mánadagur 2. desember 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LOBBYISMA
at standa sum eigari av
helvtini. Lív var tá eins og
nú alment partafelag, so tað
má hava verið við vælsignilsi
frá landsstýrismanninum í
vinnumálum, at hetta hendi.
Í vár keypti Lív helvtina
hjá Eik Banka og fór inn í
eitt samstarv við nógv um
rødda danska felagið CIP.
Um nevndarlimir og stjóri
í Lív sjálvi hava tikið stig
til hetta, uttan at boð eru
komin um tað frá lands
stýrismanninum, man vera
ivasamt. Men eftir stendur,
at ongin kennir til innihaldið
í avtaluni millum Lív og CIP,
hvørki
almenningur
ella
tryggingartakararnir í Lív.
Alt hetta hendir, meðan
stór fakfeløg, sum annars
skulu eitast at vera aktivir
loybbyistar fyri gjøgnum
skygni og fyri at verja
pengarnar hjá teirra limum,
royna at keypa helvtina
av Lív. Fakfeløgini eru væl
og virðiliga vavd inn í eitt
myrkaspæl,
sum
limirnir
ongan kjans hava at gjøgn
umskoða
- Tað er negativ lobby
isma, tá ið politikarin endar
í lummanum á onkrum, ið
letur honum ella henni pen
ing. Til dømis til valstríð,
sum okkurt bendir á hevur
hug at vinda uppá seg her
heima. Ella við beinleiðis
korrupsjón, sum vit tó tí
betur ikki hava fingið inn
í okkara politisku mentan
enn. Men við gráu elituni er
tað øvugt, tí her er eru fólk úr
vinnu- og fakfelagsleiðslum
í lummanum á politikarum
og embætisfólki í miðfyri
sitingini. Gjaldið er nevnd
arsessir við tí, sum fylgir við
av pengum og valdi, sigur
Jógvan Mørkøre.
Ingolf S. Olsen
- Jú sjálvandi royna lobby
istar eisini at fáa teirra
søk fram í miðlunum, men
tað gera í prinsippinum
øll, sum venda sær til tíð
indadeildina. Í so máta eru
tey øll lobbyistar. Tað eru
vit tilvitað um, og alt, sum
kemur inn á redaksjónina,
og allar áheitanir verða krit
iskt viðgjørdar. Vit gera tað,
sum vit altíð eiga at gera.
Tað sigur Liljan Weihe,
tíðindaleiðari í Kringvarpi
Føroya, KvF.
Hon heldur tó ikki, at
lobbyistarnir, sum royna at
ávirka politiska valdið her
heima, eins miðvíst royna
at ávirka tíðindaflutningin.
- Í øllum førum kunnu
vit ikki tosa um eina harða
kjarnu,
sum
vit
kenna
uttanlands, staðfestir hon.
Søgusnaring
Men tað kemur meira enn so
fyri, at áhugabólkar brúka
orku upp á miðlastrategiir og
royna at fáa redaksjónirnar
at snara tíðindunum soleiðis,
sum áhugabólkurin vil hava
tey at venda.
- Eitt dømi er, tá Fólka
heilsuráðið
fyrr
í
ár
lanseraði úrslitið av einari
gallupp-kanning, tey høvdu
latið gjørt um, hvussu nøgd
ir føroyingar eru við lívið.
Tey royndu at fáa pressuna
og almenningin annars at
fokusera á nøkur ávís svar
í kanningini, sum, um tey
stóðu einsamøll, staðfestu,
at føroyingar eru heimsins
eydnuríkasta fólk, og at
Føroyar eru besta landið í
heiminum at búgva í. Men
tá vit nærlósu kanningina,
sást millum annað eisini,
at vit føroyingar hava lítið
álit á politisku skipanini, og
at lutfalsliga nógv halda, at
korrupsjón er púra vanlig
her heima. Tað bleiv so
okkara fokus, greiðir Liljan
Weihe frá.
Pressan hevur skyldu at
hava eina kritiska og eftir
kannandi tilgongd til alt
tilfar, eisini um tað snýr seg
um humanar og vælgerandi
felagsskapir. Og tað vissar
tíðindaleiðarin um, at KvF
hevur, sjálvt um tað kann
tykjast langt millum krit
isku spurningarnar til hesar
felagsskapir, til dømis til
LGBT.
- Jú, vit hava eisini havt
kritisku brillurnar á nøsini
viðvíkjandi LGBT. Tá tey
gjørdu eina veljarakanning,
sum vísti, at stórur meiriluti
er fyri borgarligari vígslu
av samkyndum í Føroyum,
gjørdu vit av ikki at brúka
hana. Ikki tí at vit hildu, at
nakað var galið við henni,
men tí vit ikki kundu
garantera fyri trúvirðinum.
- Vit hava eisini víst onkr
um søgum um vánaligu
støðuna hjá einstøkum veik
um bólkum frá okkum, tí tað
ikki hevur borið til at finna
nakran í hesum bólkunum,
sum kundu staðið fram og
vátta hesar støðulýsingar.
- Men annars er at siga,
at ein óheft pressa per
definisjón altíð kennir seg
hava eina skyldu mótveg
is veikum bólkum, og tí
standa vit vanliga týðulig
ari í leiklutinum sum teirra
advokatur heldur enn teirra
ídnasti kritikari, sigur Liljan
Weihe.
Drúgvur kritikkur
Tá hon ikki heldur teir
tradisjonellu lobbyistarnar
vera so ágangandi mótvegis
Kringvarpinum, hvussu ber
tað so til, at tíðindadeildin
har javnt og samt fær
skotið í skógvarnar, at hon
rennir ørindi fyri politiska
vinstraveingin?
- Eg veit ikki, men eitt
boð er, at borgarligu flokk
arnir hava sitið so leingi við
stjórnarvaldinum. Pressan
skal jú altíð vera á varðhaldi
og hava eitt kritiskt eyga við
valdinum, og tá teir hava
sitið so leingi við tí, hevur
kritsikt fokus eisini verið
á teimum í eins langa tíð.
Tað er púra náttúrligt, men
summi fáa tað so til tað, at vit
bara eru úti eftir borgarligu
samgonguflokkunum og eru
í parti við andstøðuni, sigur
Liljan Weihe.
taka sær valdið
annar bólkur – eitt nú
Landsfelag Pensionista og
“Í menniskjum góður tokki”,
sum
Annlis
Bjarkhamar,
makin hjá Sonju Jógvans
dóttir, stendur á odda fyri.
- Eg haldi ikki, at LGBT
tekur nakað frá nøkrum,
sjálvt
um
felagsskapurin
kanska betri megnar at seta
dagsskránna
enn
onkur
annar. Tvørturímóti eigur
tað at lyfta øll onnur upp, tá
LGBT fær viðrák, tí felags
skapurin stríðist fyri grund
leggjandi mannarættindum.
Tað eigur at merkja, at um
LGBT’arar hava tað gott í
einum samfelag, so er tað
sannlíkt, at aðrir bólkar eisini
hava tað gott har, staðfestir
Sonja Jógvansdóttir.
Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðingur, var formaður í
Ognarfelagnum Lív, sum
sambært lóg skal hava aðra
helvtina í Lív frá landsstýri
num, meðan hin helvtin
skal seljast til privat. Um
hálvan apríl í ár segði hann
seg frá sum formann og
fór samstundis úr umboðs
ráðnum fyri trygging
artakararnar hjá felagnum
Tíðindaleiðari:
- Lobbyisma er sum øll onnur ávirkan
Tíðindaredaksjónirnar eru altíð undir trýsti frá seráhugamálum,
eisini frá teimum, sum loybbyistarnir royna at trýsta. Á
tíðindadeildini í KvF er ongin serstøk lobbytilbúgving,
tí tilgongdin er altíð kritisk, sama hvør keldan er
- Øll sum venda sær til
tíðindadeildina eru í
prinsippinum lobbyistar.
Tað eru vit tilvitað um,
og alt, sum kemur inn á
redaksjónina, og allar
áheitanir verða kritiskt
viðgjørdar, sigur Liljan
Weihe, tíðindaleiðari
í Kringvarpinum