týsdagur 3. desember 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat vildu tit valdið til?
Unnið okkum nú tryggar karmar um kærleikan!
Marita Thomsen
Tulkur og týðari
Gift við konuni í 14
góð ár, tó ikki í mínum
heimlandi
Einki er so týnandi sum ein
semi. Okkum tørvar øllum
onnur um okkum: vinfólk,
familju, maka. Summi leita
sær ongan maka, men flest
øll vilja helst finna sær onkr
an at deila lívsleiðina við,
í øllum førum eftir flestu
filmum, bókum, sangum og
damubløðum at meta.
Lætt er tó ikki altíð at
ganga lið um lið, summi
missa stevið á leiðini. Einki
løgið er í tí, parlag krevur
tol, eitt sindur av vísdómi
og humor - og sterkan vilja.
Viljan hvørt kvøld at velja lei
ðina heim aftur til sama per
són, ið vaknaði undir tíni lið
um morgunin.
Vit, sum hava verið saman
longur enn fyrsta forelskilsi,
vita, at hetta ikki altíð er
bara sum at siga tað. Men er
parlagið gott, og dansa vit
fyri tað mesta bæði sama
vals, ja, so er tað stríðið vert.
Orðafellini munnu vera tugd,
men tó ikki tóm: Deild sorg
er hálv sorg, deild gleði er
dupult gleði, og góð minni
vara eisini longur, tá ið tveir
makar eru um at varðveita
tey.
Samkynd berjast
fyri sjálvsøgdu
rættindunum øll
onnur pør bara hava
Men summi mugu stríðast
meir enn onnur fyri parlag
sítt. Samkyndir makar í Før
oyum hava eingi rættindi,
eingi
tryggingarrættindi,
eingi
arvarættindi,
eingi
skattarættindi, eingi rættindi
at taka sváru avgerðirnar,
sum bara tey nærmastu av
varðandi kunnu taka, um
ein maki gerst sjúkur. At
stríðast fyri parlagið merk
ir, fyri føroysk samkynd,
nógv meira enn keglið um
uppvaskið,
trætuna
um
fjarstýringina ella kanska
meiri álvarsama kríggið um
húsarhaldsútreiðslurnar.
Fyri føroysk samkynd er tal
an um ein bardaga fyri tey
sjálvsøgdu, nærum ósjónligu,
men avgerandi rættindini øll
hinskynd pør í Føroyum bara
hava.
Hetta er ikki eitt stríð
millum trúgvandi
og samkynd
Nú orrustan leikar á, vilja
summi, tíverri, gera hetta
stríðið til eitt stríð millum
trúgvandi
og
samkynd,
og tað er púra burturvið.
Summi kristin eru samkynd,
onkur samkynd eru jødar, og
muslimar eru eisini millum
tey, ið stuðla samkyndum
hjúnabandi. Vit eru øll so
ymisk, tíbetur, og átrúnaður
hevur als einki at gera við,
um vit forelska okkum í ein
um av sama kyni ella einum
av hinum kyninum.
Borgarlig rættindi
bygd á mannarættindi
tryggja øll, kristin
sum samkynd
Verri er tað tó næstan, tá
onkur vil vera við, at upp
skotið um at broyta hjúna
bandslógina
onkursvegna
er ein roynd at gera seg
inn á kristin og teirra rætt
indi. Tey avlaga kjakið, tá
tey útnevna seg offur. Øll
kristin áttu tvørturímóti at
fagna rákinum at styrkja
mannarættindini, tí tey eru
grundarlagið undir øktum
borgarligum rættindum, og
tað eru júst hesi rættindi,
ið eisini verja trúarbólkar
frá forfylgjan. Vit hoyra, til
dømis, ofta um torføru livikor
teirra kristnu í londum í mið
eystri, har trúarlæra ikki ein
ans er guds lóg, men land
sins lóg. Í hesum londum
er ein trúarbólkur sterkur,
men eingir aðrir frælsir. So,
um vit stremba ímóti einum
samfelag, har øll manna
rættindi eru vird – eisini
trúar- og talufrælsi – sum
borgarlig rættindi byggja
á, so tryggja vit okkum øll
móti mismuni og forfylging.
Tað er eisini av hesum ávum,
at, til dømis, mannarættinda
felagsskapurin Amnesty fult
og heilt stuðlar javnrætti
fyri samkynd, eins og hann
stuðlar trúar- og talufrælsið
fyri øll.
Tit fólkavaldu hava nú
høvið at tryggja øll pør
Spurningurin um at broyta
hjúnabandslógina liggur nú
hjá teimum fólkavaldu. Og
alt gott um tann stabilitet
flokslýdni kann tryggja, men
summir spurningar fevna
breiðari enn mongdin av
makreli, ið skal landast, ella
hvussu nógvir tunlar skulu
borast. Løgtingið hevur nú
høvið at staðfesta, at Føroyar
eru eitt rúmligt samfelag og
tryggja, at lógin fevnir um
øll pør. Tað er nú upp til
tey einstøku fólkavaldu og
samvitsku teirra, at gera av,
hvat tey vildu valdið til. Var
tað til at sýna framskygni
og ábyrgd fyri trygdini og
rættarstøðuni
hjá
øllum
føroyingum, ella bara til at
varðveita valdið? Greitt er,
at summi á tingi av sonnum
eru sannførd um, at samkynd
eingi rættindi eiga at hava í
Føroyum. Tey munnu fara at
atkvøða hareftir, tann rættin
eiga tey. Men hini fólkavaldu,
tey, ið hava varhugan av, at
Føroyar eru búnar at fevna
breiðari, tey, sum kenna á
sær, at framtíðin fagnar
ymisleikanum, øll tey, sum
vita, at eingin í samfelagnum,
heldur ikki tey, sum eru ímóti
uppskotinum, missa nakað,
tá ið samkynd pør fáa borg
arlig rættindi, tey hava nú
høvið at gera av, hvat tey
vildu valdið til. Tey hava nú
høvið at unna øðrum tryggar
karmar um kærleika sín. So
kunnu tey samkyndu, ið
summi halda vera so øðrvísi,
í frið og náðum keglast um
uppvaskið og jólagávukeypið
eins og øll onnur.
Telefon 31 80 70 · www.cosmeto.fo
Vit síggjast á Tinghúsvegi 55
Vit eru flutt!
Gev eitt
Gávukort
frá Cosméto
Ársins jólagáva
Pakka upp
og gleð teg
Vit hava gávuna, sum tekur longst tíð at pakka upp.
Ein gáva er ikki bara ein gáva. Tú gleðir teg at keypa hana, at
geva hana og síggja hvussu hon verður móttikin. So eru tað
nakrar gávur, sum ikki bara gleða. Eitt gávukort frá Cosméto
fær eisini móttakaran at gleða seg!