týsdagur 3. desember 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
flogbóltur
Tróndur Arge
- Bülowshallen, Frederiksberg
Tað er høgt til loftið og tað
er langt til veggin í Bülows
hallen í Frederiksberg. Tað eru
máltalvur í báðum endum.
Speakari er í høllini og spæl
ararnir verða presenteraðir.
Dysturin verður stroymaður
beinleiðis á heimasíðuni hjá
Frederiksberg.
Dystarblað
verður
givið út til áskoðararnar.
Umframt kaffi og kakur, so
ber eisini til at keypa árs
kort til dystirnar hjá felag
num. Á mótstøðuliðnum er
útlendskir spælarar, sum
eru keypir til Danmarkar at
styrkja munandi um liðið.
Tað er kapping um plássini,
og Birgit og Sofía eru ongan
tíð á vøllinum í senn hendan
sunnudagin.
Støðan er nógv broytt fyri
føroysku flogbóltsspælarar
nar í mun til tíðina í Mjølni,
tá tær vóru sjálvskrivaðar á
hvør sínum kanti, og vunnið
alt, ið er at vinna í føroyskum
flogbólti.
Spennandi 5-settari
móti Lyngby
Hendan fyrsta sunnudagin í
advent er dystur móti Lyngby
í landskappingini. Dysturin
byrjar klokkan tvey. Hóast
resjeplanen.dk
hevur
ein
ein gjøgnumførda ætlan við
buss-skifti og gongutúrum,
so steðgar metro’in bara fáar
hundrað metrar frá Bülows
hallen.
Hon er ikki beinleiðis løtt
at finna fram til, men er ein
nýmótanshøll við teimum
hentleikum, sum eitt danskt
flogbóltsfelag kann ynskja
sær.
Lyngby er á vitjan. Tær
liggja nummar trý, meðan
Frderiksberg liggur nummar
fýra. Vinna Birgit og Sofía
dystin, so yvirhála tær mót
støðuliðið.
Frederiksberg er eitt av
teimum fáu liðnum, sum ikki
hevur spælarar uttanfyri
kongaríkið. Á liðnum hjá
Lyngby eru tað serliga tveir
útlendskir spælarar, sum
vísa seg at verða ein styrkur.
Tað er heilt fitt av áskoð
arum í høllini og fleiri teirra
liva seg veruliga inn í dystin.
– Ja, tað plaga at verða
nakað av fólki til heimadyst
irnar hjá okkum, greiðir Sofía
Purkhús frá.
Hendan dagin er eisini
vitjan úr Føroyum og millum
annað foreldrini hjá Birgit
eru komin at stuðla.
– Umstøðurnar eru góðar.
Tað er næstan sum ein
steypafinala í Føroyum, tá vit
spæla á heimvølli. Tað ger tað
stuttligt at spæla, sigur Birgit
Guttesen.
Birgit byrjar inni
Birgit Guttesen byrjar inni
á kantinum, meðan Sofía
Purkhús er á bonkinum.
Fyrsta sett er nógv merkt av,
at dómaraborðið ikki hevur
tamarhald á støðuni. Tvær
ferðir er steðgur í. Serliga
seinni steðgurin er langur,
og tað endar við at einki skal
broytast alíkavæl.
Frederiksberg vinnur 1.
sett 25-17. Birgit eigur sín lut
góðu gongdini og upp til fleiri
ferðir eigur hon avgerandi
leiklutin, tá Frederiksberg
vinnur sær stig.
Tað er beinanvegin greitt,
at talan er um flogbólt á ein
um heilt øðrum stigi enn í
Føroyum. Sjáldan verður ein
bóltur vunnin lætt. Lyngby
fiskar fleiri, at síggja til, vón
leysar bóltar upp, og fær
teir tvørtur um netið aftur.
Tað eru fáir veikleikar at fáa
eyga á.
Sofía inn at
venda gongdini
Í øðrum setti kemur Lyngby
fyri seg, meðan Frederiksberg
ger nógvar feilir. Birgit er
sterk í blokkinum, men tað er
ikki nokk. Ein rúgva av per
sónligum villum kosta dýrt.
Venjarin velur at geva Birgit
ein steðg. Lyngby vinnur
annað sett 25-17.
Í triðja setti er søgan tann
sama. Frederiksberg ger eina
rúgvu av persónligum villum
og spælið hongur illa saman.
Við støðuni 12-7 til gestirnar
kemur Sofía Purkhús á vøll
in. Hóast hon bæði er stinn
í verjuspælinum, og fær ferð
á nógvar av bóltunum, sum
skulu yvirum netið, so er tað
ikki nokk til at venda dyst
inum. Lyngby vinnur triðja
sett 25-16.
Birgit og Frederiksberg
knúgva Lyngby
Í fjórða setti er trýst á. Birgit
Guttesen er aftur á vøllin, og
nú riggar. Persónligu mistøk
ini eru fá og Frederiksberg er
omaná, men ikki nógv. Liðini
fylgjast tað mesta av veg
num, men tá á stendur, so
ítróttur
Birgit og
Sofía vilja
vinna gull
Í summar fóru tvær av okkara fremstu kvinnuligu flogbóltsspælarum til Danmarkar at royna seg í
donskum toppflogbólti. Eftir trý ár sum sjálvskrivaðir kantar á alt vinnandi Mjølnir liðnum, er støðan í
Frederiksberg ein onnur. Kappingin um plássini er hørð, flogbólturin á einum hægri stigi, men bæði Birgit
Guttesen og Sofía Purkhús hava sett sín dám á nýggja felagið, og hava sett sær sum mál, at vinna gull
– Eg taki tað bara sum tað kemur. Nú fáa vit at síggja, um eg havi hug at halda fram tá
kappingarárið er liðugt. Ella um eg kundi hugsað mær at spælt á einum uppaftur hægri stigi, ella
bara spæla fyri at spæla. Ta avgerðina havi eg ikki tikið enn, sigur Birgit Guttesen
Mynd: Privat