Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 29. november 2013 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur móti Montenegro skoraði Heidi tvey av føroysku mál­ unum. Málið til 3-3 er lands­ liðs­málið, sum hon er mest fegin um at hava skotið. – Tað var fyrsti dysturin hjá okkum í kappingini. Vit vóru á odda, men so koma tær á odda 3-2, men vit fáa so javna og tað hevði stóran týdn­ing. Tað prógvaði, at vit kunnu verða við, greiðir Heidi Sevdal frá. Síðst í septembur er søgu­ligur dagur í føroysku kvinnu­landsliðssøguni. Fyri fyrstu ferð er HM undan­ kapp­ingardystur í Føroyum. Mót­støðuliðið er Skotland, sum leggur bragdliga fyri. Longu í hálvleikinum er 5-0, og tað blívur 7-0, áðrenn Heidi Sevdal skrivar landsliðssøgu og skorar fyrsta føroyska málið í HM undankapping. Talan var í nógvar mátar um eitt týpiskt Heidi Sevdal mál, har hon brúkar ferðina til at koma framvið verjuni hjá mót­støðuliðnum. Bara min­ uttin seinni skorar hon eitt flott mál, tá hon úr spískum lyftir bóltin upp um skotska málverjan til endaligu støð­ una 7-2. – Tað var ikki fyrr enn aftaná dystin, at eg hugs­aði hvussu stórt tað er, at vit hava spælt ein HM undan­ kapp­ingardyst á heimvølli, greiður Heidi frá og tykist nærm­ast tikin aftur í hend­ ingina, meðan hon greiðir frá. Síðst í oktober er dystur móti Svøríki, sum er elitan í kvinnulandsliðsfótbólti. Før­oyar tapa 5-0 og fáa av at vita í svenskum miðlum, tí før­oyska liðið liggur so langt afturi á vøllinum. – Eg haldi tað var í ord­ an. Vit eru við fyri læra og eru nýggjar í hesum saman­ hanginum. Tað er ikki vist, at vit koma at spæla so verju­kent í Føroyum, men vit menn­ast í hvørjum. Vit høvdu brúk fyri einum góð­ um úrslitið og ikki einum 13-1 tapi, sum kundi komi fyri, um vit fóru at spæla álopsfótbólt, sigur Heidi víðari. Uppvaksin í NSÍ Sum heilt ung byrjar Heidi at spæla fótbólt við NSÍ. Hon er á góðum liði og spælir mang­ an við teimum sum eru eitt ár ella tvey eldri. Heidi vil ikki seta orð á tað sjálv, men vísir til onnur, sum hava sagt at hon longu tá var góð. – Vit høvdu eitt gott lið og vunnu FM næstan øll árini, men við tíðini, so góvust tær flestu, sigur Heidi og vísir á, at í dag er tað bara hon frá tí liðnum, sum spælir enná hægsta stigi. Sum sekstan ára gomul í 2005 gongur leiðin til GÍ, sum hevur lið í bestu deildini. Heidi hevur longu tá spælt við best liðnum hjá NSÍ, sjálvt um hon er ov ung. – Fyri okkum var tað nokk bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit spældu í bestu deildini, so lopið var ikki so stórt, greðir framherjin frá. Í 2006 og fyrru hálvu av 2007 spælir hon við NSÍ, sum hevur ilt við at manna lið. Á sumri velur hon at skifta til B36, sum tá hevur Allan Dybczak sum venjara. – Hann ringdi og bað meg koma til B36. Tær høvdu eitt gott lið tá og kempaðu við KÍ um meistaraheitið, sigur Heidi Sevdal, sum eisini spælir við B36 í 2008, áðrenn leiðin gongur til Víking, fyri at verða nærri heimstaðnum í Runavík. Í 2012 ringir telefonin og aftur er tað Allan Dybczak, hesa ferð sum venjari hjá HB, ið ynskir at fáa Heidi til Havnar. Heidi gongur á lærara­skúla í Havn, so tað pass­ar væl saman. Tað hevur givið 55 mál upp á tvey kapp­ ingarár í Gundadali. Zidane er fyrimyndin Hóast kvinnufótbóltur er fyri vanbýti í mun til mannfólka­ fótbólt, so hevur Heidi ikki hug til at gera tað til ein trupul­leika. Hon fegnast um teir møguleikarnar hon hevur fingið sum kvinnuligur fót­bólts­spælari í Føroyum. – Eg skilji væl, at mann­ fólk­ini hava fleiri møguleikar. Tað er har pengarnir koma inn. Tað eru ongir pengar í kvinnufótbólti. Eg eri ikki í kór­inum, sum rópar um líka­ rætt í fótbólti, sigur Heidi, sum hevur fronsku heims­ stjørnuna, Zinedine Zidane, sum fótbóltshetju. – Eg spældi fótbólt við dreingj­unum tá eg var yngri. So eg hevði somu fyrimyndir sum teir. Mín fyrimynd var Zinedine Zidane. Um eg skal nevna nakran kvinnuligan fót­bóltsspælara, sum havi sæð upp til, so dámar mær væl brasilska spælaran, Marta, sigur Heidi Sevdal víð­ari. Lillestøm bíðar Heidi nevnir fleiri ferðir, at hon er heimkær. Hon hevur ilt nokk við at flyta til havnar, men nú eru boð eftir henni úr so fjarskotnum londum sum Hvítarusslandi og úr Týsk­landi. Íslandi og Noreg. Tað er serliga áhugin úr Noreg, sum dregur. Talan er um Lillestrøm, sum hevur vunn­ið norska meistaraheitið og blivið nummar tvey sein­ astu tvey árini. – Eg havi fingið bjóða at fara til Lillestrøm í januar. Eg klári ikki at flyta til havnar, so eg veit ikki hvussu eg skal kunna flyta til Noreg einsa­ møll. Eg verið bara noydd at taka Ansy við mær, sigur Heidi og flennir. Ansy er ikki í iva um, at stóra­systirin skal taka av til­ boðnum. – Tað eru ikki øll, sum fáa møguleikan at spæla yrkis­ fótbólt í Noreg. So eg haldi avgjørt, at hon skal taka av, sigur Ansy avgjørd á mál­ inum. Eisini í HB er boðini greið frá teimum yngru spælar­ unum. – Fleiri av teimum yngru spælarunum hjá okkum, so sum Lív F. Age og Milja R. Simonsen, sum liva fyri at spæla fótbólt, skilja slett ikki, at eg ikki langt síðani havi tik­ið av, sigur Heidi. Hon hevur eisini fingið fyri­spurningar úr londum sum Hvítarusslandi, næst­ bestu deildini í Týsklandi og frá fleiri feløgum úr Íslandi. Avrikini í heimligu­kapp­ ingini hava tryggjað Heidi Sevdal heiðurin sum árs­ins spælari í 2013, meðan av­rikini á landsliðnum hava opnað hurðina fyri einum uttan­ lands­ævintýri sum yrkis­ spælari. Ikki kann sigast annað enn, at 2013 hevur verið eitt fram­úr fótbóltsár fyri Heidi Sevdal. trondur@sosialurin.fo fótbóltur PROFILURIN ítróttur Myndir: Álvur Haraldsen Navn: Heidi Sevdal Fødd: 6. mars 1989 Forledur: Ása og Regin Sevdal Starv: Lesandi á Føroya Læraraskúla Yrkisleið: Landsdystir/Mál: 28/13 mál 2005 GÍ 2006 - 07 NSÍ 2007 - 08 B36 2009 - 11 Víkingur 2012 - 13 HB Keldir: Faroesoccer og FSF.fo Heidi Sevdal spælir hondbólt um veturin. Í fjør spældi hon við felagsliðnum VÍF/Tjaldur. Í ár spælir hon við StÍF