hósdagur 28. november 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 138 · 29. november 2013
10
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jonhard Mikkelsen er ein av teimum,
sum myndaði meirilutan í Málráðnum,
ið mælti til at varðveita føroyska stav
raðið, sum tað er, og ikki taka bókstavir
sum c, q, z og w inn í stavraðið.
Hann vísur á, at seinastu 20 árini
hava føroyingar fingið orðabøkur
við umleið 600.000 leitiorðum, og
eingir stavsetingartrupulleikar hevur
verið. Allur tann føroyski parturin av
teimum 600.000 orðunum er stavaður
við føroyska stavraðnum. Hann heldur,
at tað er heilaspuni, at kalla føroyska
stavraðið fyri ein trupulleika.
– Sum við øllum øðrum arbeiði
her á landi, vórðu kílar settir í mál
menningararbeiðið longu fyri 120
árum síðan. Tvíningurin hevur verið
sjónskari við hvørt og minni sjónskur
við hvørt. Fyri nøkrum árum síðan tók
seg upp ein áhugabólkur, sum skuldi
virka sum eitt hermót at seta upp
ímóti tí málmenningararbeiði, ið hevði
eyðkent framgongdina nú seinastu
hálvu øldina við nógvum nýggjyrðum
fyri avbronglað donsk orð, við eldri
orðum í nýggjum hami, við fakligum
orðingum, sum høvdu verið tungar
at syfta áður. Tann stevnan hevur
rist málsliga hjálparloysið av okkum
seinastu hálvu øldina, sigur Jonhard
Mikkelsen. Og hann heldur fram:
– Roynt varð so fyri tveimum árum
síðan at trygda ein vanlukkuligan kíla
heilt inn í málsliga mergin, tá ið ávísir
politikarar drógu spurningin inn á ting
og fløktu alt upp í ein vasa. Framman
undan var tað bara vanlig ósemja,
ymsar áskoðanir millum manna, nú
varð tað álvarsligari, tí grasrøturnar
høvdu krøkt í seráhugabólk á tingi.
– Teir skaptu ein trupulleika, ið ikki
var. Teir uppfunnu ein trupulleika. Teir
fløktu eitt mál, ið var greitt. Teir ætlaðu
at veikja tað einasta óbroytiliga, vit
hava í føroyskum, nevniliga stavraðið,
og gera tað ávirkiligt fyri tilvildarligum
politiskum hugburði og meiningum hjá
einstaklingum. Hevði tað hent, hevði
tað elvt til eina vanlukku, sum hevði
fingið alt málarbeiðið út á bláman.
Sagt verður, at vit mugu
síggja veruleikan, sum hann
er. Er tað ikki nakað um tað?
– Hvussu vit síggja veruleikan hevur
einki við stavraðið at gera. Vit hava sein
astu 20 árini fingið føroyskar orðabøkur
við uml. 600.000 leitorðum. Eingin
hevur enn gjørt vart við nakran stav
setingartrupulleika. Eingin. Allur tann
føroyski parturin av teimum 600.000
orðunum er stavaður við føroyska
stavraðnum. Orðini mynda allan tann
veruleika, vit eru í, og tann veruleikin
talar sítt greiða mál: trupulleikin er
heilaspuni.
– Hoyri politikarar siga, at stavraðið
má fylgja við tíðini. Tað er júst tað, ið
tað ikki skal. Tað má ómøguliga verða
ávirkað av »tíðini«, eingin politisk
meining, einki tíðarrák, eingin móti,
ein tilflyting, EINKI tílíkt má ávirka
stavraðið. Tí alt tað, ið er »tíðin« er
broytiligt, »tíðin« hevur ymiskan dám,
og fólkið í »tíðini« hevur ymiskan
hugburð, sum fyri alt í verðini ikki
má sleppa í nánd av stavraðnum. Í
stavraðinum liggur myndaliga talað
mergurin í málinum, okkara málsliga
DNA, og tað má eingin sleppa at ávirka
so hissini, tí onkur eitt skifti hevur
fingið vald og heldur tað vera fikst.
– Tað ljóðar sum um veruleikin bara
broytist her. Íslendingar, sum annars
hava nógva meira samskifti við USA,
Týskland, Spania og onnur lond enn vit,
broyta ikki sítt stavrað. Orsøkin er, at
teir vita, hvat ið er íslendskt, ameriskt,
spanskt og annað. Júst sum vit vita tað.
Eingin fremmandur stavur sleppur inn í
teirra stavrað, tí tað er gjørt til íslendskt
og ikki onnur mál. Júst sum vit gera.
Okkara stavrað er til okkara mál. Og
vit læra tíðliga nógv onnur mál, og har
venja vit eygað at síggja c og q og aðrar
stavir úr øðrum málum. Børnini læra
danskt tíðliga og enskt og summi týskt
og seinni fransk og spanskt. Ymisk mál
við ymsum stavrøðum, sum vit læra so
hvørt. Stavraðini hava ongantíð verið
trupulleiki.
– Harumframt hevur føroyskt
eina stavraðan (alfabetisering)
umframt, ið ger tað heilt klárt, hvar
ymsu fremmandu stavirnir standa
t.d. í føroyskum orðabókum ella á
bókasøvum. Her er bundið um heilan
fingur.
– Tað at allar orðabøkurnar eru
skrivaðar við einum stavraði, ið hevur
staðið sína roynd seinastu 160-170 árini,
prógvar, at tað riggar. Riggar tað, skalt
tú hvørki broyta ella væla um tað.
Hví hava vit stavrað?
– Endamálið er, at stavirnir og stav
samansetingar megna at endurgeva øll
ljóð í málinum. Okkara stavir megna
ta uppgávuna til fulnar. Vit hava har
umframt lúkað burtur ivaspurningar og
gjørt stavsetingina einfaldari við ikki
at taka td stavin c inn í raðið, tí tann
stavurin kappast stundum við s stundum
við k, so vit hava bara endurgivið c við
s, tá ið hann hevur s-ljóð, og k- , tá ið
hann hevur k –ljóð.
– Øll stavrøð, vit hava kannað,
eyðmerkja sínar stavir. Evropeisk mál
kunnu hava rættiliga ymisk stavrøð, tí
málini eru so mikið ymisk. Í sambandi
við øll hesi stavrøð stendur altíð:
»Kortini verða hesir stavir (so verða
teir nevndir) brúktir í fremmandum
sernøvnum og fremmandum orðum,
sum eru í okkara máli.«
– Júst sum hjá okkum. Hetta er okk
ara stavrað, og hesir ávísu stavir verða
brúktir í fremmandum orðum og ser
nøvnum – sum stendur viðmerkt í
móðurmálsorðabókini. Tí eitur Åge
Åge í Føroyum eins væl og í Danmark.
Men tað ger ikki, at vit flyta å inn í
stavraðið, tí å er ikki ein føroyskur
stavur. Å verður ikki føroyskur stavur,
tí hann umboðar einki føroyskt ljóð.
Hetta hevur einki við kenslur at gera.
Sama hvussu fittur Åge er. So sleppur
å ikki inn í stavraðið.
– Og so koma vit til kjarnan. Før
oyska stavraðið er til føroyska málið,
og eru x, ñ, q, ü, ç ä, å ikki stavir, ið um
boða føroysk ljóð, so hava teir einki at
gera í stavraðnum. Tað er sára einfalt.
Og tað er hetta skottið, ið summi vilja
hava brotið niður, men sum stórur og
sannførandi meirluti í Málráðnum
mælir frá at gera.
Men kunnu stavirnir
verða brúktir kortini?
– At teir verða brúktir í fremmandum
sernøvnum sum til dømis Łukasz
Cieślewicz, sum spælir í B36, er í lagi,
men tað ger ikki, at teir sleppa inn í
stavraðið, tí okkum tørvar teir ikki.
Hví? Tí vit hava longu loyst trupul
leikan. z er umboðað við s, og x av ks
og w við v. Og tað skerst ikki burtur,
at Hector verður framborið Hektor og
átti at verið skrivað við k á føroyskum.
Nú er navnalóggávan so mikið lagalig,
at eitur abbin Hector, so kann abba
dóttirin verða stavað Hectoria – men
á føroyskum eitur hon framvegis
Hektoria, og rættast hevði verið at
stavað hana við k, tí øll siga k. Tað
stutta: vit hava ein stav, ið umboðar
ljóðið, og tað ger lívið munandi lættari
hjá børnum okkara, tá ið tey taka síni
fyrstu fet inn í tann mangan torgreidda
málheimin.
– Fremmand orð og fremmand nøvn
eru í okkara máli, júst sum fremmand
fólk búgva her og fremmand vøra
verður seld her. Soleiðis hevur altíð
verið. Og tað fer bara at vera meira og
meira, tí skjótt verða stór lið av kin
verjum her, og teir fara eisini at hava
sítt málsliga góðs við sær, sum bretar
á sinni í Vágum. Og umframt alt tað
fremmanda hava vit í mong ættar
lið elskað og dyrkað stavifeilir hjá
tilvildarligum donskum prestum og
dyrkað ørar danskar týðingar av før
oyskum staðanøvum og mangt, mangt
annað ófatiligt. Men alt hatta er í mál
inum – og eingin ætlar sær at gera
nakað við tað. Einki sum helst. Viljam
við w og kristina við c og alt tað, vit
eru so von við.
– Vit reika ímillum fremmand mál
í stovuni allar teir mongu tímarnar,
skal ikki fylgja við tíðini
– Vit reika ímillum fremmand mál í stovuni allar teir mongu tímarnar,
sjónvarpið er tendrað. Meðan vit slurka kaffi og eta ræstan fisk og spæla
við børnini, fer okkurt fremmant mál ígjøgnum oyruni. Tað málið skal ikki
inn í okkara stavrað. Tað er allastaðni, men har inn sleppur tað ikki, sigur
Jonhard Mikkelsen, Málráðslimur, ið vit hava tosað við um føroyska stavraðið
Stavraðið