mánadagur 2. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Vegakervið skal útbyggjast við tunl
um um Skopunarfjørð og millum
Skálafjørðin og Havnina. Hesin
boðskapur frá politisku skipanini
er greiður. Ógreitt er tó, hvussu
íløgurnar skulu fíggjast.
Við at lánsfíggja íløgurnar er
vandi fyri, at skuldin hjá landinum
gerst kostnaðarmikil, líka mikið um
aðrar eindir enn landskassin standa
fyri íløgunum ella ikki. Íleggjarar og
ratingstovnar hyggja ikki bert eftir
landskassanum, tá ið avgerð verður
tikin um at veita fígging, men eisini
at partafeløgum og øðrum eindum
uttan fyri landskassan, sum eru
nær tengdar at landskassanum og
politisku skipanini.
Verandi samgonga hevur ikki
fingið tamarhald á landskassa
hallinum, hóast búskaparligu for
treytirnar hjá okkum eru munandi
frægari, enn tær eru hjá flestu
londunum í Evropu. Hallið í fjør
varð hægri enn árið fyri. Og hallið
í ár verður munandi hægri enn í
fjør.
Við verandi fíggjarlógarkarmi
fyri komandi árini eru útlit til, at
bruttoskuldin hjá landskassanum
um fá ár fer upp um 6.000 mió kr.
Nakrar túsund mió kr skulu leggj
ast afturat hesi upphædd í sam
band við virðið á eftirlønum til
tænastumenn, landsstýrisfólk og
onnur. Her er talan um skuld, sum
enn ikki er sjónlig í roknskapi land
sins. Fíggingin av nevndu undir
sjóvartunlum – og seinni einum
tunli undir Suðuroyarfjørð við – er
tí ein avbjóðing.
Tá ið politisk avgerð verður tikin
um at binda landskassan (beinleiðis
og óbeinleiðis) til lánsfígging, er
neyðugt at hava í huga, at økt skuld
kann hava við sær, at ratingin vers
nar og at rentuútreiðslurnar við
hesum vaksa. Somuleiðis eiga atlit
at verða tikin til, at rentustøðið í
søguligum høpi er lágt, og at støðið
um nøkur ár kann gerast munandi
hægri, enn tað er í dag. Við hes
um er tí ikki óhugsandi, at árligu
rentuútreiðslurnar hjá landskass
anum økjast við 200-400 mió kr í
mun til núverandi støði.
Einskiljing
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu
málum, Jacob Vestergaard, hevur
fyri kortum lagt upp til kjak um
einskiljingar. Hetta er viðkomandi
mál at seta á dagsskrá, tí bæði fólka
ræðislig og búskaparlig frambrot
kunnu fáast í lag, um politiska
skipanin megnar at handfara hetta
málið skynsamt.
Kjakið, sum Vestergaard leggur
upp til, snýr seg um landsjørð. Ogn
irnar kunnu ‘realiserast’, sum hann
málber seg. At realisera merkir
vanliga, at jørð ella onnur ogn
verður seld - at ognin verður um
gjørd til peningaogn, sum síðan
aftur kann fara til nýtslu ella keyp
av øðrum ognum, t.d. tunlum. Fyri
at finna fram til ‘rættan’ søluprís
er neyðugt at skipa søluna við
útboði og kunnu leiðreglurnar fyri
einskiljingar, sum landsstýrið áður
hevur kunngjørt, nýtast í hesum
høpi.
Vildi tó ynskt, at einskiljingarnar,
sum Vestergaard ynskir umrøddar,
eisini fevndu um onnur øki enn
landsjørð.
Í altjóða høpi verður sagt, at ein
skiljing fer fram:
1. tá ið almenn fyritøka við sølu
ella á annan hátt verður latin
privatum til ognar
2. tá ið jørð, bygningar, maskinur
og annar framleiðsluútbúnaður
hjá tí almenna verður latin pri
vatum til ognar
3. tá ið framleiðsla av tænastum,
sum tað almenna hevur staðið
fyri, verður útveitt til privat
4. tá ið íløguverkætlanir verða
skipaðar í ‘almennum-privatum
samlagi’ og
5. tá ið alment náttúru-tilfeingi
verður latið privatum at gagn
nýta við ella uttan tíðaravmark
ing
Við hesi allýsing í huga gerst
greitt, at einskiljingar hvørt ár
fara fram í stórum. Hugsi her fyrst
og fremst um einskiljingar, sum
Fiskimálaráðið stendur fyri, og
sum støðugt fara fram við útluting
av fiskiveiðirættindum í føroyskum
sjógvi og øðrum farvatni, har
Føroyar í samráðingum við onnur
lond hava vunnið sær rættindi.
Í einskiljingarhøpi er her talan
um
týdningarmikil
virði,
sum
eru í lands- og tjóðarogn. Útlut
ingarhátturin í sambandi við hetta
tilfeingið er tó millum teir mest
óhepnu, ið hugsast kunnu, tí hann
hóttir rættartrygdina og elvir til
korruptión. Undantak kann sigast
at vera marknaðarliga útlutingin
av 13,3% av makrelkvotuni, sum
ásett varð fyri árið 2011.
Ógreiða og ikki-marknaðarliga
prísásetingin í sambandi við út
luting av fiskiveiðirættindum er í
løtuni nógv tað størsta málið, sum
politiska skipanin átti at raðfest
fram um øll onnur vinnu- og fíggj
armál.
Útlutingarskipan
eigur
at verða fingin í lag, ið avmarkar
grovu kappingaravlagingina innan
sjálva fiskivinnuna og ta kappingar
skeikling, sum galdandi er millum
fiskivinnuna og aðrar vinnur.
Veiðirættindamarknaðurin
Innan veiðirættindamarknaðin hev
ur gongdin seinnu árini verið tann,
at virkin sekunderur marknaður
við veiðirættindum hevur tikið
seg upp. Á hesum óskipaða og gráa
marknaði verða veiðirættindini
prísásett eftir marknaðartreytum.
Órógvandi fyri hendan marknaðin
er sjálvandi, at veiðirættindi undir
verandi lóggávu ikki kunnu seljast
og keypast millum fyritøkurnar,
uttan at amboðini - skipini - fylgja
við í handlinum. Somuleiðis er lítið
gjøgnumskygni galdandi á hesum
sekundera
marknaði.
Politiska
skipanin hevur - undantikið roynd
ina, sum varð gjørd í 2011 á Fiska
marknaða Føroya - ikki ynskt
primera marknaðin at virka. Ein
asti, sum ikki skal hava loyvi at
finna marknaðarligan prís á veiði
rættindum, er ultimativi eigarin –
hin føroyski skattgjaldarin.
Miðalprísurin á makrelveiði
rættindunum, sum landið seldi
í 2011, var 360 oyru/kg. Hægstu
boðini táttaðu í 6 kr/kg. Við verandi
kvotunøgdum av makreli, sild og
øðrum er neyvan torført at ímynda
sær, at trupulleikar at fíggja út
bygging av undirstøðukervinum
til at binda suður- og norðurøki
saman ikki nýtast at vera so stórir.
Hetta, sjálvt um roknað verður
við munandi lægri miðalprísi enn
honum, ið staðfestur varð í 2011.
Fígging av Sandoyartunli
v.m. við einskiljingum
At tingfólk, sum fram um alt siga
seg ynskja, at Eysturoyar- og Sand
oyartunlar gerast veruleiki, ikki
vísa á sølu av veiðirættindum og
einskiljingar annars, er mær ein
gáta.
Munandi íkast til fígging av
samfelagsútbyggingum
kundi
verið útvegað við marknaðarligari
útluting av nýtslurættindum til
náttúrutilfeingi, har talan er um
‘tjóðarogn’.
Í øðrum førum, har talan um
almennar ognir, og sum hóska seg
at liggja undir vanligum privatum
ognarrætti, eru eisini møguleikar.
Lítið høpi er í hjá okkum skatt
gjaldgjaldarum - umvegis lands
kassan og politisku skipanina – at
eiga í t.d. BankNordik og Realinum.
Sama kann sigast um ognir okkara
í SEV og Føroya Tele, sum ikki hava
við grundleggjandi kervispartin at
gera.
At ‘realisera’ hesar ognir og í
staðin brúka peningin til sam
ferðsluútbyggingar gevur meining.
Vil, sum skattgjaldari, nógv heldur
vera ‘eigari’ av Viðareiðis-, Eystur
oyar-, Sandoyar- og Eysturoyartunli
enn ‘eigari’ av t.d. landsjørð og flestu
av almennu fíggingarstovnunum.
Og um rætt verður atborðið,
skuldi peningur eisini rokkið til at
raðfest íløgur til fróðskaparsetur
á altjóða støði og onnur øki, sum
veruliga kunnu gera mun, um ræð
andi demografiska gongdin skal
vendast.
Jonhard Eliasen
Búskaparfrøðingur
Tunlar og
einskiljingar
Fíggjarliga avbjóðingin