Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 138 · 29. november 2013 6 VIKUSKIFTI skal finnast at øðrum føroyskum um­ mæl­arum, so haldi eg, at summir hava verið dekan ov smaksbeseraðir, og hava ringt við at taka tingini fyri tað, sum tey eru. Hvat eyðkennir eitt ringt ummæli? – Tað er, tá tað verður ov nógv smaks­ dómarí. Og ein smaksdómari er eftir mínum tykki ein, sum letur seg dríva av síni persónligu meining í einum um­mæli heldur enn at viðgera tað í kon­tekstinum, sum tað er í. Eg haldi ikki, at tær tørvar eitt hægri teoretiskt tónleikaforstáilsi fyri at ummæla. Jú, um tú skalt ummæla til eitt hægri tónleika­teoretiskt blað, men um tú skrivar til vanlig fólk, so er tað nóg mikið, at tú ert reellur og veitst, hvat tú tosar um. Hvat krevst fyri at ummæla? – At tú dugir at meta um góðskuna á tingum. At tú ikki ert bangin fyri at traðka fólk á tærnar. Og tað krevst ein førleiki at skilja millum gott og minni gott. Tú mást hava eina vitan um tón­ leik og tora at vera kontantur, tá tað er neyðugt, tí tú skalt ikki tekkjast fjøld­ ini, bara fyri at tekkjast fjøldini. Eg um­ mældi einaferð Faroe5 og var ógvuliga positivur um tað. Men tað ummælið fekk eg nógvar ákoyringar fyri. Eg visti væl, at nøkur fólk fóru at halda, at tað var sera ókul, at eg helt, at Faroe5 var gott. Men tað slepst ikki uttan um, at Kári (Jacobsen, blðm.) ger fín poppløg og góðar tekstir. Hann hevði so fingið nakrar damur, sum dugdu rímiliga væl at syngja og sóu gott út, so produktið helt fyri tað, sum tað var. Tú mást taka tingini fyri tað, tey eru. Eg havi um­ mælt Dynamitt positivt, hóast mínir kappingar­neytar hildu sama konsert vera skræpuvánaliga. Tú mást tora at kritisera og rósa, hóast tað hevur sín prís. Eru keðiligar avleiðingar av at ummæla? – Eg havi fingið morðhóttanir, fólk sum siga seg vilja kvala meg. Tað mest ítøkiliga vóru eini boð umvegis skipan­ ina í Útvarpinum, tá eg hevði 15 tær bestu. Men tað, sum ræddi meg mest, var eitt bræv, stemplað í Klaksvík, ið varð sent heim til mín. Ein heil A4 síða við teksti og hóttanum. Hetta var beint upp undir jól. Eg eri pápi at fýra dreingj­um. Tað var ikki behagiligt at fáa slíkt. – Tá fólk skriva dulnevnt á netinum, so er tað sjálvandi óbehagiligt, men at fáa eitt bræv skrivað og sent heim, tað líkist svartasta ongum. Eg havi ongan­tíð dulnevnt spilt fólk út. Eg leggi mítt egna navn til og viðgeri øll ting reiðiliga. Fólk kunnu vera ósamd við mær, og friður verið við tí, tað mugu tey gjarna. Men at senda mær dul­nevndar hóttarnir, tað hoyrir onga­ staðni heima. Eg havi børn og má ansa eftir míni familju. Eg byrjaði at læsa hurðina eftir tað. Áðrenn stóð hurðin ólæst nátt sum dag, men tað ger hon ikki longur. Eg føli, at har eru fólk, sum eru heilt ólukksáliga óbehagilig. Fólk sum skriva og senda slíkt, tað eru per­sónar, sum hata meg inniliga. Um­mælara­yrkið hevur ongantíð verið vællønt, og eg havi í stóran mun arbeitt ólønt ella fingið lítla løn fyri tað. Men tá slíkt hendir, tá byrjar tú at hugsa, er hetta tað vert? – Eg skilji væl, at summi blíva kedd og onnur ill. Eg eri eisini blivin skeld­ aður og húðflongdur – andlit til and­lit og fyri opnari mikrofon, bæði í Kring­ varp­inum og á Rás2. Fólk skulu hava loyvi til at vera kedd ella vónbrotin og kunnu eisini siga tað við meg. Tí fólk hava sterkar kenslur fyri tí, tey hava av­rikað. – Men so leingi, tey gera tað betri næstu ferð, so er tað gott. Eg gangi ikki upp í hvør orsøkin er, so leingi tað bara verður betri. Eru avleiðingarnar av ein­ um ummæli hjá mær, at fólk eru ill eina løtu og eg fái tað at vita, men fólk so gera tað betri næstu ferð, so er tað ein lítil prísur at rinda hjá bæði teimum og mær. – Hinvegin veit eg um góðar um­ mæl­arar í Føroyum, sum eru givnir, tí viður­skiftini eru so smá og ágangurin var so ógvusligur. Tað gongur ikki bara út yvir tann ummælaran, men út yvir alt før­oyska tónleikalívið, tí vit hava ikki nógvar kompetentar ummælarar – Tá alt hetta er sagt, so má eg leggja aftrat, at eg hoyri so nógv positivt um míni ummæli, at tað er ordiliga deiligt. Hvat er besta ummælið, tú hevur givið? – Eg havi ummælt so nógv og so leingi, at tað er sera trupult at siga. Eg havi verið til konsertir, sum hava verið gandakendar. Av útgávum eru tað »Hørpu­spælarin« hjá Hanusi G., »Con Man« hjá Høgna Lisberg og »Nøkur fá fet aftrat« hjá Kára Sverrison og Bendum Spónum, sum renna mær fyrst í huga. Tað eru fløgur, sum eg róst ógvu­liga nógv, og sum hava verið fan­tastiska góðar. Hvat er ringasta? – Her er tað ógvuliga umráðandi at minn­ast til kontekstin. Hvat er tað, tón­ leikarin roynir at gera, og hvat kunnu vit vænta av honum. Men fløgan »Vit eiga vón« hjá Zamar er ein tann ring­ asta útgávan, eg havi ummælt. Fyri at siga sum er, so er hon gyselig. Tað var tón­leikur úr USA, sum tey høvdu downloadað og sungið innyvir. Tað var ikki eingongd serliga væl sungið. Tað gav onga meining at geva tað út. Men eg eri glaður fyri, at tey hava tikið ummæli til sín og hava gjørt eina fløgu, har tey sjálvi spæla tónleik. Tað er super, tá fólk taka kritikk til sín. Og har føli eg sum ummælari, at eg kann gera mun. – »Blue Buzz« hjá Una Debess má eg eisini nevna. Eg havi ummælt nógvar útgávur, sum eru nógv verri enn hon, men við hesi útgávuni kundu vit rokna við so nógvum øðrum. Hann hevur bara tikið øll tey skeivu valini á hesi fløguni. Útgávan í sjálvum sær er ikki so ring, og tað eru ivaleyst fleiri útgávur komnar í ár, sum eru verri enn »Blue Buzz«, men hon skuffar meg, tí Uni Debess er so royndur og so dugnaligur, at hann eigur at levera okkurt, sum er á hægri støði enn hatta. Hvat heldur tú um tey, sum seta spurnartekin við tína bakgrund og trúvirði sum ummælari? – Tað mugu tey um, og tað havi eg ikki stórar trupulleikar við. Eg trúgvi upp á mína bakgrund og mínar kompetansur. Eg fái rós frá nógvum kvalifiseraðum fólkum. Til dømis setti Eyðun Nolsøe fyri nøkrum árum síðani spurnartekin við mínar førleikar, men fyri tveimum vikum síðani skrivaði hann til mín og rósti mær fyri míni ummæli. Eg haldi, at tað kanska er tí, at fólk eru ósamd við mær í nøkrum tingum, men so gera tey tað til nakað generelt og fara eftir boð­ beranum heldur enn at fara eftir boð­ skap­inum. List snýr seg um kenslur, tað rørir okkum og fólk eru eisini vælkomin at seta spurnartekin við meg, men eg eri ikki í iva um mínar kompetansur. Annars hevði eg ikki ummælt. Eg eri ikki eitt tónlistarligt flogvit upp á nakr­ an máta, men eg dugi forbiðið væl at hoyra, hvat er gott og ringt. Hvussu leingi fert tú at ummæla? – Eg havi ongantíð mist hugin at um­ mæla. Eg havi havt brúk fyri pausum, tí eg helt, at eg misti hugin at lurta eftir tón­leiki av at ummæla so nógv, men eg byrjaði aftur beinanvegin. Eg haldi, at eg hevði ein steðg í eitt hálvt ár. So eg fari at ummæla so leingi, sum eg tími. Mangla ummælarar í Føroyum? – Ja, tað ger tað. Tað mangla ummælarar á øllum frontum í Føroyum. Vit hava havt nakrar programmleiðarar í Kring­ varpinum, sum hava verið mentanar­ fíggindar og mentanin fekk tá lítið og einki pláss. Serliga undir fráfarna stjóranum var heilt galið. Har var eitt skifti, har Kringvarpið einans hevði eina mentanarsending um vik­una í ein tíma. Men mentan eigur at vera eitt av høvuðsøkjunum hjá Kring­varp­ inum. Tað er eisini vorðið munandi betri nú. Súni Merkisstein hevur havt ummæli av list av ymsum slagi í sínum sendingum. Tað, sum hann ger fyri føroyska mentan, tað kunnu vit ikki virðis­meta nóg mikið. Eg eri somu­ leiðis glaður fyri, at Eyðfinn Jensen tók stig til, at ummæli aftur blivu partur av Kringvarpinum. Har eru nakrar eldsálir, sum hava gjørt eina rúgvu fyri at fáa ummælaravirksemið í Føroy­um at vaksa, millum annað Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen við Listinblog. – Okkara land hevur eitt so fan­ tast­iska stórt mentanartilfeingi. Tað er eis­ini har, vit hava størst møguleikar at fáa fíggjarligan vinning burturúr. Tí haldi eg, at tað er ein alvorliga stór sam­felags­uppgáva at hava kvalifiserað um­mæli. Vit, sum ummæla, eru við at menna okkara nýggja ættarlið av lista­ fólk­um at gera Føroyar til eitt týðandi mentanar­land. At almennir og privatir miðlar ikki hava raðfest tað hægri, er skeivt, tí fjølmiðlarnir hava ábyrgd. Ummæli eru ógvuliga umráðandi, og tí havi eg eisini offrað eitt sindur av míni tíð upp á tað. Kanska er tað mín máti at gera heimin eitt sindur betri. Hvønn mánadag ummælir Niels Uni Dam tónleik í útvarpssendingini Brunsj hjá Eyðfinni Jensen í Kringvarpi Føroya. Mánadagin var tað plátan »On High« hjá Knúti Háberg Eysturstein, sum varð ummæld. Hon fekk fýra stórar stjørnur av seks møguligum Mynd: Álvur Haraldsen – Eg havi fingið morðhóttanir, fólk sum siga seg vilja kvala meg