týsdagur 3. desember 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Føroyar framvegis liggja væl
aftanfyri hini Norðurlondini,
og av øllum londunum í
PISA-kanningini 2012 liggja
Føroyar í niðasta triðinginum
í øllum fakøkjum.
Tað sær tó út til, at Føroyar
ganga eitt vet fram síðani
kanningina frá 2006. Serliga
klára føroysku næmingarnir
seg betri í støddfrøði.
Býtið av næmingum á
førleikastig vísir, at Føroyar
sum heild tykjast liggja eitt
førleikastig lægri enn næm
ingar í hinum Norðurlond
unum, burtursæð frá Finn
landi, sum liggur omanfyri
hini londini.
Ein
lutfalsliga
stórur
partur av føroysku næm
ingunum fáa færri stig enn
tað, sum PISA hevur sett
sum mark fyri virkisførum
førleika. Hetta er galdandi
innan øll trý fakøki, sum eru
lesing, støddfrøði og náttúru
vísund.
Nakað, sum eyðkennir
úrslitini av kanningini í Før
oyum, er, at sera fáir føroysk
ir næmingar kunnu lýsast at
hava sera góðan førleika.
Harafturat er vert at
nevna, kynsmunin í úrsliti
num í lesing, sum eisini er at
síggja í fleiri øðrum londum.
Ein bólkur av dreingjum
klára seg so mikið illa í lesing,
at tað er vandi fyri, at teir fáa
trupulleikar seinni.
Hetta er tann fjóðra PISA-
kanningin, sum er gjørd í
Føroyum.
Kanningin fór fram í
døgunum 19-23 mars í fjør,
tá allir næmingar í 9. flokki í
fólkaskúlanum vóru við.
Føroyar liggja
undir miðal
Úrslitini av PISA-kanningini,
sum bleiv gjørd í mars mánaði
í fjør, vísa, at Finnlandi er
tað norðurlandið við besta
úrslitinum.
Hóast
afturgongd
fær
Finnland enn flest stig í
PISA-kanningini, og tað gera
finsku næmingarnir innan øll
trý fakøkini, sum eru lesinf,
støddfrøði og náttúruvísind.
Í
næsta
bólki
liggja
Danmark og Noreg. Har
næst
liggja
Ísland
og
Svøríki,
meðan
Føroyar
liggja niðast. Sostatt eru Før
oyar tað norðurlandið, ið er
vánaligasta landið í kann
ingini samanborið við hini
norðurlondini.
Hóast føroysku úrslitini
framvegis liggja undir miðal,
eru Føroyar einasta norður
land, sum kann staðfesta
positivar broytingar í úrsliti
num innan støddfrøði.
Munurin millum Føroyar
og hini norðurlondini sæst
serliga væl í lesing og náttúru
vísind. Her eru føroysku
úrslitini eisini sera vánalig, og
kanningin hesaferð staðfestir,
at støðið er alt ov lágt, serliga
innan hesi bæði økini. Tó er
líkt til, at Føroyar hava størri
framgongd í lesing enn hini
norðurlondini, har Danmark
og Noreg standa í stað, og
Finnland, Svøríki og Ísland
fara aftur.
Innan støddfrøði hava
føroysku næmingarnir fing
ið 468 stig, og eru sostatt á
einum 41. plássi á tí økinum.
Harafturímóti fingu næm
ingarnir í íslandi og Danmark
ávíkavist 493 og 500 stig.
Á lesiøkinum liggja Føroy
ar á einum 46. plássi við 443
stigum,
meðan
føroysku
næmingarnir eru á einum
48. plássi í náttúruvísind, har
stigini vóru 443.
Ikki
óvæntað
er
tað
Shanghai-Kina, sum liggur
á ovastu rók í kanningini,
har kinesisku næmingarnir
hava fingið umleið 600 stig á
øllum økjum.
Mugu ikki fara í svart
- Vit eiga ikki at fara í svart,
hóast føroysku næmingarnir
liggja undir miðal. Ístaðin
skulu vit royna at arbeiða
miðvíst, soleiðis sum vit
eisini hava gjørt, so at úrslit
ini í framtíðini verða betri.
Tað sigur landsstýrismað
urin í mentamálum, Bjørn
Kalsø.
At Føroyar liggja undir
miðal og enntá niðanfyri
tey norðurlendsku londini,
vit
vanliga
samanbera
okkum við, heldur lands
stýrismaðurin vera harmi
ligt, men hann vísir á, at
glottar eisini eru at hóma hjá
PISA-úrslitið ikki nóg gott
Úrslitini av PISA-kanningini, ið bleiv gjørd í mars mánaði 2012, eru nú
almannakunngjørd. Úrslitið er greitt - Føroyar liggja í tí tyngra endanum
- Vit eiga ikki at fara í svart, hóast føroysku næmingarnir liggja undir miðal, sigur Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum
pisa kanning