Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Tøkk Hjartans tøkk til børn míni við makum fyri, at tit gjørdu 90 ára dagin sera hugnaligan og ógloymandi. Tøkk til ommu- og langommubørn fyri sangframførslu. Somleiðis tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt mintust til mín. Øllum verða ynskt eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Kærar heilsanir Brynhild Jensen Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 85 ára degnum 1. november. Bestu heilsanir Marna N. Joensen Eiði Tøkk Ein tøkk til tykkum øll, bæði sunnan og norðan, sum gleddu meg á 70 ára degnum. Takk til øll, sum hjálptu so væl til. Og takk fyri morgunsangin. Eg takki hjartaliga fyri alt. Jonhild Richardt