Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Leygardagin hin 7. desember verður jólasøla í skúlanum í Húsavík, sum Hanna Søren­ sen og Jóhanna F. Jancyar­ dóttir, saman við øðrum hava tik­ið stig til. Tær báðar hava heitt á fólk um at koma við ymisk­um til jólasøluna. - Vit vænta, at hetta verð­ ur ein sera hugnaligur og jóla­lig­ur dagur í Húsavík, sigur Hanna Sørensen. Hon vísir á, at á jólasøluni verða ymisk jólating og ymiskt heimagjørt, og her verð­ur eisini heimagjørt bróst­sukur og annað, sum hoyr­ir jólunum til. - Sjálvandi verður eisini høvi til kaffi og góðar køkur, legg­ur Hanna aftrat. Hugna um bygdina Hon sigur, at í eini lítlari bygd sum Húsavík hendir ikki so nógv í vanliga gerandis­deg­ num. - Vit vilja tí fegin hugna um dagarnar undan jólum við at skipa fyri hesum til­ taki. Hanna Sørensen er 64 ára gomul. Hon er ættað úr Vest­manna, men hevur búð í Húsa­vík í meiri enn 40 ár. Í morgin - 3. desember - eru júst 40 ár liðin, síðan hon og Han­us Sørensen, sáli, fluttu í hús­ini í Húsavík, har Hanna fram­vegis býr og seinastu tíð­ina hevur fingist við at gera ymiskt til jólasøluna. Gleða seg til jólasølu í Húsavík Hanna Sørensen sigur, at í eini lítlari bygd sum Húsavík hendir ikki so nógv í vanliga gerandisdegnum. - Vit vilja tí fegin hugna um dagarnar undan jólum við at skipa fyri jólasølutiltaki, sigur hon Í morgin - 3. desember - eru liðin 40 ár, síðan Hanna Sørensen og Hanus Sørensen, sáli, fluttu í húsini í Húsavík Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Tvey línuskip eru undir Íslandi. Annað skipið landar í dag, og hitt kem­ ur neyvan heim aftur úr Íslandi fyrr enn í næstu viku. - Línuskipið, sum land­ ar í dag, hevur mest at toski, longu, brosmu og konga­fiski. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at eitt línuskip er á Íslands­ryggi­ num og landar helst eisini í dag. Hetta skipið hevur mest av toski og nakað av blálongu, svartkalva og lira. - Trý línuskip fiska und­ir Føroyum, og tey fáa mest av longu, brosmu og toski. Møguliga landa øll hesi skip í dag. Restin av línuflotanum liggur inni fyri veður og ringan streym. Fiskamarknaður Før­ oya vísir á, at streymurin er harður, og veðrið verð­ ur óstøðugt, og tí verður ikki roknað við nógvum út­róðri hesa vikuna. Fleiri línuskip landa í dag Vilmund Jacobsen Meðan partrolarar eru til fiski­skap og landa, sum vik­ an gongur, lógu allir djúp­ vatnstrolararnir upp undir endan av síðstu viku. - Partrolararnir fiska upsa, og djúp­vatns­trol­ar­ ar­nir fara út aftur, tá veðrið batn­ar. Fiskamarknaður Føroya visti fríggjadagin at siga, at allir trolbátarnir liggja inni, og teir fara eisini út aftur, tá veðr­ið batnar. Í sínum metingum fyri hesa vikuna, segði marknaðurin, at eitt garnaskip fiskar svart­ kalva. - Í løtuni er ikki greitt, nær skipið kemur inn at landa, men tað verður helst síðst í hesi vikuni, sigur Fiska­marknaður Føroya. Tvey garnaskip aftrat fiska svartkalva, og tey frys­ta veiðina umborð. Óstøðug veðurlíkindi tarna ísfiskatrolarunum Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, var eingin djúpvatnstrolari, ei heldur nakar trolbátur til fiskiskap Vánaligu veðurlíkindini seinastu tíðina tarna ísfiskavinnuni Onkur vildi sagt "skít so!" - men tað siga vit ikki. Líka mikið. Her liggja nógvar wc-kummur og vask og rekast við "herbergið" hjá Landssjúkrahúsinum JÓLABYGDIN ÆÐUVÍK VARÐ TENDRAÐ SUNNUKVØLDIÐ, OG TAÐ VAR DIA MIDJORD, KRINGVARPSSTJÓRI SUM HELT RØÐUNA, OG NES SÓKNAR MUSIKKFELAG SETTI SÍN DÁM Á