týsdagur 3. desember 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
føroysku næmingunum.
- Um hugt verður eftir
øllum trimum fakøkjunum
frá 2006 til 2012 er ein fram
gongd at síggja. Tað eiga vit
at gleðast um, og tað vísir
okkum, at vit gera okkurt
rætt, sigur Bjørn Kalsø.
Síðani
kanningina
frá
2006 er ymiskt gjørt í fólka
skúlanum fyri at betra um
førleikarnar hjá næmingun
um. Serliga er tað í byrjan
arundirvísingini, at meir er
gjørt burturúr, og eitt nú
eru fleiri tímar játtaðir og
tvílæraraskipanir eru settar
í verk. Bjørn Kalsø dugir tó
ikki at siga, um tey tiltøkini
rigga sum ætlað.
- Tað er ilt at siga, um
mann hevur gjørt nóg nógv
fyri at betra um úrslitið, men
eg haldi meg kunna siga, at
vit gera okkurt rætt, tí vit
síggja hóast alt eina lítla
framgongd í kanningunum,
sigur Bjørn Kalsø.
Hann heldur, at øll skipan
in eigur at endurskoðast, um
Føroyar skulu klára at fylgja
við hinum londunum.
- Vit hava longu sett tiltøk
í verk, sum vónandi fara
at síggjast aftur í komandi
PISA-úrslitum. Men eisini er
týdningarmikið, at lærara
kreftirnar fáa neyðug skeið
og
eftirútbúgvingar.
Øll
skipanin má endurhyggjast,
tí øll hini londini gera nóv
burtrúr, og tað eiga vit eisini
at gera, sigur Bjørn Kalsø.
Ikki nóg gott
Formaðurin í Føroya Lærara
felag, Herálvur Joensen, er
ikki í iva.
- Úrslitið er ikki nóg gott.
Vit hava ov nógvar næm
ingar, sum liggja í teimum
veikaru bólkunum, og ov
fáar næmingar, sum liggja í
teimum góðu bólkunum, sig
ur Herálvur Joensen.
Formaðurin heldur ikki, at
vit eiga at seta spurnartekin
við tey tiltøkini, sum longu
eru sett í verk.
- Tað haldi eg ikki, at vit
kunnu, tí vit mugu bíða
í eina tíð fyri veruliga at
síggja, hvussu tiltøkini koma
at hilnast. Av somu orsøk
dugi eg heldur ikki at siga
ítøkiliga, hvat eigur at verða
gjørt fyri at betra um úrslit
ini komandi árini, sigur Her
álvur Joensen.
Hann vísir á, at hóast
ógvuliga fáir næmingar í
Føroyum sambært kanning
ini kunnu lýsast at hava sera
góðan virkisføran førleika,
eiga vit ikki at stúra stórveg
is.
- Mann veit frá kanningum
aðrastaðni, at tað er ikki
veruligur samanhangur her,
tí fleiri av teimum, sum sam
bært kanningini ikki hava
serliga góðan førleika, fáa
góðar útbúgvingar seinni í
lívinum. Tað merkir tó ikki,
at vit ikki skulu taka hesi
úrslitini í álvara, tí sjálvandi
eiga vit at hjálpa hesum
bólkinum, staðfestir Herálv
ur Joensen.
Formaðurin í Lærarafelag
num er tó sannførdur um, at
støðan ikki er so ring, sum
úrslitini sum heild visa.
- Lærararnir halda, at
tað er ikki ein røtt mynd, at
føroyskir næmingar eru so
nógv verri fyri enn onnur.
Tí kann mann seta spurn
artekin við, um spurningar
nir í kannignini eru nóg væl
frágingnir málsliga og í inni
haldi. Ikki tí, hetta er ikki
ein undanførsla, men tað er
nakað, vit eiga at hyggja eftir,
sigur Herálvur Joensen.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
BAKKAFROST SØKIR KT-LEIÐARA
Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni
frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Bakkafrost rekur
alivirksemi á smoltstøðum og aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki og framleiðslu av lidnum
vørum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 590 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd,
dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.
Bakkafrost miðar ímóti at vera ein fyritøka í heims -
flokki í laksavinnuni. Bakkafrost er einasta fyritøkan í
heiminum, sum hevur fullfíggjaðu virðisketuna – frá
alifóðri til lidna matvøru – og okkara mál er støðugt at
optimera virðisketuna, gagnnýta støðuna á marknað-
inum og tryggja kappingarføri. Fyri at røkka hesum
máli er KT ein týðandi partur.
Vit sóknast tí eftir einum persóni við eini sterkari
KT-leiðara vangamynd og breiðum handilsligum
inn liti. Sum KT-leiðari skalt tú tryggja, at KT stuðlar
undir strategi felagsins. Bakka frost hevur í dag um
25 rakstrarstøð og 180 KT-brúkarar, sum eru knýttir
saman í eitt netverk, har kjarnin í netinum er á
høvuðs skrivstovuni á Glyvrum.
Arbeiðsøki
Sum KT-leiðari hevur tú ábyrgd av øllum KT-viður skift-
um í samtakinum. Bakkafrost er vaksið nógv seinnu
árini, og hetta krevur, at KT-deildin verður ment. KT-
leiðarin skal standa á odda fyri hesi menning. Eisini
skal KT-leiðarin tryggja, at felagið hevur eitt vælvirk-
andi KT-net, sum gevur bestu arbeiðsviðurskifti hjá
KT-brúkarunum.
KT er í dag partur av framleiðsluskipanum, fíggjar-
stýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftis skip-
anum, alarmskipanum, o.s.fr. Uppgávan hjá KT-leið ar a-
num er – í tøttum samstarvi við leiðslurnar í ymisku
pørtunum í virðisketuni – at menna og við líka halda
hesar skipanir.
Harumframt umfatar starvið eitt margfeldi av uppgáv-
um, t.d. at orða KT-strategi, KT-politikkir og manna-
gongdir umframt verkætlanarleiðslu, har áherðsla
verður løgd á, at verkætlarnir verða avgreiddar til
tíðina til ásetta kostnaðin. KT-leiðarin hevur tilvísing
til fíggjarstjóran.
Tín vangamynd
Sum leiðari er tú framskygdur, trúverdur og dugir væl
at motivera og umgangast fólk. Tú hevur slagkraft,
bæði tá tað snýr seg um tína egnu deild og í samtak-
inum, tá ymiskar fakliga grundaðar áskoðanir eru
avbjóðandi.
Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir frá eini størri
fyritøku sum KT-leiðari, ella hevur starvast innan KT í
eini størri fyritøku, gjarna uttanlands. Eisini vænta vit,
at tú hevur hægri útbúgving innan KT, t.d. cand.merc.
dat./cand.merc. (it), verkfrøðingur, ella líknandi. Sum
persónur hevur tú ein handilsligan hug burð, ans fyri
effektivum rakstri og tú dugir at hava nógvar bóltar í
luftini.
Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í eini fyritøku í støðugari
menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har
áhaldandi menning og innovatión er lykilin til at
standa seg í kappingini um kundarnar og kapitalin.
Talan er um starv við stórum avbjóðingum, har
lyklaorðini eru broytingar, menning, uppfylging og
effektivisering.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til
at seta teg í samband við Teit Samuelsen, fíggjarstjóra, á
tel 23 51 11, ella við t-brævi til tesa@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn til starvið við avritum av prógvum og við mæl-
um skulu sendast við t-brævi til hrm@bakkafrost.com.
Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast, tá vit hava funnið
rætta persónin til starvið. Vit viðgera umsóknir leyp -
andi og kalla inn til samrøður.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STARVSFÓLK
sansir.fo
pisa kanning
Hvat er PISA
Henda PISA-kanningin er tann fjóðra í
røðini. Fyrsta kanningin var í 2005 og var
eitt slag av undankannig. Síðani eru PISA-
kanningar frá 2006, 2009 og nú 2012.
Endamálið við PISA-kanningini er at lýsa, á
hvørjum førleikastigi næmingar í føroyska
fólkaskúlanum eru samanborið við við
næmingar úti í heimi. Í 2012 varð PISA-
kanningin gjørd í 66 londum, og eins og
undanfarin ár er tað altjóða felagsskapurin
fyri búskaparligum samstarvi og menn
ing, OECD, ið stendur fyri kanningini.
Mentamálaráðið hevur fingið føroyskar
serfrøðingar at skriva frágreiðingina í
ár. Frágreiðingin er skrivað soleiðis, at
úrslitini úr Føroyum kunnu samanberast
við úrslitini úr hinum londunum.
Við at vita nágreiniliga um førleikastøðið
hjá næmingunum í Føroyum, ber til
at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu
verða við til, at næmingarnir blíva
betur førir fyri at klára seg í einum
alsamt meira altjóðagjørdum heimi.
Í PISA-kanningini eru tað lesing, støddfrøði
og náttúrulærugreinar, ið eru høvuðsøkini.