Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tilmæli viðvíkjandi stavraðnum Til Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra Vit, minnilutin í Málráðnum, mæla til at hetta verður tað løggilda føroyska stavraðið: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø Eitt alfabet er ikki nøkur natúrlóg, men ein praktiskur listi við teimum bókstøvum, sum eru í brúki í einum máli. Taka vit Føroyska orða­bók (FO), so finna vit í leitorðunum 34 bókstavir brúktar. Tað er sostatt ikki samsvar millum veruleikan í sjálvari orðabókini, og tað sum stendur í rætt­skriv­ ingar­reglunum í somu bók, nevniliga at “Í føroyskum skriftmáli verða 29 bókstavir nýttir.” Í leitorðunum í teirri prentaðu útgávuni eru bara 29 av bókstøvunum tal­merkt­ ir, hvør eftir sínum stað í raðnum, t.e. frá 1 til 29, meðan fimm stavir einki nummar hava. Tað var í ásannanini av, at samsvar ikki er mill­ um hetta og veruleikan í sjálv­ari orðabókini, at henda talmerking varð strikað, tá ið FO varð endurskoðað 2009- 11 av einum arbeiðsbólki á Føroyamálsdeildini. Tað var í ásannanini av, at orðabókin í roynd og veru hevur 34 bókstavir, at talmerkingin varð strikað. Tað er hesin veruleiki í modernaðum før­ oyskum, sum skal góð­tak­ ast. At V. U. Hammershaimb ikki tók stavirnar c, q , w og z við (x hevði hann við), var, tí at hansara skriftmál var skapt til at endurgeva sið­bundið føroyskt mál við sínum arvorðum. Men før­ oyskt í dag er annað og meira enn arvorðini. Tað verð­ur í dag myndað av arvorð­um, tøkuorðum og fremm­anda­ orð­um. Og í summum av hes­ um verða stavirnir c, q, w, x og z brúktir. Tað er tann málsligi veruleikin í dag, sum vit eiga at viðurkenna. Reglur eiga at gerast fyri, nær stavirnir skulu nýtast, og nær ikki. T.d. nýta vit c í c-vitamin, c-moll, celsius, CO2 og cm. Vit nýta s fyri c í vanligum tøkuorðum sum sitrón, sitat, sement og sosialur. W nýta vit í watt og x í marxisma og sex. Stav­ irnar ks nýta vit í taksa, maksi­malur og t.d. postboks. Sama prinsipp er galdandi fyri z og q, t.e. ortografisk purisma, sum longu er framd í verki í føroyskum orða­ bókum. Tann komandi Rætt­ skrivingarorðabókin fer at vísa, nær omanfyri nevndu stavir og aðrir verða nýttir. Viðvíkjandi kjakinum, sum var fyri nøkrum árum síðani um stavraðið, kann verða víst til samrøðu í Degi og Viku við Jógvan í Lon Jacobsen, formann í táverandi Málnevnd, og til grein eftir Jeffrey Hen­rik­ sen í bløðunum um sama mundið, har teir síggja tað sum eina sjálvfylgju, at hes­ ir nevnir bókstavir verða viður­kendir sum partur av stav­raðnum (Jeffrey setti stavirnar upp sum eitt ørindi, ið kundi syngjast). Eisini er okkara tilmæli í samsvari við niðurstøðuna hjá einari samdari mentanarnevnd hjá løgtinginum í 2009. Okkara uppskot er, at stav­raðið, sum er nevnt fyrst í hesum tilmælinum, verð­ur viðurkent og løggilt. Eisini er hetta eitt stavrað, sum allir føroyingar kenna seg aftur í. Hetta hevur als ongar negativar fylgjur fyri føroyskt sum mál, tí tað er longu praktiserað í orða­ bókum, tekstum og málinum yvirhøvur. Við heilsan Randi Meitil Hjalmar P. Petersen Eivind Weyhe Eg mót­ mæli ... Svenning av Lofti Sum sjónvarpsgjaldari vil eg við hesum mótmæla sjón­varpssendingini mána­kvøldið 25. no­vemb­ er. Í bestu sjón­varps­tíð slapp hesin fremm­anda­ mað­urin ótarnaður at tala fyri, at løgtingið átti at loyva samkyndum at gift­ast, uttan at hann fekk nakran veruliga at­ finn­ing­ar­sam­an spurn­ing. Hug­stoytt, at sjó­n­varps­ vert­urin trá­spyr ein sam­ kynd­an amerikanskan sendi­harra í Danmark og letur hann á henda hátt sleppa at leggja seg út í innan­hýsis føroysk viðurskifti, meðan løg­ ting okkara hevur mál til viðgerð hesum við­víkj­ andi. Anna Elisabeth í Kálvalíð Hugleiðingar eg fekk í samband við altjóða kvinnu­ dagin, sum var umrøddur í degi og viku herfyri. Har komu fleiri boð og orsøkir fram um, hví kvinnurættindi enn í dag nógva staðni eru ikki eksisterandi, sum t.d. siðbundni, økonomi, maðurin fortjenar, hansara orð eru lóg. Hugburðsbroytingar taka langa tíð allastaðni. Vit skulu ikki so langt aftur, hvar tað var alt av­ gerandi at fáa ein son. Tað var nemliga bara hann sum arvaði. Margrethe drotning fekk undantaksloyvi at arva trúnuna, ella bleiv tað ein sonur onkran annan í familjuni. Hjá Mærsk var meiningin at ein versonur skuldi arva, men ein hending hevði við sær, at tað bleiv elsta dóttur teirra. Soleiðis var eisini her í Føroyum, at sonurin arvaði - elst ella yngst - líkamikið. Hetta førdi við sær, at sonurin varð nakað heilt serligt. Fyrst kom ein genta, aftur ein... og so kom hann, KRÓNPRINSURIN. Hetta má hava ført við sær, at gentur hava følt seg sum nummar tvey og ávirka teirra sjálvsálit. Haldi bara í sær sjálvum mangan menn hava havt meira sjálvsálit. Eg haldi, vit eru komin á mál viðvíkjandi, hvat kyn barnið er. Eg havi ongum møtt enn, sum ikki er líka hjartans fegin um tað er genta ella drongur. Men rákið móti kvinnu­ ligum prestum, sum veruliga tók seg fram nøkur ár síðani. Og hví kvinnur í ymsum samkomun skula tiga, er mær óskiljandi - hóast eg eri kirkjugangari. Málið hevur eisini nógv at siga, hvussu vit umtala kyni. Har hugsi eg t.d. um rapparar, ið mangan hava eitt so niðrandi mál móti kvinnum, onkur hálv vánaligur stand up’ari - hetta breiðir seg. So kom krúnprinsurin... www.gevidblod.fo Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ?