týsdagur 3. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Jón Brian Hvidtfeldt
Sum advokatur er Annfinn
V. Hansen javnan at síggja í
almenna rúminum. Hann tos
ar um tey mál, hann førir. Um
teir klientar, hann umboðar.
Men nú skal hann tosa um
seg sjálvan. Um sítt gegni at
vera kanningarstjóri í einum
máli, sum longu hevur kostað
landsstýrismanninum í inn
lendismálum
høvdið,
og
sum hevur tyngt løgmann
so mikið nógv, at hann fekk
misálit reist móti sær í ting
inum. Málið um Skálafjarðar
tunnilin er politiskt eldfimt,
og valið av kanningarstjóra
er eisini kontroversielt.
– Eg havi sagt meg vera
gegnigan til at vera kann
ingarstjóri. Tað er mín niður
støða. Og so eri eg ógegnigur
til at meta um, hvørt mín
niðurstøða er røtt. Tað mugu
onnur meta um, og rætta
adressan í so máta er væl
Løgtingsskrivstovan, ið hev
ur biðið meg til uppgávuna,
sigur Annfinn V. Hansen.
Advokaturin er í brenni
deplinum fyri sítt gegni. Ivi
er sáddur um, hvørt hann er
rætti maðurin til at kanna
Kára P. Højgaard og Kaj Leo
Holm Johannesen, ella um
hansara fortíð og arbeiði
annars tyngja gegnið so
mikið, at pr definitión óhefti
kanningarstjórin
gerst
ógegnigur.
– Ja, tað er eitt trýst. Men
tað ger meg ikki ógegnigan.
Eg blívi ikki ógegnigur, bara tí
at nakrir persónar áhaldandi
siga, at eg eri tað. Tá eru vit
úti í einari sjálvuppfyllandi
profeti, og tað gongur snøgt
sagt ikki, sigur Annfinn V.
Hansen.
Annfinn V. Hansen gekk
gjøgnum nálareygað á Løg
tingsskrivstovuni, tá kann
ingarstjóri skuldi finnast í
nógv umrødda málinum um
Skálafjarðartunnilin. Meting
in á Løgtingsskrivstovuni
byggir á viðmerkingarnar
í stýrisskipanarlógini, sum
áseta at kanningarstjórin
skal ikki vera partur av fyri
sitingini ella á nakran hátt
hava fingist við málið áður.
Restin av gegnisspurning
inum er fyri so vítt upp til
kanningarstjóran sjálvan at
meta um.
– Eg gangi tó út frá, at
Løgtingsskrivstovan hevur
kannað nøkur viðurskifti
fyri at tryggja sær, at eg eis
ini lúki hesar treytir. Men
tað er rætt, at frá tí løtu at eg
havi fingið í boði uppgávuna,
so liggur tað til mín at meta
um gegnið. Og tað havi eg
eisini gjørt, sigur Annfinn V.
Hansen.
Ta
metingina
gjørdi
Annfinn V. Hansen áðrenn
hann endaliga tók av upp
gávuni:
– Eg kannaði innihaldið í
tí arbeiði, eg varð biðin um at
gera, og um nakar trupulleiki
var fyri meg at átaka mær
uppgávuna.
Tað
hendir
nærum pr refleks, tí sum
advokatar hava vit skyldu til
at gera hesa meting í øllum
málum, sigur Annfinn V.
Hansen.
Sambært
advokatinum
byggir metingin á, um hann
ella hansara virki hava arbeitt
við málinum frammanundan,
antin beinleiðis ella óbein
leiðis sum ráðgevar, tað veri
seg fyri nú fyrrverandi Inn
lendismálaráðið ella Løg
mansskrivstovuna. Ella um
hann hevur verið advokatur
fyri Kára P. Højgaard ella Kaj
Leo Holm Johannesen áður.
– Í prinsippinum kanst tú
siga, at ein advokatur er pr
definitión óheftur. Men advo
katurin er sjálvandi heftur
frá máli til mál. Og tað er her,
at gegnið skal vigast. Tí hóast
pr definitión óheftur, so kann
advokaturin ikki røkja fleiri
áhugamál í sama máli. Tá
er hann í einari sonevndari
»interessu-konflikt«,
sigur
Annfinn V. Hansen.
Afturat
hesum
kemur
spurningurin um tað »við
fødda ógegni«, tað er tá
familjubond gera ein persón
ógegnigan.
Freistingin
Hóast
spurningurin
um
gegnið liggur hjá Annfinni V.
Hansen sjálvum at meta um,
so hevur advokaturin ilt við
at fáa eyga á frægari alterna
tiv:
– Eg veit sjálvandi ikki,
hvat løgtingsstjórin veit. Men
líka so væl sum hon hevur
skyldu til at eftirkanna tey
formellu viðurskiftini, so
havi eg skyldu til at upplýsa
hana um, hvat kann gera meg
ógegnigan.
Hóast
modellið
ljóðar
frelst, so hevur tað sam
stundis innbygt ein sjálv
justits,
sum
sambært
advokatinum
forðar
fyri
møguligum freistingum –
til dømis at síggja millum
fingrar við gegninum í tráan
ini eftir attraktiva kjansinum
at gerast kanningarstjóri.
– Ja, eg kenni allar hasar
søgurnar
um
advokatar,
og
har
fordómarnir
fáa
frítt spæl, sigur Annfinn V.
Hansen flennandi og heldur
fram:
– Men vit advokatar liva
faktiskt av okkara trúvirði.
Og tá vit liva av at selja eina
vøru, sum er pakkað inn í
óluksáliga dýrt pappír, so
nyttar also ikki at selja dýr
ar pakkar við vánaligum
ella ongum innihaldi. So ja,
okkara fakligi stoltleiki og
okkara
professionalisma
stýrir sjálvjustitsinum. So tí
skal mín vurdering av mínum
gegni eisini vera í lagi. Tí hvat
hendir, um tað eftirfylgjandi
vísir seg at tú ert ógegnigur
í einum máli, har tú annars
segði teg vera gegnigan, spyr
Annfinn V. Hansen og svarar
sjálvur:
– Tá havi eg arbeitt í stríð
við góðan advokatsið, og tað
gevur mær trupulleikar við
Advokatráðnum. Eg kann fáa
bót, og í ringasta føri kann eg
missa rættin til at virka sum
advokatur, sigur Annfinn V.
Hansen.
So hóast uppgávan at
meta um gegnið liggur hjá
advokatinum sjálvum, so
heldur Annfinn V. Hansen
sum nevnt ikki, at tað er ein
trupulleiki.
– Nei, tí harumframt hev
ur tað eisini nakað við trú
virðið at gera. Kemur tú í
ringt orð sum advokatur, so
sæst tað aftur í ordrabókini.
Eisini tí er neyðugt at hjúkla
um professionalismuna, sig
ur Annfinn V. Hansen.
Grázonan
Sjálvur hevur Annfinn V.
Hansen eina rímiliga greiða
fatan av gegni og ógegni. Men
samstundis ásannar hann, at
ivamál kunnu lættliga stinga
seg upp:
– Eg kann tó ikki upplýsa
møgulig ivamál í samband
við mítt gegni. Tað ber ikki
til. Tí antin eri eg gegnigur
ella ógegnigur, har er einki
mitt í millum, sigur Annfinn
V. Hansen.
Fríggjadagin vísti tíðinda
portalurin in.fo á, at Annfinn
V. Hansen í næstum skal í
rættin, umboðandi Løgmans
skrivstovuna í rættarmáli
móti
Starvsmannafelag
num.
– Nei, eg tosaði ikki við
løgtingsstjóran
um
júst
hetta málið. Hetta er eitt
mál, sum hongur eftir úr
gamla Uttanríkisráðnum, og
eg sá tað satt at siga ikki sum
ein spurning um gegni, sigur
Annfinn V. Hansen.
Málið hevur tó elvt til
eitt sindur av høvuðbrýggi
á
advokatkontórinum
á
Bryggjubakka 21.
– Eg veit ikki enn, hvat eg
geri við hatta málið. Antin
verður tað lagt til síðis,
ella má eg biðja eitt annað
advokatkontór um at taka
sær av tí. Triðja alternativið
er so, at Løgmansskrivstovan
Tá vit liva av at selja
eina vøru, sum er pakkað
inn í óluksáliga dýrt
pappír, so nyttar also
ikki at selja dýrar pakkar
við vánaligum ella
ongum innihaldi
Goym krútið
til niðurstøðuna
Síðan Annfinn V. Hansen tók av uppgávuni at gerast kanningarstjóri hevur størri fokus verið á sjálvan
kanningarstjóran enn á málið og arbeiðssetningin hjá honum. – Eg blívi ikki ógegnigur, bara tí at persónar
áhaldandi siga meg vera tað, sigur Annfinn V. Hansen, sum heldur kritikkin mangla substans
...framhald á síðu 12