Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Spælarar á skúlabonk Seinastu tvey vikuskiftini hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri R-venjaraskeiði, ið er ein samanrenning av B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum. Tilsamans tekur skeiðið 70 tímar, og luttakararnir hava nú møguleikan at fara undir B4-skeiðið og síðani fara til próvtøku í B-venjaraútbúgvingini. Endamálið við R-skeiðnum er at geva royndum leikarum ein serstakan møguleika at fara undir venjaraútbúgvingina. Instruktørar á R-skeiðnum vóru Petur Simonsen, Bjrøn Krogh, Jógvan Martin Olsen, Jens Martin Knudsen og Álvur Hansen. Team Klaksvík hekk væl í hoyvíkingum, men seinastu løtuna kundu vertirnir strúka avstað Vestmenningar tykjast hava sett beina kós móti FM-finaluni Skrædnaði seinastu løtuna Jákup Mørk Hoyvíkingar eru beint í hølunum á teimum báðum oddaliðunum, KÍF og VÍF, og tí vóru teir stórfavorittar til dystin sunnudagin. Tað eydnaðist eisini at toga sigurin heim, men tað var ikki uttan mótstøðu frá ein­um væl stríðandi Team Klaksvík. Mest sum allan dystin var gongdin tann, at H71 helt seg beint frammanfyri, men gest­ ir­nir svaraðu stútt og støð­ugt aftur, og sjey minuttir fyri leiklok vóru bert tvey mál á muni. Tá eydnaðist tað H71 at skora tvær ferðir á rað, og tá Team Klaksvík so eisini fekk tvær útvísingar næstu løtuna, var leyst og liðugt. jakup@sosialurin.fo VÍF - Neistin 34-30 (19-12) 10 min: 7-5 20 min: 10-8 40 min: 26-19 50 min: 31-25 VÍF: Áki Egilsnes 11, Filip Jojic 8, Sámal Joensen 4, Agnar Joensen 4(1), Sámal J. Djurhuus 2, Bjarni Durhuus 1, Andrias Eriksen 1 Neistin: Jugoslav Djumic 6, John í Innistovu 5, Rói Hansen 5, Blagoje Buha 5(1), Sjúrður Thomassen 4, Herbjørn Lava 3, Teitur MAgnusson 1(1), Kristjan Dulavík 1 Brotskøst: VÍF 1/1, Neistin 3/2 Útvísingar: VÍF 2, Neistin 2 Elektron Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 VÍF 8 209 172 37 12 2 Kyndil 7 156 121 35 10 3 VB 7 188 162 26 9 4 Neistin 7 173 161 12 8 5 Stjørnan 8 167 221 -54 3 6 StÍF 7 148 204 -56 2 Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 10 268 212 56 14 2 VÍF 11 318 270 48 14 3 H71 9 242 233 9 11 4 Neistin 9 236 251 -15 9 5 StÍF 10 270 284 -14 8 6 Kyndil 9 217 236 -19 6 7 Team Klaksvík 10 255 320 -65 4 Ferð á VÍF Jákup Mørk Enn er vegurin langur mót­ vegis FM-finaluni, men tað er ikki sørt, at hondbóltsfepurin kókar sum í gomlum døgum í Vestmanna. Gulu kvinnurnar eru á odda í kvinnukappingini, og sunnudagin prógvaði mans­ liðið, at teir ikki vilja standa aftan fyri í so máta. Gestirnir úr Neistanum hava annars tikið tey flestu á bóli í vetur, men tað var bara fyrstu løtuna, at teir megnaðu at geva væl upp­lagda heima­ liðnum mótstøðu. Seinastu løtuna undan steðg­inum rann VÍF veruliga avstað, og so var at kalla leyst og liðugt. Við sigrinum heldur VÍF fast í kollfirðingum í odd­ inum av deildini, meðan Neistin nú er í vanda fyri at smokka niðurímillum. jakup@sosialurin.fo Vestmenningar spæla sum í gomlum døgum. Sunnudagin fekk Neistin av at vita, og í løtuni er kósin móti FM- finaluni púrasta bein Myndir: Álvur Haraldsen H71 - Team Klaksvík 30-25 (14-13) 10 min: 4-3 20 min: 8-6 40 min: 19-17 50 min: 23-21 H71: Rúni Højgaard 7(4), Bogdan Floera 6, Bogi G. Davidsen 4, Hallur Biskopstø 3, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsøe 2, Tróndur Arge 1 Team Klaksvík: Pevovic Zarko 7, Sámal á Tjaldrafløttu 5, Igor Petrikeev 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Dánjal Kjærbo 2, Jákup Joensen 1 Brotskøst: H71 5/3, Team Klaksvík 1/0 Útvísingar: H71 9, H81 7 Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir)