Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 138 · 29. november 2013 15 VIKUSKIFTI kundi hann fara á liðuna, so nógvur sjógvur kom inn á dekkið, og tað var hetta sum hendi. Á dekkinum vóru lemmar, sum ikki vóru surraðir, og Hans Christian leyp niður á dekkið at fáa hetta gjørt. Men tá kom eitt brot, sum tók hann fyri borð. Tað varð beinanvegin vent. Hans Christian fleyt i sjónum, og hann var so nær at verða bjargaður, at hann var bara ein metur frá at røkka einum longum haka, sum varð rættur hon­um. Men tá kom aftur eitt brot, og Hans Christian hvarv. Tað varð beinanvegin farið inn, og Johan Dahl ringdi til mín um at koma við aftur kom­andi túrin. Tá var óhugaligt at koma inn í kamarið til tómu koyggjuna hjá Hans Christian. Henda hending merkti manningina í langa tíð. Tað varð nógv tosað um, hvat ið kundi verið gjørt øðrvísi. Men í eini slíkari støðu hend­ir alt so knappligt, og tað eru ikki stundir at um­ráða seg. Tað varð kortini gjørt tað, sum gerast kundi. Við norðmonnum Tá fór eg við norska hekkutrolaranum Longva 2. Kjølbro skuldi byggja ein hekkutrolara, tað varð vist Sjúrðarberg. Mortan hjá Kaj skuldi vera skipari á honum. Teir høvdu so biðið tríggj­ar menn fara við hesum skipi at læra seg manna­gongdina við hekkutrolarum. Her var gott at vera við og eg fortjenti eis­ ini gott. Hetta var sjálvsagt nakað heilt ann­ að enn at sigla við síðutrolarum, og arbeiðs­ umstøðurnar vóru eisini nógv betri. Johan Müller hiðani úr Porkeri varð biðin um at koma við, men tað lá ikki fyri hjá honum. Hann hevði tosað við Mortan, um tað ikki var í lagi, at hann bað ein mann fyri seg, sum hann kendi. Johan kom kortini seinni við. Tað bleiv so eg, og eg bleiv verandi í reiðarí­num. Tað kom í drag við tí nýggja Sjúrðar­berg, tí helt eg fram í Norra. Eg varð so biðin um at koma fast við Longva 2 og at skaffa onkran mann afturat, sum var kendur við trol. Eg fekk so Poul Holm við mær, hann var ein raskur og royndur trolmaður. So vit vórðu tveir porkeningar við, og tað vóru eisini tveir fuglfirðingar, Bergur Nón og Jógvan Ryggshamar, ættaður úr Vági. Fyrsta túrin fingu vit heilt nógvan fisk í Grøn­landi. Men so minkaði tað eitt skifti, og vit fóru so til Labrador. Vit fingu fulla last og koyrdu eisini í eina lítla frystilast, sum var ætlað til pakning og slíkt. Vit høvdu knapt 600 tons tann túrin, sum vit landaðu í Hull. Túr­urin vardi um tveir mánaðir. Trollbellur átti lívið í teimum Tá ið so nógvir menn koma í havn, kann rokn­ast við, at menn fara at drekka. Hetta er altíð vanda­mikið, tá ið komast skal umborð aftur. Vit spentu tískil ein trolbell undir land­ gangin. Tað vóru fleiri, sum vóru forhánisligir um hetta. Serliga minnist eg tveir, sum vóru ser­liga forhánisligir. Men fyri hesar báðar var hetta eitt hent tiltak. Tí tá ið vit komu upp morgunin eftir, lógu júst hesir báðir í trol­ inum. Annar teirra tók um hálsin á mær og takk­aði mær fyri hetta tiltakið, tí tað kundi sigast at eiga lívið í honum. Hetta var annars ein stak hampiligur maður, men hetta kann ofta broytast, tá ið rúsdrekka kemur uppí leikin. Illveður sum eitt skot Alt arbeiði umborð var longu tá við maskin­ um. Vit høvdu tvær flakamaskinur, eina til stóran fisk og eina til smáan fisk. Men við­ hvørt var fiskurin kortini so stórur, at hann mátti skerast við hond. Harald Årseth var skipari hjá okkum. Hann helt nógv av føroyingum. Hann segði við okkum, at hann fór ikki til Grønlands við minni enn fýra føroyskum trolmonnum. Við Longva 2 høvdu vit fulla last hvønn einasta túr. Eina ferð fóru vit at sigla úr Dýpinum nýggjársmorgun. Veðrið var gott, inntil vit komu suður um Julianehåbs­ buktina. Meðan veðrið var gott, vaskaðu vit um­ borð, sum vanligt er at gera á heimferð. Trolini skuldu øll skolast, hetta var gjørt uttan­borða. Vit fóru so at eta døgurða, veðrið var av tí allar fínasta. So knappliga kom hesin vindurin, og vit vóru bangin fyri at hesi trolini kundu koma í skrúvuna. So vit máttu skunda okkum frá døgurða­ borð­inum at fáa trolini inn og surrað, áðrenn nakar skaði hendi. Vit sigla eystureftir, og veðrið bara versn­ aði. Og tá vit komu so langt, at við fingu lu av Kappanum, var ódnarveður. Tá fingu vit ein rættiligan skvamp. Báturin rendi fram í brotið við fullari ferð. Tað fóru næstan allir rútarnir, sum vendu frameftir á brúnni, inn ígjøgnum. Kúgveyguni longri niðri á yvirbygninginum fóru eisini. Sjálv brúgvin fór eisini av lagi, so nógv stóð á. Tað kom nógvur sjógvur inn á brúnni. Maskinstjórin hevði kamar í miðhæddini, og sjálvt hagar kom so nógvur sjógvur, at hann fleyt í koyggjuni. Bátarnir loysnaðu úr davidunum á báta­ dekkinum og slongdust ymsar vegir. Maskinan bakkaði við fullari ferð, tá ið avfjaraði. Men hon steðgaði so, og tá kom trolarin at flóta tvørur fyri alduni. Vit fóru uppá bátadekkið at bjarga bjargingarbátunum. Men tíbetur vóru gálgarnir sveisaðir niður í bátadekkið og vóru ikki skalaðir, og vit fingu surrað bátarnar. Hetta var tungt, men eydnaðist so. Hetta fjaraði so av, og vit kundu liggja bakk sum normalt. Men so komu vit inn í nógvan ís, sum kom eystanifrá suðurvið. Hetta bøtti ikki um. Men tíbetur høvdu vit tveir so góðar ljóskastarar, at vit kundu síggja ís­stykkini. Tá ið tað lýsnaði, var veðrið tað sama, og tað var ikki útlit fyri bata í bræði. Skiparin spurdi meg, hvat ið var frægast at gera. Eg segði, at undir slíkum umstøðum plagdu før­ oy­ingar at sigla vestureftir, har umstøður­nar ofta kundu vera betri. Tá kundi eisini komast í le av kappanum. Tað varð eisini gjørt, og tað vísti seg at ger­ast frægari, tá ið vit komu longur vestur. Tá var ísurin eisini burtur. So vit lógu bakk har. Vit plagdu at hava 3-4 dagar heim, men hesa ferð høvdu vit 10 samdøgur frá Banan­ bankanum. Vit fóru at sigla nýggjársmorgun og vóru á Vestmanna 10. januar. Hetta var í 1968. Vit blivu vanliga settir av í Føroyum og tiknir við aftur, so vit fingu nakrar dagar fleiri heima enn norðmenninir. Komandi partur: Í komandi og seinasta parti, sum kemur um tríggjar vikur, fer Torleif við Jens Christian Svabo. Nú fæst hann mest við seyð. Komandi tveir partar verða um Hentze ættina. Eitt sera stórt hál Poul Holm og Torleif Hans Christian Danielsen, sum fyri júst 50 árum síðani slerdi út av Vágbingi Jólaaftan umborð á Longva 2. Frá vinstru: Daniel Jacob Poulsen úr Hvalba – Johan Müller úr Porkeri, búsitandi í Havn – Torleif – Leif Aarseth, norðmaður – Bergur Nón úr Fuglafirði og Jákup Veihe úr Porkeri (sonur Poul Veihe – systirsonur Torleif)