Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 138 · 29. november 2013 11 VIKUSKIFTI sjón­varpið er tendrað. Meðan vit slurka kaffi og eta ræstan fisk og spæla við børn­ini fer okkurt fremmant mál ígjøgnum oyruni. Tað málið skal ikki inn í okkara stavrað. Tað er allastaðni, men har inn sleppur tað ikki. Men hvat so við støddfrøði – x, y, z? – Í støddfrøði og evnafrøði liva t.d. x, y, z undir liðini á øðrum symbolum sum μ ella π. Latínsku stavirnir hava sama virði sum hini symbolini. Ikki sum stavir í okkara stavraði, men sum symbol. Tað er skilagott at brúka somu symbol í støddfrøði um allan vestur­heimin, tí er so vorðið. Hetta eru symbol og styttingar í støddfrøði og øðrum grundfakum, og hava einki við før­oyska stavraðið at gera. Hesir stav­irnir eru symbol og styttingar fyri m.a. griksk heiti. Hesir stavir hava heilt annað virði enn vanligir stavir. Hvussu flyta vit so fremmand orð inn í føroyskt? – Vanliga livir eitt fremmant orð eina tíð í málinum, áðrenn vit taka tað til okk­ara og gera tað til okkara, laga tað eftir okkara skipan og geva tí sítt rætta pláss. Lat meg taka eitt einfalt dømi: Pizza. Italiumenn ótu pizza, meðan vit framvegis ótu knetti. Italsk pizza kom so spaku­liga inn á okkara matskrá fyri einum 20 árum síðan. Nú er pizza vorðin gerandismatur, pizza verður før­ oyskt orð og fær føroyskt snið: pitsa. Somu ljóð, sama snið, men stavað á før­oyskum. Sniðið verður skrásett sum veikt bent kvennkynsorð og verður bent í samsvari við tað: Her er ein pitsa – eg keypi eina pitsu. Soleiðis verður arbeitt heilt regluliga og miðvíst. Vit taka ikki fremmandu stavirnar inn, men orðini, hugtøkini. Vit forða ongum og læsa okk­um ikki – vit geva øllum tí nýggja okk­ara snið og okkara dám. Ber ikki til at hava tvey ymisk snið? – Tað veldst um, hvat mál tú tosar um. Skrivar tú eina røðu, bræv til ein vin, á facebook, so skrivar tú júst tað, tú hevur hug til. Men eitt skriftmál er ein sam­skiftismiðil, sum er eintýddur. Somu orð mugu standa skrivað á sama hátt í skaldskapi, undirvísingartilfari, vísinda­ligum tilfari ella lógartekstum. Vit mugu halda okkum innan fyri teir karmar, ið okkara skriftmál ásetur. Tær reglur­nar eru langt síðan gjørdar og virka, sum tær skulu. Reglurnar er gjørdar til tess, at misskiljingar ikki skulu stinga seg upp. Ber ikki til at hava bæði s og c og z og tílíkt hvørt um annað? – Nei, tað gagnar okkum ikki. Tað bara ørkymlar. Trupulleikin er loystur, og vit hava so mangt annað at dragast við í stav­setingini, at býttligt hevði verið at gruggað hetta málið og skapt uppaftur fleiri ivamál. Láni nøkur dømi, sum Marjun Simonsen nevndi í einari grein: ambulansa, avokado, bakkur, basilla, blits, bolsjevisma, elektrisitet, fasisma, gasella, gullasj, hyasint, influensa, kanselli, kekkur, kettjup, klassisisma, konsert, krem, marsjur, medisin, nasisma, offiserur, oson, penisillin, pro­ sent, rasisma, sello, sement, sensurur, sigarett, sirkus, sirkul, sitrón, sjokuláta, skisofrenur, skora, sosialisma, sosialur, súkkla, sylindari, trapets, trukkur, tussj­pennur o.s.fr. Hvussu ofta hevði tú rent teg í ivaspurningar um s-c-z-, hevði skipanin ikki verið so einføld? Hetta má eingin sleppa at broyta í óðum verkum. Alheimsgerðin er her – skulu vit ikki fylgja við? – Alt verður alsamt meira eins í okkara alheimsgjørdu nútíð. Tað er rætt. Øll fara at líkjast, tí hetta ógvusliga rákið svarvar av øllum serkennum og ger øll eins. Men mótrák taka seg eisini upp allastaðni til at varðveita og styrkja eyðkennini hjá tí smáa og tí heilt serliga. Nú vit hava klárað okkum øll hesi ættarlið við okkara egna og hava snikkað og fínpussað og ment og gjørt reglur og mállærur og orðabøkur og fingið alt hetta upp á pláss. Verður hugt nærri at ætlanunum hjá hesi áður­ nevndu fylking, ið vil broyta alt, so ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu enn, at tey vilja seta danska alfabetið í verk í Føroyum og soleiðis skunda undir, at føroysku serkennini hvørva. Skal Málráðið lurta eftir politiska viljanum? – Latið okkum gera tað greitt beinan­ vegin, at um hetta er kjak í tinginum ella prát um eitt kaffiborð, so er tað eitt og tað sama. Hetta er ikki eitt politiskt mál. Verður ongantíð eitt politiskt mál. Polit­ikarar sum onnur kunnu vera samd og ósamd, men at fara við hesum málinum í tingið er fullkomiliga misskilt. Tær allarflestu og skilabestu av­gerð­ irnar, ið verða tiknar í hesum landinum, verða tiknar av fakfólki, har politikarar ikki røkka. Harrin havi lov og tøkk fyri, at vit ikki eru komin so langt, at politikarar leggja seg út í, hvussu fak­ fólk skulu hugsa. Tað er nóg ringt sum er. Vit hava alt ov nógv rættiliga fesk dømi í evropiskari søgu um, hvat tað kann enda við. – Politikarar mugu kenna sínar av­ mark­ingar. Gera teir ikki tað, endar alt skjótt í valdsmisnýtslu. Teir kunnu játta pening til sjúkrahús, men teir mugu ikki blanda seg upp í viðgerðir. Til almennar fjølmiðlar, men sleppa ikki inn á redaksjónirnar. Teir kunnu játta pening til at menna og fjálga um móður­málið, men teir mugu ikki blanda seg upp í arbeiðið hjá málráðnum, tí har hava teir einki at gera. Teir kunnu smíða lógina um Málráð, men ikki siga ráð­num, hvat tey skulu siga. So nei – eg eri ísakaldur í so máta. Hetta hevur einki við løgting og tignarligu limir tess at gera. Málið eiga vit øll – skulu summi ráða? – Tað er púra rætt, men øll kunnu ikki sita og gera stavsetingarreglur og orðabøkur og taka støðu til fakligar spurningar. Ikki ein og hvør, sum ann­ ars dugir at tosa føroyskt, ei heldur ein ein­staklingur, sum 400 aðrir einstak­ lingar hava valt inn á ting. Tað gera fakfólk. Men tað heldur ein minniluti! – Hví verður herðsla løgd á minnilutan, tá ið meirlutin er so sannførandi? 8 av 11 er ógvuliga greiður meiriluti. Impo­ ner­andi stórur meirluti, tá ið hugsað verður um, hvat ið atkvøtt varð um. Ein meiriluti, ið hevur grundað sínar niðurstøður á málfrøði og einki annað. Vóru grundgevingar, ið talaðu fyri einari aðrari niðurstøðu, so hevði hon vunnið. Men grundgevingarnar hjá minni­lutanum hildu ikki. Tí var málið avgreitt. Ikki sum í tinginum. Vit skuldu ikki taka atlit til rossahandlar og næsta val og seráhugamál. Her vóru tað tey fakligu argumentini, ið hildu – einki petti annað – Ymsir partar valdu málráðið. Tí skipaði tingið fyri. Starvsnevndina, hevur Málráðið við demokratiskum meiri­luta sjálvt valt. Starvsnevndin telur 5 fólk. 8 fólk vóru samd um niður­støðuna. Her er eingin trupulleiki. Einasti trupulleiki er, at niðurstøðan hjá meiri­lutanum var ein kjaftfiskur hjá ávís­um politikarum. Tað kunnu vit ikki gera við, tí hetta er sum sagt ikki eitt politiskt mál. Onkrir politikarar hava havt hug at blanda seg upp í málið, eftir at Málráðið kom við sínum tilmæli. Skulu tey sjónarmiðini ikki takast við í eina nýggja viðgerð? – Vit hava avgreitt málið, so hví mæla til, at ráðið heldur fram at fáa í lag nýggja semju um stavraðið? Gera politik­ar­ar tað, tá ið teir hava atkvøtt eitt mál ígjøgnum í tinginum? Mál, sum við­víkur okkum øllum? Sum hevur nógv álvar­sligari avleiðingar fyri okk­ um enn ein hissini fremmandur bók­ stavur? mynd: álvur haraldsen – Hoyri politikarar siga, at stavraðið má fylgja við tíðini. Tað er júst tað, ið tað ikki skal. Tað má ómøguliga verða ávirkað av »tíðini«, eingin politisk meining, einki tíðarrák, eingin móti, ein tilflyting, einki tílíkt má ávirka stavraðið, sigur Jonhard Mikkelsen