Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann støðan, sum flestu av fíggjarliga sperdu familjunum eru í, er ein støða, vit øll kunnu koma í. Allar familjur kunnu verða raktar av deyða, sjúku, arbeiðsloysi, at onkur fær sálarligar trupulleikar, at fáa eitt barn sum ber brek, av samlívssliti ella øðrum líknandi støðum eru allar ringast fyri. Mamm- an við trimum børn um og einum tómum køli skápi hevur ongan at venda sær til fyri at fáa hjálp, uttan onkrar felagsskapir og sjálvboðin, sum royna at hjálpa. Men sjálvboðin kunnu ikki loysa trupulleikan við fá tækra- døminum, tað kann bara politiska skipanin gera, sig- ur hon. – Tað er trupult at skilja, hvussu vit í einum so ríkum sam felag sum okkara polit- iskt, menniskja ligt og moralskt kunnu liva við, at vit ikki trygg ja øllum børnum sømu liga livi kor, og at vit ikki lofta teim um familjum, sum av ymiskum orsøkum koma illa fyri, heldur Annlis Bjark- ham ar. FÁTÆKRADØMI v 40 t viku. Inntøkutølini hjá teimum sum eru á a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m samsvara eisini væl við aðrar kanningar sum vísa, at ein stórur partur av fjøldini á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum arbeiðir niðursetta tíð. Hetta er ikki sjálvboðið, men treytað av arbeiðsmarknaðinum – hetta óansæð um talan er um almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Frá fleiri av viðmerkingunum sæst, at umsøkjararnir í arbeiði kundu hugsað sær at arbeitt meir, men tað er lítil fiskur, sum kemur upp á land, ella at stovnurin ella heilsu- og almannaverkið er soleiðis skipað, at fólk sleppa bara at arbeiða niðursetta tíð. Nógvir av umsøkjarunum vera eisini raktir av støðum, sum brádliga eru íkomin – sjúka, deyði, arbeiðsloysi, samlívslit eru nakrar av sosialu hendingunum, sum kunnu gera, at tilverugrundarlagið broytist grundleggjandi, men vælferðarskipanirnar lofta ikki nóg væl. Summi øki í landinum eru yvirumboðað í mun til umsøkjaratal. 12% av fólkunum býr t.d. í Norðoyggjum, men 18% av umsóknunum til Í menniskjum góður tokki er frá norðoyggjunum. Sama lutfall ger seg galdandi í Vágunum, har 6% av fólkunum býr, men 9% av umsøkjarunum eru frá. Undanfarin ár hevur Havnin verið yvirumboðað, men so er ikki í ár. Í menniskjum góður tokki veit um nógvar familjur, sum seinasta árið er farið útum Havnina fyri at finna ein bíligari bústað. Summi eru eisini flutt av landinum. Hetta vita vit frá upplýsingum frá fólki, sum skriva viðmerkingar til umsóknina. Áhugavert er eisini at síggja, at Eysturoyggin er veruliga undirumboðað í umsóknartali. Skuldi lutfallið verið hitt sama millum umsøkjaratal og fólkatal, so skuldu 22% av umsóknunum verið úr Eysturoynni, men einans 16% eru hiðani. Suðuroyggin er eisini undirumboða, meðan tað er sama lutfall millum umsóknirnar úr Sandoynni Norðstreymoy og Suðurstreymoy, sum tað er í fólkatalinum. 76% av umsøkjarunum hjá ÍMGT hava søkt áður, og 72% av umsøkjarunum hava fingið jólahjálp áður. Tað at so nógv søkja ár um ár vísir, at trupult er at koma úr støðuni aftur. Hetta er eisini í samsvar við alla gransking á økinum, sum greitt vísir, at jú longri ein familja fíggjarliga er illa fyri, tess truplari er at koma á rætt aftur. At vera í eini fíggjarligari sperdari støðu ávirkar eisini øll onnur øki í tilveruni, tískil er talan um ein djúptøknan trupulleika hjá teimum umsøkjarunum, sum eru ringast fyri. Áhugavert er tó at síggja, at talan er um bólk, sum líkist nógv, tískil skuldi verið gjørligt at gjørt átøk, sum veruliga muna hjá hesum barnafamiljum, soleiðis at tey ikki aftur í 2014 noyðast at vera í somu støðu.