hósdagur 28. november 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 138 · 29. november 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
V4 – afturtrá
við Hermanni
og øðrum
Á nýggjari fløgu ber
til at enduruppliva
stuttligar skemtileikir
frá søguligu undirhalds
sendingini í Útvarpinum
Nú um dagarnar kom út
nýggj tvífløga við skemti frá
V4. Á fløguni eru stívliga
tveir og ein hálvur tími við
stuttligum skemtileikum frá
størstu undirhaldssending
í Føroya søgu nakrantíð.
Fyrsta V4-sendingin varð send
29. november í 1969. Í fyrstani
varð sent úr Læraraskúlahøllini,
høllini í Hoydølum og úr høllini á
Landssjúkrahúsinum. Seinni fóru
tey út á bygd við V4. Sendingin
helt fram líka til miðskeiðis í
sjeytiárunum; men hæddarpunktið
var fyrst í sjeytiárunum.
Tað hevur serstakliga verið
torført, tá ið farið varð á bygd, tí
ferðasambandið var ikki so gott,
sum tað er nú. Tað mátti tí eitt
gott fyrireikingararbeiði gerast,
áðrenn farið varð. Um t.d. sendast
skuldi leygarkvøld úr Suðuroy,
mátti farast fríggjakvøld, og
onkuntíð komu tey heimaftur við
leigaðum skipi sunnunátt. Tað
setti stór krøv til V4-manningina,
sum mátti nýta stóra orku og tíð
til at gera hesar útvarpssendingar,
og vit mugu minnast til, at
flestøll av V4-manningini
høvdu onnur størv, sum skuldu
røkjast mánadag til leygardag.
V4-toymið 1969-73
Vit kunnu siga, at V4-manningin
var sum eitt toymi Skemtarar
vóru í høvuðsheitum: Oskar
Hermannsson, Olivur Næss, Elin
Mouritsen, Óli Kurt Hansen,
Heri Smith og Hermann
Jacobsen. Niels Juel Arge kom
við hugskotinum til sendingina.
Hann var høvuðsmaðurin,
ið bant toymið saman.
Fyri tí tøkniliga stóðu sum
oftast Milson Zachariassen,
Finnbogi Johannesen, Marius
Rein og Jóhan Isholm. Tann
síðstnevndi loysti eisini trupul
leikan við at finna vinnaran til
V4-dráttin sama leygarkvøld,
sum sendingin varð send.
Dalle, Palleba,
Fossadun og øll hini
Á fløgunum eru 33 skemtileikir,
har Hermann er bindiliðið í
øllum upptøkunum. Ein upptøka
er við Dalla. Sjey brot eru við
Palleba og Fossadun, sum
ávikavist Hermann og Olivur
spældu. Umframt leiklutin sum
Fossadun, hoyra vit Olivur í 18
øðrum leikum. Hera Smith hoyra
vit fimm ferðir. Umframt teir
eru: Oskar Hermannsson, Elin
Mouritsen, Óli Kurt Hansen, Sonne
Smith, Gunvør Jensen, Flemming
Samuelsen og Eyðun Johannesen,
Niels Juel Arge og Ívar Iversen.
Offrini vóru m.a. kend
fólk og býráðið í Havn
Hermt verður eftir kendum
persónum t.d. Jákupi Frederik
Øregaard, Erlendi Patursson,
Atla Dam, Jóhan Nielsen, Pouli
Petersen, Zakariasi Wang og
landslæknanum Hanusi Debes
Joensen. Býráðið í Havn er eisini
frammi í onkrum leikum. Tað
var nógv stuttligt sum hendi í
býráðnum í Havn, og orðadrátturin
har var mangan skemtiligari enn
í løgtinginum. Í býráðnum sótu
persónar, sum vóru rættiliga
Maðurin hvørki leikar í ella rópar – hann ger tónleik,
sigur Teitur Lassen um Knút Háberg Eysturstein
Fýra trúboðarar, sum fóru út at virka fyri hálvari øld
síðani, fara at tala í Betesda um vikuskiftið
Monty Python við fimm pensiónistum
gera comeback – og alt varð
útselt eftir 43,5 sekundum!
Teitur Lassen, sum er kendur
tónleikari bæði her heima og
ymsastaðni uttanlands, hevur
ummælt útgávu hjá einum øðrum
føroyskum tónleikara. Tað ger
hann á listablogginum Listin.
Og Teiti Lassen dámar væl
útgávuni hjá Knúti, sum bæði
kann hoyrast á plátu og fløgu.
– Eg havi eina vinylplátu og hon
er skríggjandi reyð og gjøgnum
skygd. Tað riggar væl. Og hon er
180 gramm, tað vil siga, at hon
helst ljóðar betri enn tær vanligu
pláturnar, ið viga minni. Gott at
byrja við vitanini um, at her hevur
mann roynt at gera nakað við
góðskuna, her hevur man gjørt
meira burturúr enn neyðugt. Tað
er finesse. Tað er definitiónin uppá
at vera kul, skrivar Teitur Lassen.
– Tað tykiskt, sum at øll á hesi
útgávuni eru samd um, hvussu
hon skal vera. Tað hevur eyðnast
Knút at gera eina meiri upp
lyftandi útgávu. Alt í alt er tað
nokkso stramt og fast, men tað
er nokk eitt val, sum er tikið.
– Knút er vorðin vaksin og
er komin víðari við tónleikinum,
síðani barndómin í samkomuni.
Hesin tónleikurin er ikki lættur
at finna í tí dagliga. Tó rokni eg
við, at Knút kanska verður meira
vanligur at hoyra um nøkur ár,
tá ið fleiri føroyingar hava tikið
sær stundir til at lurta eftir hon
um. Maðurin hvørki leikar í ella
rópar. Hann ger tónleik. Og tað
er gott, skrivar Teitur Lassen í
ummælinum á listablogginum.
Óli á Grømma Jacobsen, Páll
Poulsen, Hans Sivertsen og
Jógvan Purkhús vóru ungir menn,
tá ið teir fyri 50 árum síðani
fóru úr Betesda í Klaksvík og út
í heim at virka sum trúboðarar
– í fyrstu atløgu til Íslands.
Øll árini síðani hava hesir
virkað undir mongum ymiskum
viðurskiftum og í ymiskum londum.
Um vikuskiftið verða teir fýra
menninir – og hjúnafelagar teirra
– savnaðir í Betesda í Klaksvík,
har tey hava skipað fyri einari
trúboðarastevnu. Stevnan byrjar
seinnapartin leygardagin og heldur
fram leygarkvøldið og sunnudagin.
Ungdómsstevnan U-2013 er
eisini í Klaksvík um vikusskiftið,
og har fara trúboðararnir
eisini at luttaka. Millum annað
skulu teir leygarkvøldið sita í
paneli og svara spurningum.
Næsta summar ger legendariski
enski skemtibólkurin Monty
Python comeback á palli. Monty
Python eru annars eisini kendir
frá sjónvarpi og filmum, og teirra
skemtileikir og skemt annars
er tiltikið. Tað verður framvegis
víst, tosað um og endurgivið.
Tí er tað eisini ein trygg
kassasuksé, at Monty Python
aftur fara at skapa sær
fyri fólki – og pengum.
Almenni prísurin fyri atgongu
merkini varð settur til millum 300
og 1000 krónur fyri eitt setur – og
tey eru 20.000 í tali í O2 Arena
í London, har spælast skal.
Tað varð hørð kapping um
atgongumerkini, og alt varð út
selt eftir 43,5 sekund, sambært
bretskum miðlum. Á svarta
marknaðinum eru prísirnir lagt
síðani farnir upp um 20.000 krónur
fyri ein sess – og tað verður verri
enn. Ella enn betri fyri tey, sum
ætla sær at selja og ikki hyggja.
Men hóast onkur einstøk fólk
kunnu skora túsundtals krónur
upp á atgongumerki, so verða
tað teir fimm í Monty Python,
sum verða teir stóru, fíggjarligu
vinnararnir. Og tá ið fólk hava flent
eftir teimum í tveir tímar, kunnu
teir flenna allan vegin í bankan.
Men tað skal nú als ikki úti
lokast, at tað verður hvørt oyrað
vert at fara í O2 Arena at flenna at
John Cleese, Terry Jones, Michael
Palin, Eric Idle og Terry Gilliam.
Teitur gevur Knúti gott ummæli
Trúboðarar vitja heima
Gomlu gubbarnir skora kassan
Niels Juel og Olivur Næss