mánadagur 2. desember 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Arsenal heldur fast Arsenal er framvegis oddalið í ensku Premier League. Teir vunnu 3-0 á
Cardiff leygardagin, og styrktu harvið um oddastøðu sína. Liverpool tapti 3-1 móti Hull á útivølli, og
nú eru tað Chelsea og Manchester City, sum elta oddaliðið. Tey bæði liðini vunnu trygt sínar dystir
um vikuskiftið. Stórdystur var eisini í London, har Tottenham og Manchester United spældu 2-2
javnleik. Tottenham var tvær ferðir á odda, men Rooney javnaði báðu ferðirnar fyri gestirnar.
Føroyar vunnu sannførandi sigur
í Small Nations talvkappingini,
sum í síðstu viku var í Monaco
Telvaðu seg heilt uppá tindin
Jóannes Hansen
Tað er ikki oftari enn so, at
Føroyar eru best í Europa.
Í gjár var síðsta umfar í
europeisku
talvkappingini
fyri smátjóðir – Small Nations
– sum alla síðstu viku var í
Monaco. Tíggju smátjóðir
luttóku, og endaliga støðan
var, at Føroyar vunnu við
16 dystarstigum. Tvey stig
vórðu latin fyri sigur, eitt stig
fyri javnleik og einki fyri tap.
Í hvørjum dystinum vóru
fýra talv, og Føroyar vunnu
øll tey fyrstu átta umførini.
Undan síðsta umfarinum,
sum var á skránni í gjár, var
tað longu greitt, at Føroyar
vóru samantaldur vinnari.
Mótstøðuliðið í síðsta um
farinum var Andorra, sum
stríddist fyri at vinna næst
fremsta plássið. Einki er at
ivast í, at motivatiónin mundi
vera ymisk hjá liðunum
báðum.
John Arni Nilssen tapti á
øðrum borði. Helgi Dam Ziska
og John Rødgaard samdust
skjótt við mótstøðumenninar
um remis. Á fjórða borði
hevði Høgni Egilstoft Nielsen
lítlan fyrimun. Hann stríddist
góða løtu fyri at vinna, men
tað endaði javnt,og harvið
taptu Føroyar síðsta dystin 2
½ - 1 ½. Sjálvandi iðraðu før
oysku telvararnir seg um, at
tað ikki eydnaðist at vinna
fulla úrtøku burturúr síðsta
umfarinum ella í hvussu so
er at røkka javnleikinum.
Men tað kundi á ongan hátt
skugga yvir framúr saman
talda avrikið og sigurin.
Í eitt nú fótbólti eru tað
bara San Marino, Andorra og
spildurnýggi limurin í altjóða
samgonguni Gibraltar, ið eru
undir Føroyum á altjóða
styrkislistanum. Endastøðan
eftir talvkappingina millum
smátjóðirnar vísir, at Føroyar
eru frammanfyri allar hinar
europeisku smátjóðirnar.
Spurningurin
spøkir
beinanvegin, um tað so at
siga loysir seg at taka lut í
kapping, har Føroyar eru
best, og um tað ikki hevði
verið skilabetri at nýtt tíð og
pengar upp á størri avbjóð
ingar.
– Vit ætla okkum eisini
komandi árini at taka lut
í hesi kappingini, sum er á
skránni annaðhvørt ár, segði
formaðurin í Talvsambandi
Føroya, Finnbjørn Vang, í
samrøðu við útvarpið hjá
Kringvarpinum í gjár. Hann
og telvararnir vóru tá við til
endahátíðarhaldið, har før
oyska liðið varð fagnað fyri
góða avrikið.
Umframt at fagna saman
talda vinnaranum so vórðu
eisini bestu telvararnir fagn
aðir. Á tveimum borðum áttu
Føroyar
telvararnar,
sum
vunnu lutfalsliga størstu úr
tøkuna. Talan var um Olaf
Berg á triðja borði og um
Høgna Egilsfoft Nielsen á
fjórða borði. Hinir tríggir –
Helgi Dam Ziska, John Arni
Nilssen og John Rødgaard –
vóru allir millum tríggjar teir
fremstu á ávikavíst fyrsta,
øðrum og triðja borði.
Framúr avrik
Avrikið í Monaco er stað
festing av, at føroyska lands
liðið er væl fyri. Liðið hevur
ongantíð verið so væl mann
að, sum tað var tað hesa ferð.
Fýra teir fremstu á styrkis
listanum vóru á liðnum. Teir
eru Helgi Dam Ziska, John
Arni Nilssen, John Rødgaard
og Olaf Berg.
Fimti maður á liðnum
var Høgni Egilstoft Nielsen.
Hann var við sum avloysari,
og hann fekk sanniliga høvi
at vísa, at tað er dugur í
honum. Í FM kappingini
fyri einstaklingar á páskum
endaði hann á fjórða plássi.
Hesa ferð telvaði hann seks
av níggju talvum. Úrtøkan
var 5 ½ stig. Tað var bara í
síðsta umfarinum, at talvið
endaði remis. Øll hini talvini
vann hann. Tað er framúr
gott avrik. Høgni Egilstoft
Nielsen fylti 29. apríl 16 ár!
Eingin telvari í allari
kappingini megnaði fulla
úrtøku. Olaf Berg var við í
sjey umførum, og úrtøkan
var 6 ½ stig ella 92,9 prosent.
Bara ein annar telvari –
Pierre Villegas úr Monaco
– megnaði eins stóra úrtøku
sum Olaf Berg.
Framtíðin
Nú eru føroysku telvararnir
á veg til hús aftur eftir fína
avrikið. Av teimum fimm,
sum vóru í Monaco, eru tað
bara tveir, sum telva fast í
føroysku
landskappingini.
Teir eru Høgni Egilstoft
Nielsen í Sandavágs Talvfelag
og Olaf Berg, sum er á liðnum
hjá Havnar Telvingarfelag,
tá ið hann er heima. John
Rødgaard hevur ikki telvað í
landskappingini í ár, og John
Arni Nilssen og Helgi Dam
Ziska búgva uttanlands.
Næsta stóra altjóða av
bjóðingin er OL i talvi, sum
er á skránni annaðhvørt ár.
Næstu ferð verður kapp
ingin í Tromsø í Noregi.
Kappast verður í døgunum
1. til 14. august. At Magnus
Carlssen júst hevur vunnið
heimsmeistaraheitið
fyri
einstaklingar kastar sjálvandi
serligt ljós yvir kappingina í
Noregi. Fregnast hevur verið
eftir, um tað kann roknast
við, at nýggi heimsmeistarin
verður partur av norska
liðnum. Tað hevur hann sagt,
at hann ætlar at vera.
Spurningurin
er
so,
hvussu føroyska liðið verður
mannað. Um teir, sum eiga
hægstu styrkistølini, fara at
mann føroyska liðið, so eiga
útlit at vera fyri góðum av
riki. Í Small Nations vóru
føroyingar favorittar, og teir
megnaðu at liva upp til tað,
sum varð roknað við. Tað
tænir føroyskari telving og
Føroyum til heiður og æru!
joannes@sosialurin.fo