hósdagur 28. november 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 138 · 29. november 2013
9
VIKUSKIFTI
Gev Emily ein kjans!
Tað tók sína tíð, men nú er ævisøgufilmur um
Nelson Mandela farin út millum fólk
Sunnudagin verður familjugudstænastu í Nes kirkju
Nú verður filmurin »Mandela:
Long Walk to Freedom« um
síðir frumsýndur. Tað hevur
næstan tikið eins langa tíð at
fáa filmin gjørdin, sum Nelson
Mandela sat í fongsli.
Men í gjárkvøldið skuldi film
urin frumsýnast í Suðurafrika, í
dag í nøkrum stórbýum í USA,
og beint eftir ársskiftið kem
ur hann til Norðurlond.
Filmurin byggir á sjálvævisøg
una hjá Nelson Madela frá 1994.
Meðan Mandela sat í fongsli,
hevði filmsframleiðarin Anant
Singh samband við hann og vitjaði
hann. Hann fekk rættindini til at
filmatiera bókina. 16 ár seinni
gjørdi William Nicholsen eitt
filmshandrit burtur úr bókini,
og nú hevur Justin Chadwick
leikstjórnað ævisøgufilmin.
Filmurin var sýndur á films
stevnuni í Toronto í september, ein
sýning var í Hvítu Húsunum fyrst í
november, men nú kemur filmurin
so umsíðir út til stóru fjøldina.
Høvuðsleiklutirnar í filminum
hava Idris Elba og Naomie
Harris, og írski rockbólkurin U2
hevur gjørt sang til filmin.
Filmurin snýr seg um lívið hjá
Nelson Mandela. Um ungdóms
árini, um útbugvingina, um
tíðina í fongsli, og um at gerast
forseti og fáa ein avgerandi
leiklut í nýggja Suðurafrika.
Sunnudagin, sum er fyrsti
sunnudagur í advent, verður
familjugudstænasta í Nes
kirkju, har tey 170 árini hjá
kirkjuni verða hátíðarhildin.
Hans Eiler Hammer, prestur,
fer at tala, umframt at eitt
gentukór eisini luttekur.
Eftir guðstænastuna eru øll
boðin til døgura í kirkjukjallara
num í Fríðrikskirkjuni.
Nes Kirkja stendur á somu
grund, sum allar tær undanfarnu
kirkjurnar hava staðið.
Nú eru liðin 19 ár, síðani
Fríðrikskirkjan varð vígd, og síðani
tá hava bert fáar gudstænastur
verið í Nes kirkju árliga.
Eitt tipp um psykadeliskan rokk til eitt vetrarvikuskiftið
Hevur tú rætta
aldurin, og vart
tú veruliga
rokkáhugaður
í 1970’unum,
kennist tú kanska við
bólkin Fairfield Parlour. Men tað
er ikki tann bólkurin, ið føroy
ingar kenna best frá stóru
rokktíðini, tá ið ikki minst bretar
vóru frammarliga á pallinum.
Bólkurin Fairfield Parlour
hevur eisini spælt og givið
sangir og plátir út undir øðrum
nøvnum. Einu tíðina var tað
sum Kaleidoscope í 60’unum,
og aðrar tíðir var tað sum The
Sidekicks, The Key og I Luv Wight.
Í 1970 gav Fairfield Parlour
út plátuna From Home To Home,
og hon er frálík. Hon er ógvuliga
tíðarmerkt, men tað er í grundini
ikki nakar vansi. Góður progressivur
– og eitt sindur psykadeliskur
rokkur – kann verða fínur. Og á
hesi plátuni eru nakrir frálíkir
sangir. Vita, um tú kanst finna
plátuna í leivdunum frá 70’unum
ella far á YouTube og gev sangum
sum Aries, Emily og Soldier In The
Flesh ein kjans hetta vikuskiftið!
LURTA!
sterkir og sum vildu gera vart
við seg. Teir gjørdu rok burtur
úr ymiskum, sum vanligt var at
gera innanhýsis, sum ikki átti
at farið um allar geilar og alt
hetta gjørdi, at tey í Býráðnum
áttu pláss í V4-skemtinum.
Undirhaldsvirðið í V4
Við nútíðareygum var undirhalds
virðið at líta á neyvan tað heilt
stóra, tí at har stóðu skemtararnir
uppi á pallinum og lósu upp úr
pappíri; men vit mugu minnast
til, at V4 ikki var skemt at líta á,
tað var útvarpsskemt. Lurtarin
kundi sita heima og ímynda sær
alt, sum fyrifórst í útvarpinum.
Tað skal eisini viðmerkjast, at
tað ikki var so nógv undirhald í
Føroyum fyrst í sjeytiárunum. Tað
verður sagt, at mong veitsla mátti
laga seg eftir V4-sendingunum,
og tað var so galið, at søgur vóru
um, at onkrir brúdleypsgestir
høvdu útvarp við sær til borðs.
V4 reinur hugsjónarandi
Tey í V4 trúði upp á, at tey tæntu
einum góðum endamáli. Peninga
liga loysti tað seg jú als ikki hjá
skemtarunum. Tað er stórur
munur á V4-skemtinum og nútíðar
skemti. Hitt seinna minnir mest
um eina vinnugrein, har pengar
ráðandi. Í V4 lá tankin um pengar
sjálvsagt frammarlaga, tí Útvarpið
skuldi hava pengar inn, so nýtt
útvarpshús kundi byggjast; men
tað var ikki marknaðarhugsanin,
ið var tann ráðandi. Tað var ikki
ein tanki um egna vinning hjá
skemtarum og sangarum, men
aðaltátturin í skemtinum var at
vinna Útvarpi Føroya pening. V4-
manningin trúði upp á, at útvarpið
átti at vera ein mentanarberi,
og tey tóku hesa ábyrgd á seg.
V4 – ein roykstovumentan
Sendingin savnaði tjóðina leygar
kvøldini. Frá kl. 7 savnaðust fólk
at lurta eftir sendingunum. Í
sendingunum vóru góð frásøgu
fólk, ið søgdu frá søgum og
skemti, fólk ið sungu ella kvóðu.
Vit høvdu frásøgufólk og lurtarar
eins og í gomlu roykstovuni, sum
var skift út við útvarpsstovu.
Skal ein góð frásøgn eydnast,
so má frásøgufólkið hava góðar
lurtarar, og tað høvdu tey í V4.
Tey høvdu góðar áhoyrarar bæði
í salinum og kring landið, ið lyftu
innihaldið upp á eitt høgt stig.
Vit kunnu siga, at bæði frásøgu
fólk og áhoyrarar eggjaðu hvør
øðrum, og kann hetta líknast
við roykstovumentanina í gamla
bóndasamfelagnum í fluttari
merking. V4 bygdi onkurs
vegna á gott føroyskt skemt
og undirhald, sum hevði eitt
kjølfesti, og tí munnu vit enn
dáma so væl tilfarið úr V4.
myndánari: Petra Arge
Mandela-filmur frumsýndur
Nes kirkja 170 ár
Talan var ikki um visuelt skemt. Her síggja vit m.a.
Hera Smith, Óla Kurt Hansen og Niels Juel Arge
V4-manningin fekk íblástur frá fólki kring landið. Her
síggja vit m.a. Oskar Hermannsson og Olivur Næss