Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Vit hava ongantíð í Føroyum viður kent, at vit hava ein trupul leika við fátækradømi. Hóast talið av børnum sum liva í fátækradømi er stórt, let ur politiska skipanin bara, sum um tey ikki eru til Tað sigur Annlis Bjark- ham a r frá felagsskapinum Í menniskj um góður tokki. Hon vísir á, at hesi fýra ár ini, Í menniskjum góður tokki hevur latið jólahjálp, hava tey á hvørjum árið gjørt vart við truplu støðuna, sum hesar familjur eru í, og at okk urt má gerast fyri at bøta um livikorini hjá vaksnum og børn um í hesum familjum, men uttan úrslit. – Hóast fíggjarliga sper du foreldrini royna tað, tey kun- nu, soleiðis at fíggjar støð an ikki rakar børnini óneyðuga hart, so er tøka upphæddin, sum tey hava at ráða yvir so lítil, at tað kann ikki um- gangast at børnini eisini líða und ir sperdu fíggjar støðu ni, sigur hon. – Tað eru børn, sum ikki hal da føðingardag, tí ráð ikki er til tað. – Tað eru børn, sum ikki gan ga til nakað frítíðarítriv, tí ráð ikki er til tað. – Tað eru børn, sum verða happ að, tí tey bara ganga í endur nýtslu klæðum, tí ráð er ikki at keypa nýtt. – Tað er børn, sum flyta oftani, tí íbúðin er ov vánalig ella ov dýr. Onnur flyta av landi num, tí tey og teirra famil ja hava ikki ráð at búgva her. – Tað eru børn sum stúra, tí tey vita, at peningurin tey sum familja hava at liva av ikki røkkur til allan mán að- in. – Tað eru børn, sum bara mugu hyggja at með- an javn aldr ar og vinir ferð ast, fara á mat- stovu, bio graf, nám ferðir o.s.fr. Tey lut taka ikki, tí tey hava ikki ráð. – Tað eru børn, sum ikki eta eina heita máltíð hvønn dag, summi heila vikur, tí ráð er ikki til tað. Fátækradømi ein skaptur trupulleiki – Vit hava fyri fyrstu ferð í ár spurt í umsóknarblaðnum til jóla hjálp, hvar inntøkan hjá familju ni kemur frá. Tað vísir seg at 69% av teimum sum søkja jólahjálp eru antin á for sorg, arbeiðsleys, lesandi, fyri tíðar pensjónistar, í barsil ella sjúkrmeldaði, sigur Ann- lis Bjarkhamar. – Fátækradømi er í størstan mun ein skaptur trupulleiki. Hann er skapt- ur av teimum, sum taka politisku avgerðirnar, sum smíða lógirnar, og sum áseta upphæddirnar fyri tær ymisku veitingarnar, sig ur Annlis Bjarkhamar, sum vísir á, at bæði inn an al manna økið, í arbeiðs mark- naðar skipanum sum Als og barsil og innan lestrarstuðul verða upp hæddir settar á uttan at nakað atlit verður tikið til, um til ber at liva av hesum upphæddum ella ikki, sigur hon. Upphæddirnar verða ásett ar, og ábygdin løgd frá sær. At tað so eru hundrað tals børn, sum enda í fá tækra dømi, sum ein bein- leiðis or søk av, at upp hædd - ir nar eru so lágar fyri held ur ongin seg til. So leingi vit ikki vilja viður kenna, at vit hava fá- tækra dømi í Føroyum, so lein gi fáa vit heldur ikki skipan ir, sum kunnu lofta og hjálpa teimum familjum, sum HUNDRAÐTALS FØROYSK BØRN LIVA Í FÁTÆKRADØMI DØMI I: Mamma við einum barni í Tórshavn Forsorg Inntøka: Veiting frá Almannaverkinum: 9.500 kr Barnapengar: 1.074 kr Barnaískoytið: 544 kr Tilsamans 11.118 kr Útreiðslur: Húsaleiga: 5.500 kr Ljós og hiti: 1.200 kr Telefon/internet/kringvarpsgjalds 630 kr Bil/ferðaútreiðslur: 800 kr Aðrar fastar útreiðslur: 900 kr Tilsamans 9.030 kr 2088 um mánaðin til mat, klæðir, tannlækna, heilivág, frisør, frítíðarítriv osfr. 69 kr um dagin til ein vaksnan og 1 barn DØMI II: Par við trimum børnum í miðal stórari bygd Kvinnan: Arbeiðsleys Maðurin: Óstøðugt tímalønt arbeiði Inntøka Arbeiðsloysisstuðul: 4.700 kr Løn: 8.400 kr Tilsamans 13.100 kr Útreiðslur Húsaleiga v/ljós og hita: 5.700 kr Telefon/internet/kringvarpsgjalds 750 kr Trygging: 500 kr Bil/ferðaútreiðslur: 2.000 kr (maðurin hevur langa veg til arbeiðis) Aðrar fastar útreiðslur: 1.200 kr (avbetaling upp á m.a. brillur og tannlækna) Tilsamans 10.150 kr 2.950 kr um mánaðin til mat, klæðir, tannlækna, heilivág. frisør, frítíðarítriv osfr. 98 kr um dagin til 2 vaksin og 3 børn Dømini omanfyri vísa støðuna hjá tveimum av teimum yvir 450 familjunum, sum hava tørv á jólahjálp. Vit hava nógvar familjur, sum eru líka illa ella verri fyri, enn hesar, og eisini nakrar fáar sum eru eitt lítið sindur betur fyri. Felags fyri allar familjurnar er tó, at inntøkan er lág, og tøki peningurin, tá alt tað fasta er goldið, ógvuliga lítil. Hjá flest øllum familjunum er upphæddin til mat tann einasta upphæddin, tey ráða yvir sjálvi, og tí er tað altíð matin tað gongur út yvir, tá óvæntaðar útreiðslur koma. Leiga, lán, sev, olja og aðrar útreiðslur eru fastar hvønn mánað, og tær upphæddirnar fáa familjurnar onki gjørt við. Aftur í ár hava yvir 900 børn tørv á jólahjálp. Stóra talið er ein greið ábening um, at vit í Føroyum hava eitt útbreitt barnafátækradømi. Tøl frá Hagstovuni siga eisini, at 1322 børn liva í fátækraváða, og at talið er vaksandi, sigur Annlis Bjarkhamar frá Í menniskjum góður tokki FÁTÆKRADØMI Eirikur Lindenskov Týpiski umsøkjarin til Í menniskjum góður tokki er stakur forsyrgjari við einum til tveimum børnum, hevur eina inntøku á 9000 kr eftir skatt og býr til leigu í einum av stórplássunum í Føroyum. Tá ið føstu útreiðslurnar eru goldnar t.e. húsleiga, el olja, tlf, kringvarp og ferðaútreiðslur, so er uml. 2000 kr eftir um mánaðin til mat, klæði, frítíðarítriv, tannlækna og heilivág 2/3 av teimum sum søkja jólahjálp eru stakir uppihaldarar – tey flestu av støku uppihaldarunum eru kvinnur, tó eru eisini fleiri menn við børnum. Tað at so nógv eru stakir uppihaldarar ber boð um, at Føroyar hava eitt familjumynstur, sum hevur broytt seg seinastu áratíggjuni, men kortini er samfelagið ikki innrættað til stakar forsyrgjarar. Tað eru serliga bústaðarútreiðslur, sum eru dýrir og møguleikarnir eru lítlir fyri bíligum bústøðum. Um hugt verður at, hvussu fólk búgva sæst, at tey flestu, sum søkja jólahjálp búgva til leigu. Fleiri eru eisini, sum ikki kunnu seta búgv sjálvi ella eru noydd at flyta heim til foreldrini, tá ið tey fáa børn. Tað sæst aftur í umsóknunum, at tað serliga er býliskostnaðurin, sum fer við stórsta partinum av tøku inntøkuni hjá familjunum. Møguleiki er ikki at búgva bíligt ella øðrvísi. Í Føroyum verður rentustuðul veittur, men bústaðarstuðul til leiguíbúðir verður ikki veittur, tískil kunnu fólk mangan vera verri fyri, sum leiga enn tey sum fáa møguleika at seta føtir undir egið borð. Hetta er eisini við til at vaksa um gjónna millum ymisku inntøkubólkarnir. Lágar veitingar Um hugt verður at inn tøku- kelduni hjá umsøkjarunum til ÍMGT sæst, at tey flestu eru í eini støðu, sum ger, at tey mugu dúva uppá tær væl- ferð ar skip anir, sum settar eru í verk. 31% av umsøkjarunum ar- beiða, men inntøkan er væl minn i enn ein arbeiðaraløn Lyklatøl fyri umsøkjarar til Í menniskjum góður tokki