hósdagur 28. november 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 138 · 29. november 2013
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Tá ið Hans
Christian slerdi
út av Vágbingi
Meðan Torleif er við Vágbingi, hendir tann syrgiliga vanlukkan, at Hans
Christian, sonur Victor Danielsen, slær út. Hetta skakaði manningina í langa tíð
P
ortugalstrolararnir vóru góð skip
at vera umborð. Tey vóru jú nýggj,
og tá í tíðini var rættiliga farið at
hugsað um at gera tað liviligt hjá
manningini.
Tað hevði eisini týdning, at manningin
varð vird av yvirmonnunum. Hans Pauli var
ein slíkur maður, at hevði hann nakað at siga
uppá ein mann, so segði hann tað við viðkom
andi í einrúmi.
Tá ið vit byrjaðu við Vágbingi, var spurn
ingurin, hvør ið skuldi fara í lastina. Tað var tá
í tíðini roknað fyri at vera nakað niðursetandi
at vera lastarmaður.
Fleiri skutu uppá meg sum lastarmann, tí
eg hevði siglt fleiri ár til ísfisk við Ósa og
hevði verið lastarmaður. Tí visti eg, hvussu
ísfiskur skuldi viðgerast.
Hans Pauli spurdi meg so, um eg vildi taka
lastina uppá meg. Eg svaraði, at eg vildi gera
tað, sum eg kundi, har eg varð settur.
Hans Pauli sigur so við meg, at tú heldur
tað kanska vera so niðursetandi, men eg virði
ein mann fyri tað hann ger, hvar hann enn er
staddur á skipinum. Eg kom so at standa fyri
lastararbeiðinum á ísfiskaveiðuni.
Fyrsta túrin vit landaðu niðri segði Hans
Pauli við meg: »Eg vil takka tær fyri, at
fiskurin var so væl hagreiddur«. Túrurin var
nokk so langur, men vit fingu fullan prís eins
væl fyri tann gamla fiskin sum tann nýggja.
Tað var ikki so ringt skoðsmál at fáa, men
soleiðis var hann. Mær dámdi hann so sera
væl, tí hann var so erligur.
Aftaná Hans Paula kom beiggi hansara,
Svenning við. Svenning var eisini góður at
vera saman við. Tað sama kann eg siga um
beiggjan Pola, sum eg eisini var saman við. Eg
kann bera øllum yvirmonnunum á Vágbingi,
at teir vóru framúr menn.
Tann fyrsta túrin gekk ikki so væl hjá
Svenningi, tað viðraði illa. Men næsta túrin
gjørdi Vágbingur tann besta túrin, sum er
gjørdur út frá Grimsby. Tað vóru 12 dagar frá
tí, farið varð úr Grimsby til Íslands, til kom
ið varð aftur til Grimsby. Veiðan var knapt
4.000 kitt, sum vórðu seld fyri 15.000 pund,
so tað var ein rimmartúrur, eisini tí hann var
so stuttur.
Illveðurstúrur til Hull
Undan jólum í 1962 fóru vit við til Íslands,
John (hjá Sterka Jákup) Joensen var skipari. Vit
fingu eitt sindur av fiski. Vit hoyrdu so, at Hans
Pauli var við Brandi í Grønlandi. Teir høvdu
fingið nógvan fisk á Bananbankaleiðini.
Vit frystu nú fiskin, vit høvdu fingið undir
Íslandi, og fóru til Grønlands. Kastað varð
lítla jólaaftan. Vit fingu rokfiskarí, eini 800
kitt um dagin. Veiðan var væl yvir 4.000 kitt
tann túrin.
Ísurin var uppi. Teir høvdu so góðan hug at
fáa eitt sindur afturat og fóru inn í Holsteins
borg eftir ísi. Tá ið vit komu út aftur nýggjárs
morgun, bleiv ódnarveður. Vit høvdu kanska
trolið út, men tað gav einki, tí veðrið var so
ringt.
Vit fóru tískil at sigla til marknað. Tá var
Brandur Sigmundarson farin at sigla einar
tveir dagar frammanundan.
Hann var frammanfyri hetta veðrið og
fekk eina góða reisu allan vegin til Grimsby.
Men vit fingu eina himmalsins ódnarreisu
allan vegin úr Grønlandi til Hull, har vit land
aðu hendan túrin.
Tá ið vit komu upp í kantin á Streym
fjarðagrunninum, var stormurin nógvur
og sjógvurin var sera ringur. Tað varð siglt
við fullari ferð, tí tað ráddi um at fáa fiskin
landaðan skjótast gjørligt.
Eg hevði vakt á brúnni saman við Olaf
Olsen, sum var vakthavandi. Eg minnist, tá
ið Vágbingur fór framav tí fyrsta brotinum
sum breyt. Tað var sum at detta niður eftir
høvdinum av einum fjalli. Báturin skalv, sum
eg kanska ikki havi upplivað tað fyrr.
Hann kom so upp aftur. Tá var okkurt
brotnað á brúnni. Ein rútur varð kroystur
inn, men hann kom so aftur í rættlag, tá ið
avfjaraði. Soleiðis var reisan allan vegin. Tað
var stormur hvønn dag, sum vit sigldu niður
eftir. Ferðin var í minsta lagi ein dag longri,
enn um veðrið hevði verið hampiligt.
Kortini roknaðu vit við at fáa ein heilt
góðan túr, tí Brandur, sum seldi nakrar dagar
undan okkum, seldi fyri 17.000 pund. Hetta
var ein av teimum bestu túrunum, sum er
gjørdur í bruttosølu.
Men vit vóru so óhepnir, at 2.000 kitt vórðu
sett til viks og vórðu ikki seld. Veðrið hevði
verið so ringt og skipið hevði fingið slíkar
yvirhálingar á ferðini, at fiskurin ovarlaga í
lastini var farin at rósa, og var hann tí ikki
fyrsta floks søluvøra.
Vit fingu eini 10.500 pund fyri tað, sum
varð selt og eini 500 pund, fyri tað sum var sett
til viks. Hetta var sjálvsagt eitt stórt vónbrot,
nú vit høvdu roknað við at fáa ein heilt góðan
túr. Men soleiðis var tað við ísfiski. Aðrar tíðir
kundi hilnast nógv betur enn væntað.
Kalt í New Foundlandi
Sum nevnt royndu vit eisini í New Found
landi. Har gekk væl at fiska, men tað var
kalt. Fiskurin var smáur, so tað gav ikki tað
stóra.
Fyrsta túrin har yviri fingu vit 447 tons.
Hetta var ein góður túrur í rúgvu, tí hann
vardi ikki meira enn tveir mánaðir. Trolarin
var ikki heilt fullur, men teir vildu fara heim
fyri at sleppa fyrr til Grønlands.
Tað var gott at vera við Vágbingi. Hann
var eisini so sera væl mannaður, ikki minst av
góðum trolfólki. Tað var næstan hvør maður,
sum kundi standa fyri arbeiðinum á einum
troldekki. Vit vóru einir 26 mans til ísfisk. Til
saltfisk vóru upp til 46 menn.
Vanlukkan
Tann 23. desember 1963 hendi ein ræðulig
vanlukku umborð á Vágbingi, tá ið tann 28 ára
gamli Hans Christian Danielsen úr Fuglafirði
slerdi út og ikki varð fingin aftur. Eg var í
landi tann túrin, men hvøkkurin var stórur.
Vit høvdu havt kamar saman í hálvt
annað til tvey ár, so vit kendust sera væl.
Hans Christian var ein ógvuliga dámligur
og raskur maður. Hann las altíð í Bíbliuni á
frívakt, og hann plagdi eisini at hava orðið,
tá ið møtir vóru umborð. Hetta gjørdi hann
eisini á møtum í landi.
Vágbingur sigldi undan hendan dagin. Tá
Torleif Bech 13. partur
Umborð á Vágbingi.
Frá vinstru Magnus
hjá Missinum, Torleif
og Snæbjørn Joensen