Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur inum, tí hann er júst komin aftur frá skaða. Stutt undan dystarbyrjan koma aftur keðilig boð. Stóra innkeypið í summar, fyrr­verandi Chelsea verju­ spælarin, Khalid Boulahrouz, er ongastaðni at síggja. Søgan sigur, at hann er blivin skadd­ur í upphitingini. – Hann er ein leiðari. Tað merkist væl, at hann er ein toppspælari. Hann tosar nógv við venjaran um taktik og vit aðrir mugu bíða, um hann skal hava massagu, sigur René við einum smíli. – Hann er skjótur at læra frá sær, tá vit gera ymiskt skeivt. Hann hevur spælt á høgra bakki og tí kann eg læra nógv av honum, sigur René, sum byrjar at blíva eitt sindur skeptiskur nú trígg­ir av fýra teimum føstu í verj­ uni eru úti. Tannleyst Brøndby Longu undan dystinum er lagt upp til torføran dyst fyri Brøndby. Fitti lítli maskott­ urin hjá Brøndby verður spurdur fyri opnari mikro­ fon, um hann væntar at Brøndby vinnur. – Nei, er stutta og greiða svarið frá lítla dreinginum, til stóra gleði fyri vitjandi áskoðararnar hjá FCK. Tað stutt av tí langa er, at FCK var nógv betri og tí vunnu teir 3-1. Brøndby spældi uttan hugflog í fram­ rættaða spælinum, meðan verjan var ósikkur í tí mesta sum hon gjørdi. FCK hevði eina ætlan í upp­spælinum og tað end­aði mangan við einum renni­ dysti millum annan av fram­ herjunum hjá FCK móti ein­um Brøndby miðverja. Serliga Nikolaj Jørgensen spældi væl í álopinum hjá FCK. Frederik Holst var at kalla ikki til staðar á høgra bakkinum. Hetta er plássið, sum René vil hava. Hann skal so ikki verða bangin fyri avrikinum hjá Holst í gjár. Tað var vánaligt saman við restina av verjuspælarunum hjá Brøndby. Í álopinum hevði Brøndby Kenneth Zohore, sum einki fekk burturúr. Meðan áleyp­ arar­nir hjá FCK arbeiða hart bæði í álopsstøðu og í verju­ støðu, so megnaði Kenneth Zohore einki at gera um seg. Brøndby kom á odda við frálíkum frísparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men bara min­uttir seinni megnar verjan ikki at rudda vekk og so er 1-1. Áðrenn farið verður til hálvleiks er 3-1 og í báðum førum er talan um vánaligt verjuspæl. Tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð er ongin ivi. FCK er betri enn Brøndby á deg­num og vinnur uppi­ borið. 400 handtøkur Eftirspælið av dystinum byrj­ar beinanvegin uttanfyri Brøndby Stadion. Løgreglan hev­ur avsperrað høvðusvegin til togstøðina í Glostrup, so FCK viðhaldsfólkini kunnu sleppa avstað fyrst. Hes­um dámar ikki øllum viðhalds­ fólkunum hjá Brøndby, sum gera vrøvl. Tann eini, ein lágvaksin smáfeitur skallutur maður í 30’ unum, leggur eftir løg­ regluni, sum annars roynir at tosa pent við ótolu fólkini, ið vilja sleppa heim. Við eitt hevur løgreglu­ maðurin fingið nokk. Hann tekur lágvaksna mannin inn í avsperraða økið og hand­tekur hann. Tveir vin­ menn royna at steðga hand­ tøkuni, men fáa eitt slag yvir fingarnar frá øðrum løg­ reglu­monnum. Soleiðis byrjar heimferðin, og eftir táragass, hundratlas handtøkur, ein langan umveg og bardaga á tokstøðini, end­ ar heimferðin á midnátt. Jú, Brøndby og FCK er nógv meiri enn ein fótbólts­ dystur. Kanska for nógv meir enn ein fótbóltsdystur. trondur@sosialurin.fo Stemning­ urin inni á Brøndby Stadium var fantastiskur. Bøði viðhaldsfólkini hjá FCK og Brøndby hildu nógv gang. Atburðurin hjá fleiri av viðhalds­ fólkunum uttanfyri vøllin og spælið sjálvt. Faktist spældi Brøndby óalmindiliga illa. Brøndby IF - FCK 1-3 (1-3) 1-0 Ferhan Hasani, 23 1-1 Igor Vetokele, 25 1-2 Nicolai Jørgensen, 31 1-3 Igor Vetokele, 34 Dómari: Michael Tykgaard Dysturin í tølum: Brøndby IF – FCK Skot á mál: 2-7 Skot ikki á mál: 6-2 Bjargingar: 4-1 Hornaspørk: 5-5 Rangstøður: 2-4 Gjørd fríspørk: 10-16 Gul kort: 1-2 Myndir: Tróndur Arge René og Jón Rói á landsliðsvegginum Á Brøndby Stadium er ein landsliðsveggur, har allir Brøndby spælarar, sum hava umboðað Brøndby á ymiskum landsliðnum er nevndir. Tvey føroysk nøvn eru á listanum. Tey eru René Shaki Joensen og Jón Rói Jacobsen.