hósdagur 28. november 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 138 · 29. november 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Frisørnæmingur hjá Royal Intercoiffure.
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað besta við starvinum er, at mann hvønn dag kann
gera tað, mann elskar. Tú hevur aldrin ein keðiligan
arbeiðsdag. Glaðir og nøgdir kundar er altíð gott, og so
er tað bara eitt pluss at hava so fittar starvsfelagar.
Tað keðiligasta?
Tað er ivaleyst, tá eg eri yvir-troytt og
má roynda vera totalt fresh allíkavæl....
Tað er faktist ikki eingong keðiligt!
Lýs tann perfekta dagin
Fyri meg er tað, tá eg havi tíð til at forkelað meg
sjálva við nógvum góðum, brúka pengar, og so
sjalvandi eisini kvalitetstíð við familju og vinfólki.
Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Hyggi sum so ikki eftir nøkrum í sjónvarpinum,
men um eg geri, so er tað eftir onkrum filmi.
Hvat gert tú, tá tú veruliga slappar av?
Eg plagi slappa nógv av, tá eg eri í Klaksvík.
Siti á sofuni og fái serverað tað, eg vil hava. So
ringir telefonin sum oftast, og tað plagar at
merkja, at tá er tíð til sleis við vinfólkinum.
Nær ert tú
í góðum lag?
Tá alt gongur væl
hjá øllum. Annars
blívi eg í góðum lag,
tá eg eri saman við
festligum fólkum.
Hvat ger teg illa?
Fólk sum bara grenja um alt og onki.
Hvør er tín fyrimynd?
Havi fyrimyndir bæði her og der, men mammu
og babba síggi eg upp til. Eisini er Marian,
sum er mín lærumeistari ein fyrimynd
við øllum tí, hon hevur megnað.
Hvørja bók burdu øll lisið?
Bókina um Zlatan Ibrahimovic. Tá mann hevur lisið
hana, skilir man betur, hví hann er, sum hann er. Men
ja, tað er nokk eisini einasta bókin, eg havi lisið tey
síðstu árini, so eg komi ikki tankar um nakra aðra.
Hvussu nógv
hugsar tú um
tína útsjónd?
Eg fari ikki út, um
eg ikki føli meg væl.
Hvussu vilt tú lýsa tínar matvanar?
Havi ongar fastar matvanar. Kann eta salat og grønt
ein heilan dag, og næsta dagin bara fastfood.
Hvussu nógv hugsar tú um rørslu og venjing?
Eg hugsi um tað hvønn tann einasta dag, men eg
komi aldrin so langt við at fara í gongd við at venja.
Hvussu dámar tær best at halda summarfrí
Hugna mær í Føroyum saman við vinunum.
Her hendir so nógv um summarið, at
tað er synd at fara av landinum.
Enda setningin
»Annars haldi eg ...
… at Havnin er ein
sera deiligur býur,
men mær dámar
betur Klaksvíkina.«
Málið er vorðið so fátækt. Og tað
bara versnar. So fátækt, at tað má
hava jólahjálp.
Men tey, sum ditta sær at
royna at hjálpa, verða kallað
málfasistar, málpoliti ella okkurt
verri enn tað.
Fólk hava rætt og frælsi, eisini
í einum ófrælsum hjálandi, at
snakka og skriva/smsa sum teim
um lystir. Tað rakar ongan. Uttan
tey, sum eru góð við málið.
Og fólk tosa heldur ikki saman
longur. Tey skriva saman. Og tá
okkara skriftmál styðjar seg til
danskt talumál, fær ikki verið
annað enn illa statt, megakrisa.
Eingin dugur at skriva før
oyskt, so fólk gera bara sítt egna
skriftmál so frægt sum tey duga,
uttan ð, tí ð er ein útjaðarabók
stavur, sum ikki er til í altjóða
teldum. Eitur nakað land Ð?
Eg eiti ikki longur Høgni, men
Hoegni, á ferðaseðlum og øðrum
kravdum skjølum, sum nú bara
fáast úr teldum. Navnið spillir
ongan, sum longu er spiltur.
Heldur ikki, tá navnið verður
talgilt og digitalt og teldutøkt og
kann smsast út um allar geilar.
Ein onnur orsøk til, at eingin
rakar málið á degnum, er, at alt
hevur nú so øgiligan skund. Alt
skal vera stutt og skjótt og stytt
og skjótari.
Fyrr søgdu vit, at okkurt var
opið dag og nátt hvønn dag í
vikuni.
Tildømis virkar fólkaræðið
dag og nátt allar dagar, eisini
leygardagar og sunnudagar og
halgidagar og jólaaftan og sein
asta framløgudag í løgtinginum,
og ikki minst, tá misálit eru.
Nú siga vit bara: fólkaræðið
er 24/7. Tað er ikki bara 24.juli,
men 24 tímar og sjey dagar, sum
sagt altíð. Og so gott, tað er. Hvar
vóru vit uttan fólkaræði 24/7? Illa
var statt, bara misnøgd og mót
mæli og grenj og yvirlýsingar og
meira misnøgd.
Fyrr søgdu vit, at sangbólkurin
Flamma skuldi hava konsert
leygarkvøldið. Nú skal Flamma í
eldin leygarkvøldið.
Ein fyrimunur við hesari
elendigheitini er, at orðabøkurnar
verða nógv minni og ikki so
tungar og drúgvar at leita í.
Havi annars frætt, at ein
nýggj orðabók er júst farin til
prentingar, so hon kemur í jóla
bókarúgvuna.
Hetta er orðabók um fótbólts
mál, málið hjá teimum, sum
dagliga tosa um fótbólt. Orða
bókin, Beinrakta mál, verður átta
síður.
Mótmæli upp í brúdleypar
fara at koma, tá hjúnabandslógin
skal broytast til tað verra, tí nú
skulu fleiri sleppa at gifta seg.
Fleiri sleppa sjálvboðin at glíða út
í óførið við ælaboga fyri eyguni.
Rentustuðulin minkar. Tí er
neyðugt at hækka kirkjuskattin,
so Guds hús fáa goldið sínar
rentur umframt keisaranum tað,
sum keisarans er.
Tá gjørt verður upp dómadag í
evsta skiftirætti, skal helst eingin
skuld vera, tí tá verður ikki tikið
við skuld.
Onnur tíðindi eru, at tað er
heilsuskaðiligt at arbeiða. Arbeiði
skuldi verið forboðið í arbeiðs
tíðini. So leingi loyvt er at festa
sær í, at fara út í tún at fáa sær
fríska luft í arbeiðstíðini, er
arbeiði skaðiligt.
Tí fáa arbeiðsgevarar so nógv
sjúkuboð í arbeiðstíðini.
Tað er fyribyrging og heilsu
nýskipan at mæla fólki frá,
nei, forbjóða fólki at arbeiða.
So sparir heilsuverkið nógvar
pengar.
Í fótbólti, sum ikki bara er
undirhald og sorg og gleði, men
eisini vísindi, er stuttligt hjá
nørdum at gera hagtøl um alt
í prosentum og minuttum og
sekundum og bleytum banan
bóltum.
Eisini hvussu nógv skot eru
móti málinum. Og ikki bara tað,
men eisini, hvussu nógv skot raka
málið. Júst tað er lætt í kvinnu
fótbólti. Skot, sum raka málið,
eru líka nógv sum málini. Fær
eitt lið fimm mál, vóru skotini,
sum raktu málið, fimm.
At raka málið er ein setningur
uttan mál. Eingin veit, hvar málið
er. Tað er horvið. Sendarin navn
leys/ur.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Kristina G. Jacobsen
lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Bókin um Zlatan
er tann besta!
– Øll burdu lisið bókina um Zlatan Ibrahimovic.
Tá mann hevur lisið hana, skilir manN
betur, hví hann er, sum hann er. Tað sigur
Kristina G. Jacobsen, ið lærir til frisør
Setningur uttan má