mánadagur 2. desember 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 2. desember 2013 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ummæli
Skrímslið lítla systir
mín – Eivør og børnini
Nýggja bókin, sum Eivør Music í
Gøtu gevur út, er komin í handl
arnar og tað var ein forrættur at
vera millum tey fyrstu at fáa hana
upp í hendurnar. Smærru børnini í
húskinum høvdu øll eina reaktión,
tá tey sóu hana: "hasa bókina eigur
mín barnagarður" ella "vit lurta alla
tíðina eftir sangunum". Eg spurdi:
Hvat dámar tykkum við hesi bók
ini? Dagur svaraði: “mann kann
lurta og lesa í senn - eg blívi bangin,
tá trøllið etur..." Rebekka svaraði:
"Eg haldi, tað er stuttligt, tá tey
kitla trøllið". Soleiðis fekk eg loyvi
at gloppa dyrnar til barnaheimin,
áðrenn eg sjálv fór inn í heimin hjá
Bjarta, sum bókin snýr seg um.
Bókin
Bókin trínur fram sevjurík, livandi
og tú fært hug at fara inn um perm-
una – Bjørg Bjarkardóttir hevur
teknað og sniðgivið barnabókina
og eyðkendir eru heitu og brendu
litirnir í brúnligum, gulum - serliga
blaðsíðurnar, har Bjartur fer út
at sveima í huganum. Hinvegin
er ógvusligt litskifti til sterkar
myrkabláar og gráar litir, tá søgan
er meira ófrættakend. Hetta hevði
sterka ávirkan á summi av børn
unum og bókin ger teimum mun
á nógvan ymiskan hátt. Nógv
stuttlig skrímsl og fantasivøkstir
eru tematekningar frá blaðsíðu til
blaðsíðu. Grafisk mynstur krydda
barnsligu tekningarnar og geva
visuella úttrykkinum eina modern
aða snaring.
Innihaldsliga er bókin um eina
støðu, sum flest øll børn uppliva:
at fáa eitt systkin. Vit hava bøkur á
føroyskum um hetta, men "Skrímsl
ið - lítla systir mín” smæðist ikki
burtur ímillum hinar - heldur er
hon serlig, av tí at hon letur so nógv
upp fyri dreymi og fantasi. Hon
tekur barnið beint úr kamarinum
og út á eina trupla ferð gjøgnum
alt kensluspektrið frá ørkymlan
og sorg til øði, grumma ætlan
og síðani ræðslu og viðgerd av
trupulleikanum. Kensluliga ferðin
endar heima aftur vid tryggleika
og møguleika at skapa og koma til
sættis við nýggju støðuna. Tað er
Helga Arnalds, sum hevur skrivað
tekstin, sum upprunaliga er á ís
lendskum.
Bókin er sprottin úr leiki við
tónleiki og av hesum fær bókin
eina serliga dimensjón: hon ber
eina fjalda framførslu vid sær - fyri
tað fyrsta av tí at tónleikatekstirnir
til leikin eru settir inn í søgutekstin
og soleiðis skapa ein vilja til meira,
um tú lesur upp fyri barninum. Fyri
tað næsta tí at sangirnir fylgja við
á fløgu aftast í bókini og tí kunnu
njótast fyri seg sum ein innspæld
tónleikaframførsla og harvið byggja
víðari á bókina í huga barnsins. Fyri
tað triðja tí, at songkvinnan sjálv
eisini lesur søguna upp á fløguni
og soleiðis tvinnar hesar tríggjar
listagreinir
saman:
bókmentir,
tónleik og leik. Leikurin kemur
til sjóndar aftur í teatralsku rødd
Eivarar, sum inniliga, ræðandi, frekt,
sorgarbundið og stuttliga leiðir
lesaran og lurtaran í skaldsliga
heimin. Sangirnir flættast natúrliga
inn í frásøgnina og lyfta hana enn
hægri.
Mál
Hetta arbeiðið kanst tú ikki gera
uttan rætta málburðin og hóskandi
ljód. Málið í allari søguni, orðavalið,
rútma, ljóðspæl og tónalag er ein
søga í sjálvum sær. Songkvinnan
leikar hegnisliga á ræddarbondini
bendir og smakkar vid umhugsni
sjálvljóðini og tvíljóðini og dvølur
vid hjáljóðini. Hetta er serliga
hugvekjandi
í
setninginum:
"Drekan vil eg spekja". Fittu og
stuttligu barnarøddina hjá lítlu
systrini/ skrímslinum eigur Tóra
Tróndardóttir Bærentsen og sam
røðan og samspælið við leiklutin
hjá Bjarta riggar sera væl. Sjálv
upptøkan kennist nær og fjálg og
kjúklað er um tøkniligar effektir
- tær fylgja nervini í frásøgnini.
Eivør spælir okkum ígjøgnum
"Skrímslið - lítla systir mín". Tad er
sum, at íborna frásøgukynstrið og
natúrligu leiklistagávurnar, sum
hon sum songkvinna hevur kryddað
manga konsert vid, nú
eru tikin fram um eina
løtu - til æru fyri børnini,
men eisini foreldrini. Hon plagar
at syngja við farra av frásøgn, nú
sigur hon frá við farra av sangi í
hvørjum orði.
Tað hoyrir til hesa søguna, at
bókin er týdd úr íslendskum til eitt
hóskandi og fjølbroytt føroyskt mál
og tað er Páll Isholm, sum eisini er
nevndur í sambandi við málsliga
vegleiðing, sum hevur týtt. Eisini
stendur hann saman við Eivør sum
tekstahøvundur til sangin “Barnið
mítt” og hevur týtt sangtekstin
“Drekaferðin” eftir Hallveig Thorla
cius”.
Sangirnir
Sangtekstirnir eru ymiskir og fylla
nógv. Teir eru partur av søguni:
Drekasangurin umboðar spælandi
ferðina, sum Bjartur fer, fyri at fáa
tamarhald á íkomnu støðuni, nú ein
skrímslasystir er komin í familjuna.
Sangurin er lættur og stuttligur
bæði í innihaldi, lagi og ljóðum, men
hann rúm
ar
onkrum
undarligum, sum let
ur upp fyri fangandi hendingunum,
sum er fyri framman.
“Lurta nú” er ein perla hjá Eivør
– ein sum leggur seg upp at sang
um sum “Rain” á nýggjastu fløgu
hennara Room – bæði í innhaldi,
har skaldsliga eg’ið bjóðar barn
inum at byrja at lurta eftir ymisku
boðskapunum í m.a. regni og vindi,
men ikki minni í ljóði og rútmu –
løgini eru so at siga í ætt. Tað er ein
gáva til børnini. Væl vita vit, at Eivør
er elskað og kend millum børnini
og løg hennara við, men nú er hon
veruliga farin í barnabókmentirnar
at seta síni spor. Røturnar fornokta
seg ikki – hon, sum hevur sungið
kvæði og Kingo, men her er tað ser
liga skjøldrini, sum fáa eitt fram
hald.
Seinasti sangurin er rurandi
vøgguvísan “Barnið mítt”, tá alt er
av og friður og trygd kann valda.
Sangurin er ómetaliga vakur, tekur í
dagsins ræðandi hendingar, minnir
á treytaleysa móðurkærleikan og
gevur ráð, sum skulu bera alt lívið.
Óivað verður hann fólkaogn í røðini
av inniligum barnasangum.
Barnakonsert
Sum part av hesum at geva barnabók
út, hevði Eivør barnakonsert fyri
fullum sali í Norðurlandahúsinum
sunnudagin 24. november. Hon
kom á pall í einføldum kjóla eins og
ein fittur praktiskur búni til spæl.
Ein spælandi litríkur hárboyli setti
prikkin yvir eina pallseting á støði
við børnini. Stóran part av kon
sertini framførdi hon eisini saman
við 7 gentum, sum sungu kór og
annað. Tær framførdu eisini sjálvar
ein jólasang við denti á tey djór, sum
vóru um hendingarnar á jólum.
Eivør byrjaði við kenda gamla
sanginum hjá H.A. Djurhuus, “Lítla
Elsa”, sum hon segði vera tann
fyrsta sangin, hon sum smágenta
dugdi, tá hon droymdi um at gerast
sangarinda. Og so hugsi eg: hon
fekk væl burturúr, tá hon skrivaði
seg inn í traditiónina av føroyskum
kvøldsangum um børn við “Elisabet
og Elinborg” – kanska hennara
starstskot innan barnabókmentir,
men sum fangar høg sum lág, so
mikið at fronsk sendikvinna herfyri
bað lova sær at hoyra “sangin um
Elisabet” umaftur á stuttari bilferð
um Havnina.
Tað var sjálvsagt, at Eivør sang
“Drekaferðin” og sín egna “Lurta nú”
og so vøggusvísuna “Barnið mítt”,
sum hon hevur skrivað saman við
Páll Isholm. Og so kom tíðin til spæl,
har øll børnini sungu við kvagg,
kvagg í sanginum um dunnuungan,
sum vildi eta ein grindahval. Eisini
var veitslurómur, tá slagarin ”Tú
skalt klappa, tá tú ert í góðum lag”
kom á skrá – og ongantíð fyrr hava
tey “rokka tá tey eru í góðum lag”.
So her fáa starvsfólkini á ansingar
stovnunum sína søk fyri.
Endin á hesi væl avmáldu konsert
var sangurin “Elisabet og Elinborg”.
Veit um børn og ung, sum táraðu og
rørdust djúpt av sanginum – m.a. tí
tey hugsaðu um hendan pápan, sum
nú ikki er ímillum okkum longur.
Barnabókmentir
Barnabókmentir! Hvør kennir týdn
ingin av teimum til fulnar? Skulu vit
ikki hava eitt Barnabókainstitutt?
Høvundarnar hava vit nógvar og
góðar og tíbetur er tilfar til børn
raðfest høgt á mongum økjum.
Takk, Eivør, fyri hesa bók, tú bar
á marknaðin við tíni rødd, tínum
gávum, tínum dirvi og enn fleiri
tónleikaperlum – til børnini, men
eisini foreldrini…
1. SKRÍMSLIÐ, LÍTLA SYSTIR MÍN (LJÓÐBÓK)
2. BARNIÐ MÍTT
3. DREKALAGIÐ
4. LURTA NÚ
Hanna Jensen