mánadagur 2. desember 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
400 handtøkur Tað er Ekstra Blaðið, sum
veit at siga, at talan er um áleið 400 handtøkur
í samband við dystin. Tað var serliga á heim
ferðini, at flestu at handtøkunum fóru fram.
Løgreglan var møtt mannsterk til uppgávuna.
Tróndur Arge
Brøndby Stadium
Brádliga fara fleiri fólk at
hosta og taka sær til eyguni.
Onkur er um at spýggja,
meðan onnur turka sær um
munnin og royna at spýta
ólekra smakkin út. Tað er
ikki til at síggja, men táragass
hevur ein sterkan virkning.
Eisini nøsin fær ein umgang.
Tað er ein lítil løta síðani,
at FCK fjeppararnir gingu
eftir sama vegi. Løgreglan
hevur brúkt táragass fyri
at fáa teir at halda fram.
Frammanundan hevur verið
áfat millum Brøndby og FCK
viðhaldsfólk, sum hava tveitt
ymiskt eftir hvørjum øðrum.
Onkrar søgur siga, at tað
eisini hevur verið nevaleikur
upp í, men tað er vónleyst at
trúgva øllum, sum tú hoyrir
beint aftaná ein dyst.
Táragassið er ein staðfest
ing av, at talan hevur verið
um álvarsligar hendingar,
eftir at dysturin á Brøndby
Stadium er liðugur.
Longur frammi standa ein
røð av løgreglubilum, sum
blinka. Løgreglufólk í alskins
verju eru í hópatali. Óvið
komandi fáa boð um at halda
seg vekk, og tað verður ikki
spurt pent tvær ferðir. »Pilla
av« er boðini aðruferð við
einum skumpi í rygginum.
Framvið vegnum sita fleiri
hundrað FCK viðhaldsfólk,
sum eru handtikin. Ongin
sleppur nær við tey. Onkir
løgreglufólk eru meira diplo
matisk og greiða forvitnu
fólkunum frá hvat er á vási.
FCK viðhaldsfólkini hava
ikki klára at hildið seg til
vanligan fólkaskikk, og tað
verður ikki góðtikið. Buss-
stegðistøð eru brotin, garðar
og annað, sum kann brótast,
er brotið. Múrssteinar eru
brúktir at tveita við, og tað
gongur millum annað útyvir
skakkaðar íbúgvar á ellis
heimi.
Á tokstøðini í Glostrup,
sum er høvðusstatiónin fyri
at sleppa inn í býin aftur, fara
menn til hendurs. Tveir teirra
enda á sjálvari togbreytini.
Nei, hetta er ikki bara ein
uppgerð millum teir arva
fíggindar á vøllinum, men
so sanniliga eisini uttanfyri
vøllin. Tað fingu áskoðarar
nir at kenna, tá teir skuldu
heim av Brøndby Stadium
sunnukvøldið.
Spennandi upptakt
Uppgerðirnar
millum
Brøndby IF og FC Keyp
mannahavn er doyptar »New
Firm«, eftir uppgerðunum
millum
skotsku
feløgini,
Celtic og Glasgov Rangers,
sum verða róptar »Old Firm«.
Sunnudagin var »New Firm«
dystur á Brøndby Stadium.
Bæði Brøndby og FCK
hava verið í einum aldurdali
í seinastuni, men eru nú í
stórformi. Brøndby megn
aði akkurát at bjarga sær í
Superliguni farna kappingar
ár, meðan FCK í ár hevur
verið undir niðurflytingar
strikuni.
Nú er vent í holini.
Brøndby og FCK hava vunnið
seg í toppin av donskum fót
bólti. Tí hevði hendan upp
gerðin ein dám av oddadystin
yvir sær.
Løgreglan er væl fyri
reikað. Serligt fótboltstok er
sett inn frá Nørreport. Tað er
ikki til at taka feil av hvat tok
talan er um. Í teimum fremstu
tokvongunum eru Brøndby
viðhaldsfólk, meðan tað eru
FCK viðhaldsfólk í teimum
aftastu tokvongunum. Tey
syngja og rópa óført.
FCK?, spyr ein løgreglu
dama í tokinum.
Tað er ikki uttan orsøk,
at einki hvítt ella gult er at
hóma á klæðunum hjá undir
ritaða.
– Nei, hvørki FCK ella
Brøndby, er svarið.
Ansa bara eftir hvat tú
sigur um FCK her, er speiska
aftursvarið
frá
løgreglu
damuni, sum saman við
tveimum øðrum løgreglu
monnum heldur skil á, at
viðhaldsfólkini hjá FCK og
Brøndby eru atskilt.
Tokið koyrir til Glostrup,
har tað eru stutt yvir ein kilo
metur at ganga til leikvøllin
hjá Brøndby. FCK viðhalds
fólkini eru í góðum lag, tá
løgreglan fylgir teimum frá
tokstatiónini til leikvøllin.
Fleiri fýrverksbumbur verða
tveittar garðar á vegnum til
stadium.
Á Brøndby Stadium er
gott lív í longu ein tíma und
an dystarbyrjan.
René og lívið í Brøndby
René Shaki Joensen er einsa
mallur føroyingur í hópinum
hjá Brøndby. Hann hevur
spælt ein dyst í Superliguni,
men í dag tykist langt til eitt
pláss millum teir ellivu á
vøllinum. Hann tó ikki mist
mótið móti og møtir trúgvur
upp til tey ymisku tiltøkini
hjá Brøndby.
Hesa
ferð
skal
hann
skrivar autografar í Brøndby
Kids økinum. Hann situr
saman við fleiri av hinum
spælarunum, sum ikki eru
við. René ger tað við einum
smíli og heilsar pent upp á
børnini, sum koma yvir at
fáa autograf.
– Hetta er ein partur
av tí, letur úr René, meðan
hann skrivar undir eina
mynd av sær sjálvum. Hann
hevur játtað at taka Sosialin
við aftur um leiktjøldini í
Brøndby.
– Kom bara við mær, sigur
René og vísir vegin til VIP
lounge, har fleiri av fyrrver
andi spælarunum eru millum
gestirnar.
Tvey kend nøvn í før
oyskum
fótbólti
eru
at
síggja. Tað eru fyrrverandi og
núverandi landsliðsvenjarar
nir hjá okkum, Henrik »Store«
Larsen og Lars Olsen.
Støðan hjá René í Brøndby
er ógreið í løtuni. Hann hevur
sáttmála til komandi summ
ar, men skal í næstum til
samtalu við ítróttarstjóran í
felagnum.
– Tað eru fleiri møguleikar.
Kanska teir vilja leiga meg út,
kanska teir vilja leingja, ella
kanska vilja teir sleppa av við
meg, sigur René.
Hann
er
bjartskygdur
undan dystinum og vónar, at
liðið hjá honum kann vinna
dystin.
Brøndby uttan
lyklaspælarar
Undir
upphitingini
sæst
Mikkel Thygesen, skaddur
liðskipari
hjá
Brøndby,
standa
frammanfyri
við
haldsfólkunum hjá Brøndby
og
undirhalda
teimum.
Hann er bara ein av fleiri
spælarum, sum mangla hjá
Brøndby til dystin. Aðrir sum
kunnu nevnast er Martin
Albechtsen, meðan Simon
Makienok byrjar á bonk
Arvafíggindauppgerðin millum
Brøndby og FCK var einki
fótbóltsupplivilsi, men rundan
um dystin var hendingaríkt
við fleiri hundrað handtøkum,
balladu, herverki og táragassi
táragass og
tryggur FCK sigur
Brøndby, ballada,