Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Bæði hjá StÍF og Kyndli vórðu veteranar togaðir fram í royndini at toga seg nærri oddinum Vetaranar hálaðir fram Hørður Fannar aftur í Kyndli Kyndil hevur gjørt sáttmála við íslendska strikuspælaran, Hørður Fannar Sigthórsson, fyri restina av kappingarárinum. Hørður spældi við Kyndli í tríggjar mánaðir farna kappingarár og venur við Kyndli aftur eftir longri steðg orsakað av skaða. Hann verður væntandi til reiðar at spæla eftir nýggjár. Eisini hevur Kyndil styrkt venjaratoymið hjá besta mansliðnum, har Geir Wardum nú kemur afturat Hjalmari Klein Olsen og Finni Hansson. Jákup Mørk Hjá báðum liðum var talan um støðu, har tað mátti røkka ella støkka. Kappingin er skjótt hálvrunnin, og með­an VÍF, KÍF og H71 hava fing­ið ferð í kapprenningini um finalu­plássini, so hevur gingið verri hjá StÍF og Kyndli. Ikki minst varð undan kapp­ingarárinum roknað við, at Kyndil hevði eitt gott lið í vetur, men dystirnir hava prógvað, at tað ikki altíð er fólkið á pappírinum, sum er avgerandi. Undan vikuskiftinum boð­aði Kyndil frá, at teir hava leitað sær styrk bæði á og uttan fyri vøllin, nú Geir Wardum er vorðin partur av venjaratoyminum, meðan Hørður Fannar Sigthórsson aftur verður at síggja á strik­ uni, tá hann er komin seg eftir skaða. Sunnudagin høvdu teir eisini leitað Bárð Johannesen, sum júst er farin um tey 40, fram, men hóast Bárður hevur vilja sum fáur, og á tann hátt er framúr til at eggja viðspælarum, so gav ikki sigurin, sum vónirnar vóru til. Stigini vórðu nevnliga eftir hjá heimaliðnum, sum eisini hevði leitað aftur á gamlar slóðir. Millum spæl­ arar­nar á vøllinum vóru nevn­liga Leivur Justinussen og Pauli G. Hansen, og saman við lið­feløgunum megnaðu teir at toga annan sigurin á rað til høldar. Lyklaspælarin var sum ikki einaferð Sveinur Justinussen, men hóast Kyndil fór út í mansverju, so megn­aðu hinir á liðnum eisini at lyfta uppgávuna, og tað bar við sær, at Kyndil misti takið, sum teir annars høvdu havt á dystinum. Við sigrinum hevur StÍF framvegis møguleikan at blanda seg í oddastríðið. Men um so verður, fæst helst ein ábending um, tá teir taka móti KÍF næstu ferð. Kyndil tykist hinvegin vera um at missa takið, og tað var ikki tað, sum lá í kortunum, tá kappingarárið byrjaði. jakup@sosialurin.fo StÍF - Kyndil 29-26 (12-15) 10 min: 6-5 20 min: 9-11 40 min: 18-17 50 min: 23-21 StÍF: Sveinur Justinusen 6, Fríði R. Djurhuus 5, Marius Joensen 5, Allan Norðberg 4, Borgar Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Kjartan Johansen 1, Pauli G. Hansen 1, Leivur Justinusen 1 Kyndil: David Edvardsen 8, Bjarni Sørensen 7, Høgni Klein Olsen 4, Finnur Hansson 4, Josef Abrahamsen 3(1) Brotskøst: StÍF 1/0, Kyndil 2/1 Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 2 Neistin fekk ikki nakað burtur úr, tá tær í gjár skuldu royna at fylgja oddaliðunum VÍF staðfesti oddasessin VÍF - Neistin 31-24 (18-15) 10 min: 8-3 20 min: 13-10 40 min: 23-17 50 min: 27-22 VÍF: Agnas Olsen 7(1), Durita Ljósstein 6, Durita Christophersen 6, Tóra Seloy 4(3), Liljan Djurhuus 4, Daniella Joensen 2, Annika Poulsen 1, Eilin Hansen 1, Guðrið Poulsen 1 Neistin: Jacklin Durhuus 8, Bára Hansen 5(2), Rakul Augustinussen 4, Birita Wardum 3, Súsanna P. Nólsoy 1, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1, Nicoleta Hansen 1 Brotskøst: VÍF 4/4, Neistin 3/2 Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2 Jákup Mørk Tað eru týðandi uppgerðir, sum eru á skránni hjá Neista-kvinnunum í hesum døgum. Seinnu árini hevur bláa havnarliðið skúgva tey flestu av hinum til viks, og við sterku siðvenjuni hjá felagnum í mentu, so er eitt pláss í FM-finaluni næstan eitt krav frá viðhaldsfólkunum. Hetta hevur eisini verið málið hjá liðnum, og eftir eina heldur trilvandi byrjan, har liðið skuldi læra at standa seg uttan stjórskjótandi Brauer, hava tær næstan fingið samband við oddin. Saman við Kyndli er VÍF oddalið, og tí var talan um sera týðandi uppgerð, tá Neistin vitjaði í Vestmanna, men har fingu tær at kalla ikki eitt bein til jørðina. Gaman í fekk Neistin fyrsta málið í dystinum, men tað var so tað. VÍF tók fullkomuliga yvir, og tá tær fyrst høvdu vunnið sær eina trivaliga leiðslu, sleptu tær ongan tíð endanum. Við sigrinum hevur VÍF togað seg leyst í oddinum, har tær tó hava spælt ein dyst fleiri enn Kyndil. Heimaliðið var greitt við yvirlutan, tá tær sendu meistararnar til hús við ongum sunnudagin Myndir: Álvur Haraldsen