mánadagur 2. desember 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Kári Horn er ikki longur venjari hjá Neistakvinnum. Álvaslig sjúka
hevur noytt hann at leggja hondbóltin til viks komandi tíðina
Teitur Dalsgarð vann um vikuskiftið kapping í
recurve. Bæði í bólkinum fyri børn og vaksin
Heilsan framum ítróttin
Teitur
rakti beint á
Jákup Mørk
Tað kom sum ein skelkur hjá
Neista-kvinnunum, tá tær í
farnu viku fingu boð um, at
Kári Horn gavst sum venj
ari.
– Eg havi fingið boð um,
at eg havi ein kroniska tarm
sjúku, og fyrst og fremst
ræður um at fáa tamarhald
á hesum. Eg fekk boðini í
farnu viku, og so skjótt sum
dysturin seinasta vikuskifti
var av, valdi eg at boða frá
hesum. Samstundis játtaði
eg, at eg skuldi hjálpa til, inn
til nýggjur venjari var funn
in, sigur Kári Horn, sum tó
játtaði at taka eitt seinasta
tørn sunnudagin, tá Neistin
vitjaði í Vestmanna.
– Og eg rokni við, at felagið
finnur eina loysn til ta tíð. At
venja kvinnurnar hjá Neista
num átti í øllum førum at
verið eitt venjarastarv, sum
fleiri hava stóran áhuga
í, heldur Kári Horn, sum
sjálvur kallaði tað fyri eitt
dreymastarv, tá hann fekk
møguleikan fyri hálvum øðr
um ári síðani.
Gevst tú so fullkomuliga
sum venjari, ella er talan um
fyribils steðg?
– Vónandi er hetta bara
fyribils. Boðini frá lækn
unum eru í øllum førum, at
tá tamarhald er fingið á sjúk
uni, kann eg liva eitt púra
vanligt lív, men her og nú
skal eg ansa mær eitt sindur.
So vónandi kann eg aftur
hugsa um hondbóltsvenjing,
tá komandi kappingarár byrj
ar, sigur Kári, sum sjálvandi
harmast støðuna, sum er
íkomin.
– Hetta er jú ikki tað, sum
eg hevði roknað við. Vit hava
fleiri týðandi dystir fyri
framman, og tí er timingin
avgjørt ikki serliga góð, men
eg noyðist sjálvandi fyrst og
fremst at lurta eftir tí, sum
læknarnir siga, staðfestir
Kári.
Jákup Mørk
Leygardagin
skipaði
VágaSkot fyri kapping fyri
børn, har 11 skjúttar kapp
aðust í recurve.
Og her eydnaðist Teiti
Dalsgarð at vinna, og hetta
gjørdi hann eisini sannfør
andi. Í innleiðandi umfarinum
fekk hann 540 stig, meðan
Miriam Haraldsen, ið var
næst á listanum, fekk 411 stig.
Teitur vann eisini 6-0 í bæði
fjórðings- og hálvfinaluni,
áðrenn hann eisini gjørdi
bart við 6-0 í finaludystinum
móti Miriam.
Sunnudagin varð kappst
fyri vaksin, og eisini her var
Teitur bestur í recurve. Hesa
ferð var talan um sera harða
kapping við Anniku. Men
Teitur fekk tvey stig fleiri
enn Annika í innleiðandi
umfarinum, og tá tey bæði
hittust í finaluni, var Teitur
omaná 7-1.
Schandorff vann
Í kappingini í compound varð
endin, at the grand old man
innan føroyska bogaskjóting,
Schandorff
Vang,
vann
kappingina.
Her hevði Jógvan Niclasen
annars staðið seg best í inn
leiðandi umførunum, meðan
Schandorfff
tá
gjørdist
nummar fýra. Í hálvfinaluni
stóð á jøvnum millum teir
báðar, men í umskjótingini
var Schandorff næstur mið
uni á skivuni.
Í finaluni hitti Schandorff
Anju Johansen, og her vann
Shcandorf dystin 6-2 (28-
28, 28-27, 29-29, 28-27).
Útsettu kvinnudystin á Skála Eftir
kappingarskipanini hjá HSF skuldu kvinnuliðini
hjá StÍF og Kyndli eisini spæla á Skála
sunnudagin. Hesin dysturin er tó útsettur,
og enn er nýggj dagfesting ikki sett á.
Mellemgaard til B36 B36 váttaði fríggjadagin tað, sum in.fo vistu at
siga í vikuni. Nevnliga at Alex Mellemgaard hevur gjørt sáttmála við felagið.
Alex spældi við AB fram til 2012, tá hann fór av landinum. Nú verður hann
aftur at síggja í føroyskum fótbólti. Vinstrabeinti spælarin hevur spælt 117
dystir fyri AB, har teir 32 eru í Effo-deildini. Hann hevur skotið 32 mál.
Kári Horn hevur verið ein karismatiskur
persónur á síðulinjuni hjá Neistanum í ár
og í fjør, men fyribils er hetta nú søga
Mynd: Álvur Haraldsen
Fleiri leysir fyrispurningar
hava verið, men enn hevur
ikki eydnast Neistanum
at seta nýggjan venjara
fyri Kára Horn, sum helst
stóð á odda fyri Neista
kvinnum fyri seinastu
ferð í vetur, tá tær spældu
í Vestmanna.
Sum skilst hava tey í
Neistanum verið í sam
band við nakrar møguligar
kandidatar til starvið, men
enn er einki avgjørt í so
máta. Talan er um støðu,
sum er íkomin rættiliga
brádliga, og hjá flestu av
teimum, sum vanliga fáast
við hondbóltsvenjing í
fremstu røð í Føroyum, er
støðan tann, at tey longu
hava venjarastarv í øðrum
felag.
Sum nevnt aðrastaðni á
síðuni, so hevur Kári Horn
sagt, at dysturin í Vest
manna var tann seinasti,
og tað vil við øðrum orð
um siga, at Neistin nú
hevur seks dagar til at
finna eina loysn, áðrenn
tær spæla sera týðandi
grannauppgerðina móti
Kyndli.
Neistin
leitar
enn