILURIN Tróndur Arge Heidi Sevdal hevur havt eitt framúr kappingarár. Hon er toppskjútti í bestu kvinnu­ deildini, ársins áleypari, árs­ ins spælari og hevur skotið seks mál í seks landsdystum í 2013. Hetta hevur tryggjað kvinnulandsliðnum luttøku í HM undankappingini fyri fyrstu ferð. Hon skjeyt eis­ini fyrsta føroyska málið í HM undan­kappingini, tá hon skoraði bæði føroysku mál­ini móti Skotlandi á Tórs­vølli. Nú stendur henni í boðið at royna seg í norskum, týsk­um, hvítarussiskum og ís­lendsk­ um fótbólti. Hon er tiltikin fyri at vera ill­sint á vøllinum og skeld­ar so illa lítlusysturina, at tær illa kunnu verða á liði sam­an. Tó so, so er sinna­lagið blivið betri við tíðini, nakað lítla­ systurin eisini við­gongur. Altíð verið illsint Tað er als ikki til at hoyra á røddini, at Heidi kann øsa seg á einum vølli. Hon er blíð at tosa við og hevur bestan hug at flenna, tá prátið fellur inn á sinnalagið hjá sær. – Eg havi altíð verið illsint. Eg eri heimsins vánaligasti tapari, men eg haldi at tað er blivið betri við tíðini, sigur Heidi og flennir. Ein av teimum, sum hevur upplivað Heidi, tá hon hevur bestan hug at skelda, er Ansy. Hon er lítlasystir Heidi og tær hava spælt á liðið saman. – Ja, hon er ikki so illsint longur, sigur Ansy og fortelur eina søgu um Heidi, tá hon tveitti við joystickinum til Playstation, tí hon tapti. Tónin er lættur og tær flenna óført, meðan tær bróta hvørja av. – Tú lærir at lukka av, tá Heidi skeldar, men okkurt endar í bakhøvdinum og okk­ urt fær hon aftur sama veg, greiður Ansy Sevdal frá. Heidi sigur í dag, at hon ikki hevði havt hug at skift til EB/Streym-Skála, sjálvt um tær vóru í harðari kapping við KÍ um meistaraheitið. – Nei, eg haldi at tað er fínt at Ansy og eg eru á hvør sínum liðið, sum nú er. Hon klárar seg eisini so væl, sigur Heidi og leggur afturat. – Eg skeldi hana bara, tí eg veit hvat hon kann. So tá hon ikki spælir upp til sítt besta, so sigi eg frá. Heidi hevur altíð verið illsint, men tað er kanska ikki heilt rætta orðið, tí í veru­leikanum er talan um ein ótrú­ligan vinnaravilja. Ársins spælari Hon vil illa tosa um síni egnu avrik og hevur ringt við at seta orð á hví hon er ársins spælari. Hon fegnast bara um heiðurin. Hon nevnir við­ spælararnar fleiri ferðir og leggur dent á, at venjari, Allan Dybczak, eisini skal nevnast, sum ein av orsøkunum til góðu gongdina í ár. HB hevur í ár ment seg til eitt lið, sum byrjar at líkj­ast einum avbjóðara til KÍ kom­ andi kappingarár. Liðið er ungt við nógvum evnaríkum spæl­arum – Vit hava eitt ungt lið. Í seinnu hálvu klára vit okkum líka gott sum KÍ. Tær hava fleiri eldri spælarar, meðan vit hava fleiri spælarar í menn­ing. Vónandi kunnu vit kom­andi ár steðga KÍ, sigur Heidi. KÍ hevur vunnið 14 meist­ ara­heitið upp í slag. Vinna tær komandi ár, so seta tær al­tjóða met. Hóast tað er stutt­ligt fyri føroyskan fót­bólt at seta eitt met, so verður ikki við hjálp frá Heidi Sevdal. – Eg kundi ikki funnið upp á at spælt við KÍ. Eg eri upp­vaksin við, at tær eru kapp­ingar­neytar hjá okkum. So eg vil heldur verða tann, sum steðgar KÍ. Tað hevði verið ótrúliga stuttligt, sigur Heidi. Heidi hevur í ár spælt 17 dystir við HB og skotið 30 mál. Í fjør bleiv tað til 25 mál. – Eg haldi, at Allan Dybczak dugur væl at fáa besta burtur úr mær. Hann hev­ur brúkt meg í álopinum og tað haldi eg hevur riggað væl, sigur Heidi, sum bleiv topp­skjútti í ár. 6 mál í 6 landsdystum Heidi Sevdal hevur av álvara sligið ígjøgnum á lands­ lið­num í ár. Í seks dystum hevur hon skotið seks mál. Tað er heldur óvanligt fyri før­oysk­ar landsliðsspælarar, at skjóta eitt mál fyri hvønn lands­dyst. Tað byrjaði í undan­ kapp­ingini til HM undan­ kappingina í Litava. Føroyar var í bólki við Montenegro, Litava og Georgia. Føroyska liðið vann seg víðari úr bólk­ inum við sigrum á Litava og Georgia, umframt 3-3 javn­ leiki móti Montenegro. Í málríka javnleikinum Heimsins vánaligasti tapari Støðan er ikki ókend. Hon er í øðini á vøllinum. Tað kann verða inn á mótstøðuspælara, dómaran, viðspælara ella seg sjálva. – Eg eri heimsins vánaligasti tapari, sigur hon sjálv. Vinnaraviljin hevur nú givið henni møguleikan at koma til Noreg at spæla við oddaliði, men ivast tí hon er so heimkær. Hon er ársins kvinnuligi fótbóltsspælari í 2013 og eitur Heidi Sevdal