mánadagur 2. desember 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LOBBYISMA
býtt, staðfestir Høgni Hoy
dal.
- Í Danmark verður ofta
tosað um, hvussu stórt vald
A. P. Møller hevur, men um
tú hyggur at peningaliga
lutfallinum, so er pelagiska
vinnan og alivinnan hvør
sær 100 ferðir sterkari í Før
oyum enn A. P. Møller er í
Danmark, sigur hann.
Vald kann avmarkast
Tjóðveldisformaðurin ásann
ar, at tað er lítið at gera við
peningasterku lobbyismuna,
sum longu er har, men hann
heldur, at hennara vald kort
ini kann avmarkast í sjálvum
lógarsmíðnum.
- Tað er at fáa lobbyina
fram í ljósið. Tað kann millum
annað gerast við meira um
fatandi og betri skipaðum
hoyringum í sambandi við
lógarsmíð. Tá tað ógvusliga
peningaliga valdið liggur og
stýrir aftanfyri, er tað ikki
tann demokratiska prosess
in, ið ger av, hvussu lógir
og reglur koma at síggja út,
men vit kunnu avmarka
vandamiklu
ávirkanina
við sjálvi at senda boð eftir
teimum lobbyistunum, ið eru
viðkomandi at lurta eftir, sig
ur Høgni Hoydal.
- Tá tað kemur til fiski
vinnulóggávuna,
so
hava
vit í nógv ár barst fyri, at
endavent henni. Bæði fyri at
geva eina rættvísari atgongd
til okkara tilfeingi, men so
sanniliga eisini fyri at gera
hana minni viðkvæma mót
vegis pengasterkum lobby
istum. Lógin um vinnuligan
fiskiskap, sum hon sær út
nú, letur upp fyri trýsti á
landsstýrismannin í fiski
vinnumálum, tí lógin gevur
honum alt ov víðar heimildir.
Soleiðis hevur tað altíð verið
í føroysku fiskvinnuni. Upp
gjøgnum
1980’ini
runnu
áhugamálini hjá reiðarunum
og
Fiskimannafelagnum
saman, tí tað loysti seg betri
í felag at leggja trýst á lands
stýrið fyri at fáa sømdir, enn
við sínamillum samráðing
um, staðfestir hann.
vinnulobbyistunum
- Sjálvt um tað kann elva
til stríð inni í flokkunum,
eiga vit at fegnast um
lobbyvirksemið hjá
teimum, ið stríðast fyri
javnrættindum og berjast
ímóti teimum, ið bert arbeiða
fyri egnum seráhugamálum,
heldur Høgni Hoydal
Verri fyrr
- Tað var nógv verri fyrr, tá
næstan ongin regulering var
í fiskivinnuni. Alt er vorðið
hampuliga væl regulerað
við lógini um vinnuligan
fiskiskap, sum vit fingu
miðskeiðis í 1990’unum. Vit
skulu bara ansa eftir, at vit
ikki geva einstøkum aktør
um ov langan snór. Tað, sum
vit eisini hava brúk fyri, eru
betri
mannagongdir
við
víkjandi hoyring, tí tað er
ein stórur veikleiki í dag, at
týðandi lógaruppskot ella
uppskot um lógarbroytingar
kunnu fara í tingið uttan
hoyringsskriv.
- Eitt annað, sum er hart
tilrongt, er størri fíggjar
ligur stuðul til flokkarnar at
leita sær ráðgeving og ser
frøðihjálp fyri. Við tí høvdu
teir eisini verið betri ílatn
ir at takkla lobbyistarnar. Í
Fólkatinginum, til dømis, fáa
tinglimirnir stórar árligar
upphæddir til hetta enda
málið, sigur løgmaður.
Ímótii egnari
sannføring
Tá tað snýr seg um tað meira
humanu lobbyismuna, eitt
nú frá LGBT, sær hann ongar
trupulleikar, tó at hann í
málinum
um
borgarliga
vígslu av samkyndum hevur
sett seg í eina støðu, har
hann gongur ímóti síni egnu
sannføring.
Hann
mælir
nevniliga
samgongutinglimunum til at
atkvøða ímóti uppskotinum
um at loyva samkyndum at
ganga í hjúnalag, sum tríggir
andstøðutinglimir hava lagt
fyri Løgtingið.
- Ja tað er ein løgin støða,
tí persónliga eri eg fyri, at
samkynd skulu kunna gifta
seg borgarligt. Men hetta ger
bara veruleikan enn meira
sjónligan, nevniliga at 80
prosent av orkuni hjá einum
løgmanni fara til at halda
saman upp á samgonguna.
Í øllum flokkunum, eisini í
samgonguni, er ein órógv
um ávís mál, sum ikki
kann regulerast, serliga tá
tað snýr seg um etisk mál.
Sjálvandi skulu vit eisini
kunna taka undir við and
støðuuppskotum, um tey
eru skilagóð, men vit hava
gjørt ta innanhýsis avtalu
í samgonguni, at vit skulu
hava eina felags støðu, um vit
skulu taka undir við einum
upp-skoti frá andstøðuni.
Eina slíka felags støðu kunnu
vit ikki fáa í hesum málinum,
og tí má eg mæla samgongu
tinglimunum til at atkvøða
ímóti. Annars bróti eg sam
gonguavtaluna, greiðir løg
maður frá.
- Hetta málið vísir rætti
liga væl, hvat hendir, tá
verðslig, liberal hugsan og
konservativur kristindómur
renna saman. Eg tosaði nógv
við samkynda amerikanska
sendiharran í Danmark um
júst hetta, tá hann var her
og vitjaði fyri stuttum. Hann
segði, at støðan her í so máta
líkist ógvuliga nógv henni í
USA, leggur hann afturat.
Spinn og trýst
Og so er tað Skálafjarða
rtunnilin. Kennir løgmað
ur seg í tí málinum als ikki
sum eitt offur í einari stórari
lobby-verkætlan?
- Nei, tað geri eg ikki. Tað
er rætt, at ein sterk lobby
arbeiðir fyri verkætlanini.
Hon inniheldur allar teir
sterku
ingrediensirnar
–
stórkapitalin, stríð millum
politisk vinstra- og høgra
áhugamál, sterkar lokalar
fraksjónir og annars øll tey,
sum onkursvegna vilja upp
í part, tí ongin einstakur
investorur kann fremja hesa
verkætlanina
einsamallur.
Men mínir trupulleikar í
hesum málinum stava ikki
frá hesum, men frá effek
tivum andstøðuspinni og tí
sannroynd, at tríggir limir
í samgonguni gingu ímóti,
so eg var noyddur at krevja
málið aftur fyri tingið, stað
festir Kaj Leo Johannesen,
løgmaður.
Uttanfyri løgtingshúsið 15. desember 2011. Við herrópum og karamellublikkum mótmæla
fólk flatskattinum og forskatting av pensjónum. Her er talan um eina aktiva og sjónliga
roynd at ávirka tey, ið ráða fyri borgum. Lobbyisman kann hinvegin vera verri at fáa eyga á