mánadagur 2. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LOBBYISMA
Ingolf S. Olsen
Hvør er fíggjar
liga avleiðingin,
og skulu pengar
játtast á fíggjar
lógini?
Svarið upp á
henda spurningin
hevur
alstóran
týdning fyri, um
tað eydnast einum
lobbyisti
at
fáa
politiska undir
tøku
ella
bara áhuga fyri einum máli.
Tað veit Sonja Jógvans
dóttir alt um. Hon er sam
skipari
í
Samtak,
sam
starvsfelagið hjá teimum
fimm
fakfeløgunum
Før
oya Arbeiðarafelag, Havnar
Arbeiðsmannafelag, Klaks
víkar
Arbeiðsmannafelag,
Klaksvíkar Arbeiðskvinnu
felag og Føroya Fiskimanna
felag, og so er hon eisini sum
samkynt aktiv í LGBT.
LGBT kostar onki
Í báðum førum er lobby-virk
semi fremsta uppgáva henn
ara, men tað er munur á, hvør
boðskapur er lættast at selja.
- Tað er tann boðskapurin,
sum onki kostar. Sjálvandi
skalt tú duga at forklára teg
í báðum førum, og boðskap
urin má vera fakliga væl
undirbygdur og liður í eini
strategi, men skal eg saman
bera, so tykist tað verða lætt
ari at fáa politikararnar at
vísa áhuga fyri tí, sum LGBT
roynir at fáa undirtøku fyri.
Orsøkin er einfalt hon, at
tað kostar onki. Borgarlig
vígsla av samkyndum, til
dømis, hevur onga eyka út
reiðslu við sær. Málini hjá
Samtak hava hinvegin ofta
fíggjarligar avleiðingar, tí
tey typiskt snúgva seg um
skattaviðurskifti, pensjóns
viðurskifti ella stríð fyri
onkrum peningaligum ágóð
um til limirnar, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Hon leggur tó dent á,
at hóast LGBT tykist hava
lættari við at fáa politiskt
uppmerksemi
samanborið
við Samtak, so merkir tað
ikki, at málini harvið hava
lættari við at fáa ítøkiliga
politiska undirtøku.
- Nei, tað hava tey als
ikki, tí upperksemið gongur
báðar vegir. Tey, sum eru
ímóti eitt nú borgarligari
vígslu av samkyndum reka
jú mótkampanju við fullari
ferð, staðfestir hon.
Einfaldur boðskapur
Tó, at boðskapirnir eru so
ymiskir, og verða móttikn
ir á so ymiskan hátt, so er
strategiski framferðarhátt
urin nøkulunda hin sami,
sama um Sonja Jógvansdótt
ir ger lobby-arbeiði fyri Sam
tak ella fyri LGBT.
- Tað snýr seg um at for
mulera ein boðskap, sum øll
skulu kunna skilja. Dugir tú
tað, og hevur viljan og evn
ini, so kanst tú fáa okkurt
ígjøgnum.
Eg
plagi
at
ímynda mær ommu mína,
sum ikki er her longur, sum
móttakara, tá eg skal hava
ein boðskap út. Hon var ein
púra vanlig føroysk kvinna,
ið fylgdi væl við í politikki
og
samfelagsviðurskiftum
annars. Um vanlig fólk ikki
skilja ein boðskap, skalt tú
heldur ikki rokna við, at ein
politikari skilir hann, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Fyri LGBT heldur hon tað
eisini hava týdning, at nógv
og sterk umboð eru virkin í
senn.
- LGBT hevur ein púra
flatan bygnað. Har er ongin
formaður, men tað ger so, at
tey flestu kenna tað sum sína
skyldu at vera virkin úteftir,
sjálvt um tað sjálvandi eisini
er so, at summi gera meira
og summi minni, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Hála onnur við upp
Tað eru tó langt frá all
ir minnilutar, veikir sam
felagsbólkar ella vælgerandi
átøk í Føroyum, sum megna
at seta seg so væl ígjøgnum
við sínum boðskapum sum
LGBT og onkur hendinga
Ingolf S. Olsen
Í øllum londum, ið hava
umboðandi
fólkaræði
– fólkavald umboð í lóg
gevandi parlamentum – sum
stýrisgrundarlag, er ávirkan
og trýst frá áhugabólkum av
øllum handa slag á poltisku
skipanina ein avleiðing, ið
ikki slepst undan.
Soleiðis var við senat
inum í gamla Rom, og soleið
is er í demokratisku londun
um í dag.
Lobbyismu kalla vit fyri
brigdið, og hon hevur nógv
andlit.
Eisini í Føroyum spælir
lobbyisma ein stóran leiklut
bæði í landspolitikki og
kommunalpolitikki,
og
ávirkanin økist, tí áhuga
bólkarnir styrkjast støðugt.
Gott og ringt
Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðingur,
skilir
millum
lobbyismu, sum er annað
hvørt góð ella ring fyri fólka
ræðið.
- Tað er fínasta slag, at
bólkar royna at ávirka politi
sku skipanina, so leingi alt
gongur opið fyri seg og tolir
dagsins ljós. Tað er bara sunt
og tekin um eitt virkið fólka
ræði. Eg tosaði einaferð við
ein norskan stórtingslim,
sum segði, at hann kundi
ikki vera lobbyistarnar fyri
uttan. Tí hann fekk virðis
mikla informasjón frá teim
um, ið hann ikki fekk aðra
staðir.
Sjálvandi
væntar
lobbyisturin í sínum lagi so
at fáa okkurt afturfyri. Men
tað er í lagi, sigur Jógvan
Mørkøre.
Um aktuella stríðið hjá
LGBT
fyri
borgarligum
hjúnaløgum sigur hann:
- Tey gera ikki annað enn
so mong onnur undan teim
um, til dømis kvinnurnar,
sum hava fingið staðfest
síni rættindi við lóg og fingið
viðurkenning løgtingsins við
millum annað Demokratia.
Gráar elitur
Hann sær átøkini hjá LGBT
og øðrum sterkum felags
skapum, eisini vinnuligum
áhugabólkum, ið spæla við
opnum kortum, sum sunt
og gott lobbyarbeiði, men
heldur hinvegin, at vit eru
á vandakós, tá lobbyistar
ella persónar við seráhuga
málum beinleiðis taka sær
vald ella fáa vald afturfyri
loyalitet.
Hetta sæst í summum
almennum
partafeløgum,
har valdið er ein greytur av
politiskum klassa og tekno
kratum. Handgingin fólk
verða síðani tikin upp í
valdsnótina úr vinnulívi og
summum fakfelagsleiðslum.
- Lobbyistar møta vanliga
upp í korridorunum ella
gongini í Tinghúsinum og
sjálvum tingsalinum í full
um dagsljósi og føra seg
fram í almenna rúminum
parallelt við sínum korridor
politikki. Men tey fólkini, eg
sipi til, taka sær vald um
vegis umsitandi valdið og
virka í tí fjalda, sigur Jógvan
Mørkøre.
Hann sipar til almenn
partafeløg, har landsstýrið
stendur sum annaðhvørt
einsamallur eigari ella sum
meirilutaeigari.
- Eg ivist í, um vanligu
lobbyistarnir hava stórvegis
at skula sagt har. Heldur
merkir tú ørkymlan teirra
millum, bæði tá ið talan er
um vinnusíðuna og um fak
felagssíðuna. Her stýrir ein
grá elita, og ásin í hesum
netverki er landsstýrið og
embætisverk og so nøkur
handgingin fólk úr vinnu-
og fakfelagsleiðslum, sigur
Jógvan Mørkøre.
Sjálvur
kennir
hann
trupulleikan
innanífrá.
Hann er nevniliga fyrrver
andi formaður í Ognarfelag
num Lív. Hann segði for
manssessin frá sær í apríl.
Frammanundan hevði hann
frá 2006 til 2012 eisini sitið í
nevndini í almenna parta
felagnum, sum eigur Lív.
Myrkaspæl
Lív hevur frá byrjan av verið
tætt knýtt at verkætlanini
Skálafjarðartunnilin,
sum
nú er endað í einum stórum
ruðuleika.
Málið
byrjaði
við, at ein lokal lobby á
Skálafjørðinum fekk drigið
Lív upp í verkætlanina,
so tryggingarfelagið kom
Tá lobbyistarnir
Opin lobbyisma er góð og hoyrir heima í einum fólkaræði. Vandin er, tá lobbyistarnir
fara eftir sjálvum valdinum. Hetta hendir í stóran mun í Føroyum, har gráar elitur hava
valdið í almennum partafeløgum, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur
Prísurin hevur alt at siga
Sonja Jógvansdóttir hevur sum samskipari í Samtak og aktiv
í LGBT lobbyismu sum yrki. Tað er ofta lættari at treingja
ígjøgnum við LGBT-boðskapinum enn við fakfelagsmálum,
heldur hon, tí LGBT krevur onki, sum kostar pengar
Superlobbyisturin Sonja Jógvansdóttur
brúkar somu strategi, sama um hon roynir
at vekja áhuga fyri søkini hjá LGBT ella fyri
verkafólkaáhugamálum. – Tað snýr seg um
at gera boðskapin so einfaldan, at øll skilja
hann, men kortini skal hann vera fakliga væl
undirbygdur og liður í eini strategi, sigur hon