mánadagur 2. desember 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup Mørk
Á virkinum hjá Sandoy Sea
food í Skopun hevur verið
støðugt arbeiði í fleiri ár, men
í løtuni liggur virkið at kalla
stilt.
- Vit hava havt virksemi á
virkinum síðani 1997, og tað
hevur sjálvandi gingið upp og
niður. Í fjør var talan um lítið
hall, og tað var serliga seinna
hálva av árinum, sum gjørdi
hetta, sigur Marner Lisberg,
sum er nevndarformaður í
Sandoy Seafood.
- Ársgongdin hevur vanliga
verið tann, at frá september
og út í mai mánaða er nóg
mikið av rávøru, og soleiðis
hevur eisini verið hjá okkum.
Tað merkir, at fyrra hálva av
árinum hevur fíggjað tað,
sum seinna hálva kostar, og
soleiðis hevur verið øll árini,
sigur Marner Lisberg.
Rávørutrot
Marner Lisberg sigur, at ein
avbjóðing hjá einum slíkum
virki er at fáa nóg mikið av
rávøru.
- Tá vit byrjaðu í 1997 vóru
fýra partrolarar heimahoyr
andi í oynni. Hvannhólmur
varð seldur stutt eftir, og fyri
nøkrum árum síðani vórðu
Columbus og Nornagestur
seldir. Soleiðis er tað nú bert
Eysturbúgvin, sum er lokalur
rávøruveitari, og eg vil rósa
teimum fyri at hava verið
serstakliga loyalir mótvegis
virkinum. Sjálvandi hava
vit eisini keypt rávøru frá
øðrum skipum, men lokalir
veitarar hava stóran týdning,
tí sambandið millum og virk
ir er vorðið ein alt meira týð
andi partur.
- Eisini hoyra Rankin og
Suðringur undir somu kon
sern sum Sandoy Seafood,
og ein roynd hevur verið
gjørd at lata hesar báðar
partrola eftir upsa, men tað
er ikki bara sum at siga tað.
Partroling eftir upsa hevur
gingið skeiva vegin síðani
september í fjør. Í vár løgdu
vit Rankan, og Suðringur
hevur síðani verið til annan
fiskiskap. Seinni hava vit
roynt eftir makreli, og hóast
royndir eru gjørdar eftir
upsa, so vísir hetta seg at
vera sera trupult.
- Er tað soleiðis, at rávøru
veitararnir eru fáir, og lítið
er til av fiski, so fært tú
ein trupulleika sum fram
leiðslueind. Eisini hóast vit
hava positivt rakstraríkast
fyri hvørt kilo av fiski. Eru
samlaðu nøgdirnar ov lítlar,
so ber illa til at fáa raksturin
at hanga saman. Tí hava
vit valt at taka ein steðg
í framleiðsluni, men vit
arbeiða framvegis hart fyri
at tryggja okkum nóg mikið
av rávøru, sigur Marner Lis
berg.
Gulllaksur
Eitt nú vísir hann á, at
royndir hava verið gjørdar
við at virka gullaks, tá tann
verktíðin er í apríl og nakrar
mánaðir fram, men hann
vísir á, at hetta er ein sera
trupul marknaður at koma
inn á.
- Ein annar møguleiki er
sjálvandi at virka frystan
fisk, og vit hava tosað við
ALS um eina slíka skipan,
men her hevur ALS ikki
neyðugu lógarheimildina.
- Eg vil tó leggja dent á, at
vit ongar ætlanir hava um at
steingja virkið á Sandoynni.
Tað er framvegis okkara vón,
at vit kunnu tryggja eina
støðuga rávørutilgongd, og
hetta er framvegis tað, sum
vit arbeiða sera hart fyri,
sigur Marner Lisberg.
Ov lítið av rávøru
Fyribils steðgur er í framleiðsluni hjá Sandoy Seafood. Rávørugrundarlagið er ov lítið í løtuni
Vilmund Jacobsen
Herfyri vórðu tveir
aliringar lagdir út eyst
an fyri Nólsoynna.
- Hetta er liður í eini
verkætlan, sum hevur
til endamáls at kanna,
um tað ber til at ala
fisk á opnum havi und
ir Føroyum, sigur P/F
Fiskaaling.
Lagt verður aftrat,
at í fyrsta umfari eru
ringarnir tómir.
- Í fyrsta lagi verður
kannað, um veðurlag
og streymur yvirhøvur
góðtaka, at aliringar
liggja so mikið langt til
havs, sigur P/F Fiska
aling.
Aling á
opnum
havi
Jákup Mørk
Tað vildi verið stórur bati
hjá fiskavirkjum, um partur
av stongdu leiðunum vórðu
uppafturlætnar.
Tað sigur Marner Lis
berg,
nevndarformaður
í
Sandoy Seafood, har tey
hava ilt við at hava nakra
støðuga framleiðslu, tí rá
vørunøgdirnar eru ov lítlar.
Eitt beinleiðis úrslit av, at
fiskiskapurin eftir upsa er
vorðin alt meira avmarkað
ur.
- Vit hava roynt og royna
framvegis fleiri møguleikar
fyri at økja um rávørugrund
arlagið. Men, tað er eitt sind
ur hugstoytt at staðfesta, at
politiska skipanin ikki spælir
serliga væl við.
Marner Lisberg er onga
løtu í iva um, at ein trupul
leiki er, at stórur partur av
landleiðunum eru stongdar.
- Í vár varð gjørd ein roynd
við einum pari hjá United
Seafood, har rist varð nýtt
í trolinum. Hetta eydnaðist
sera væl. Fiskiskapurin var
góður, og at kalla eingin
ungfiskur var í veiðuni, og
tí vónaðu vit, at politiska
skipanin fór at koma við
nøkrum broytingum, tá fiski
dagarnir vóru til viðgerðar í
tinginum.
Marner Lisberg staðfestir
tó, at tá nýggja fiskiárið
byrjaði hin 1. september, var
einki broytt, og tað harmar
ómetaliga nógv.
Ov nógvar stongdar leiðir
Leygarmorgunin
hevði Barnaringurin
á Strondum jólasølu,
sum gav 38.000
krónur til nýtt
missiónshúsið. Í náta
tíðini í heyst tóku
menn nátungar, sum
vórðu seldir til frama
fyri missiónshús
Her í hjallinum hjá Hergeiri
Jacobsen í Nólsoy hongur
mangt og gott átuligt. Millum
mongu seyðakropparnar
hongur eisini eitt "gásakrov"
- Í vár varð gjørd ein roynd við einum
pari hjá United Seafood, har rist
varð nýtt í trolinum. Hetta eydnaðist
sera væl, sigur Marner Lisberg