Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Hóast ein dystur er eftir enn, áðrenn tað formliga er greitt, hvør vinnur sessin í steypa­ finaluni hjá monnum, sum tað liðið fær, sum er á odda, tá øll hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjumøðrum, er eing­in spenningur um tað. Longu nú er greitt, at tað verður ÍF, sum fer avstað við plássinum í steypafinaluni, tí ÍF er fýra stig framman fyri SÍ og fimm stig framman fyri Fleyr, so har er eingin veruligur kappingarneyti hjá fuglfirðingum at ansa serliga væl eftir. Hinvegin er spenningurin heilskaptur í kappingini um seinna steypafinalusessin, tí SÍ og Fleyr eru so jøvn, at bara eitt stig er á muni. Har verður tí avgerandi, hvussu alt spælir av í teimum »smáu« steypa­kappingunum. Fleyr var í finaluni ímóti ÍF í FK-kapp­ingini, men tapti, so nú fæst at síggja, hvussu tað spælir av í Mjølnir-kapp­ ingini í næsta mánaði. Um vikuskiftið høvdu klaks­víkingar vitjan av odda­liðnum, men ÍF vísti onga náði og vann 3-0, so Mjølnir kom heldur ikki hesa ferð upp á stigatalvuna við nøkrum stigi. Sum væntað, var talan um spennandi dyst millum SÍ og Fleyr í Sørvági, har SÍ fyrst vann tvey og Fleyr síðani tvey, áðrenn alt bleiv avgjørt í fimta sett­ inum, sum SÍ vann. Gongdin seinnu mongu árini hevur annars verið tann, at ÍF og SÍ hava skiftst um at vinna tað heila, so hevur ÍF eitt árið vunnið greip­una, hevur SÍ vunnið hana árið eftir. Men sum tað sær út í ár, kann ÍF fara at bróta mynstrið, um tað altso eydnast stór­favo­ritt­unum úr Fuglafirði at vinna bæði meistaraheitið og steypa­ kapp­ingina. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Reglurnar siga, at tá øll liðini í kappingini í Eik-lig­uni hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum, fær tað liðið, sum tá er á odda í lands­kapp­ ing­ini, annan sessin í steypa­ finaluni. Ofta hevur verið greitt leingi, hvør skuldi fara avstað við hesum sessinum, men hesaferð bleiv tað munandi meira spennandi enn vanligt, tí kappingin hevur verið so jøvn millum júst Mjølnir og Fleyr, ið eisini hava verið fremstu rivalarnir seinnu árini. Nú sjey umfør eru farin, stóð so greitt, at bæði Mjølnir og Fleyr høvdu sama stigatal, 19 stig, men av tí at Mjølnir hevði eitt vunnið sett meira, komu klaksvíkskvinnurnar í steypafinaluna við sett­ mun­inum 21-6, ímóti 20-6 hjá Fleyr. Hartil er so at siga, at Mjølnir hevur ein annan fyrimun, tí Mjølnir hevur í vet­ur vunnið á Fleyr, tá lið­ ini møttust í Klaksvík. Tá skuldu fimm sett til, áðrenn Mjølnir stóð sum vinnari við 3-2 sigri. Men hóast tað ikki eydnað­ ist kvinnunum hjá Fleyr at fáa steypafinaluplássið nú, hava tær longu ognað sær eitt partabræv í kappingini um hitt plássið, tí tær vunnu FK-kappingina. Vinna tær eisini Mjølnir-kappingina, sum verður í januar, koma tær í finaluna – og um tær ikki vinna tá, fáa tær ein kjans aftrat við hálv- finalu ímóti tí vinnara- num. KÍF bjóðar av Mjølnir og Fleyr eru klárt tey bæði bestu liðini hjá kvinn­unum og vunnu eisini um vikuskiftið sínar dystir, sum í báðum førum vóru á útivølli. Suðuri í Trongisvági vann Mjølnir 3-0 á TB, og í Sørvági gjørdi Fleyr bart og vann 3-0 á SÍ. TB og SÍ hava annars verið feløg, sum fyri ikki so langari tíð hava gjørt vart við seg, men eisini í kvinnu­ flog­bóltinum eru skiftandi tíðir, so alt er ikki bara, sum tað plagar at vera. Ikki minst sæst tað aftur í, at serliga KÍF nú bjóðar teim­um báðum fremstu av og bara er fýra stig aftanfyri. Fyri nøkrum árum síðani høvdu tey í Kollafirði eitt gott lið, men seinnu árini hevur fyri tað nógva verið talan um øgiliga unga manning, men nú sær gott út hjá KÍF. Eitt annað lið, ið eisini hevur hug at bjóða av, er Dráttur, og um vikuskiftið var júst dystur millum hesi bæði í høllini í Kollafirði, har KÍF tó dró longra stráið og setti eina striku undir sína støðu sum størsti bronsukandidaturin higartil. At enda eru tað so eystur­ oyarfeløgini, ÍF og Ternan, sum stríðast í botninum, har tey liggja beint aftan fyri SÍ! Tey bæði møttust á Kambs­dali um vikuskiftið, tá fugl­fjarðakvinnur vunnu á teimum av Toftum, so ÍF slapp av aftasta plássi. hilmarjan@sosialurin.fo U19 til Norður Írland Lutakastið til komandi EM-undankappingar­ nar hjá yngru landsliðunum var í Nyon í Sveis í farnu viku. Fyri føroyska U19-landsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar kom í bólk saman við Norður Írlandi, Russland og Kekkia. Norðurírar verða vertir fyri kappingini, sum verður frá 9. til 14. oktober komandi ár. U17 til Írlands Føroyska U17-landsliðið kom í bólk A, saman við Skotlandi, Írlandi og Gibraltar. Kappingin verður spæld í Írlandi frá 22. til 27. september 2014. Umframt EM-undankappingina, skal føroyska U17-landsliðið komandi ár eisini luttaka í NM- kappingini, sum verður í Danmark fyrstu dagarnar í august. Klaksvíkskvinnur høvdu bara so dánt munin á teimum úr Fleyr, nú eitt pláss í steypafinaluni skuldi lutast burtur eftir fyrsta triðingin av kappingini Menninir hjá ÍF eru ikki til at steðga, men eru greitt á odda í landskappingini, umframt at teir longu hava tryggjað sær annan steypafinalussessin ÍF fer avstað Mjølnir akkurát fram um Fleyr Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 7 7 0 21 6 15 19 2 Fleyr 7 6 1 20 6 14 19 3 KÍF 7 5 2 18 10 8 15 4 Dráttur 7 4 3 15 11 4 11 5 TB 6 2 4 11 12 -1 8 6 SÍ 7 1 6 5 18 -13 4 7 ÍF 6 1 5 3 16 -13 3 8 Ternan 7 1 6 6 20 -14 2 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 ÍF 5 4 1 14 6 8 13 2 SÍ 5 3 2 12 8 4 9 3 Fleyr 5 3 6 12 10 2 8 4 Mjølnir 5 0 5 1 15 -14 0 ÍF - Ternan 3-1 (20-25, 25-18, 25-22, 25-17) TB - Mjølnir 0-3 (13-25, 16-25, 19-25) SÍ - Fleyr 0-3 (16-25, 11-25, 12-25) KÍF - Dráttur 3-1 (25-19, 21-25, 27-25, 25-21) Mjølnir - ÍF 0-3 (19-25, 16-25, 9-25) SÍ - Fleyr 3-2 (25-18, 25-19, 14-25, 15-25, 15-11)